Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 235 - 5. desember 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Oljuleitingin – eitt ljós í myrkurinum Mánadagin fer Jarðfeingi at lata loyvini í 3. útbjóð- ing. Einki av hesum loyvum ber kortini við sær bor- ing. Kortini eru tey týðandi signal til okkum sjálvi og umheimin um, at her hendir nakað, at føroyska undir- grundin framvegis stendur ovarliga á breddanum hjá stóru altjóða oljufeløgum – og ikki minst – hjá okkara egnu myndugleikum. Feløgini fáa loyvi at gera ymsar kanningar, áðrenn tey so innan ávíst áramál skulu taka avgerð um, antin tey vilja fara víðari og bora brunnar. Spennandi verður at frætta, hvar loyvini liggja og hvussu stóran part av landgrunninum tey dekka. Tann heilt stóri spenningurin í sambandi við føroyska oljuleiting er kortini ikki so nógv 3. útbjóðing sum tann ítøkiligi Anne Marie brunnurin, ið verður boraður í summar. Tað er italska oljufelagið ENI, sum stendur á odda fyri hesum brunni, ið verður tann sjeyndi á landgrunninum. Umboð fyri feløgini, sum eru við í boriætlanini, høvdu fund í Føroyum herfyri fyri at fáa enn fleiri brikkar í tí stóra og álvarsliga puslispælinum uppá pláss. Eitt nú varð vitjað í útgerðarhavnini í Runavík, sum enn einaferð verður útgerðarhavn fyri eina oljuboring á landgrunninum. Umframt ENI eru eisini Faroe Petroleum og Sieco við. Nú tosað verður um truplari tíðir í Føroyum eru komandi brunnar, sum verða boraðir á landgrunn- inum, avgjørt nakað, sum eiga at geva okkum eina vón, teir hava ein psykologiskan týdning í eini annars heldur dapurskygdari tíð, tó at teir ikki eru nakað, sum vit skulu taka við í okkara framtíðar búskaparligu metingar. Anne Marie brunnurin og eisini 3. útbjóðing kunnu tó minna okkum á, at tað kunnu goyma seg virði í undirgrundini, sum kunnu vera við til at skapa bjartskygni, menning og loksins virksemi. Júst á sama hátt sum tá vit fóru til havs á sinni at leita eftir tá ókendum ella ótroyttum fiskasløgum, laksi, rækjum og svartkjafti. Hóast vit enn einki prógv hava fyri, at olja finst í rakstrarverdugum nøgdum her, so hava vit kortini fleiri ítøkilig tekin um, at hetta er ein møguleiki. So tætt upp at okkara marki finst oljan, at sannlíkið fyri at hon eisini finst her hjá okkum er rættiliga stór. Men royndir aðrastaðni hava lært okkum, at tað tekur tíð, og at hepni skal eisini til, áðrenn tú rakar í blett. Latið okkum gleðast um, at loyvi enn einaferð verða latin oljufeløgum nú mánadagin. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so kunnu vit tó staðfesta, at norska StatoilHydro hevur tikið yvir leiklutin sum drívandi lokomotivið á Føroyaøkinum. Talan er um eitt professionelt felag við neyðugu fíggjarligu orkuni og ikki minst við neyðugu tøkniligu vitanini og royndunum, sum nú kunnu koma Føroyum til góða. Uttan at taka munnin ov fullan, so eiga vit eisini at síggja oljuleitingina sum eitt ljós í myrkurinum. Fyrst var tað Eyðun Elltør. Síðani var tað Bjarni Djurholm. Nú er tað Johan Dahl, sum sleppur at seta hol á enn eitt týðandi kapittul í føroyskari oljusøgu. Góða eydnu. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Smáseglini gera ov lítlan mun, Árni   Sjálvsagt skal brúgvin taka  fulla ábyrgd fyri, at seglini  ikki í nóg stóran mun eru  repað í tíð, men tað skal tó  ikki verða ósagt, at veður­ forsøgnirnar úr MMR hava  ikki verið tær greiðastu, og  eingin ábending var frá  reiðarunum, tá brúgvin varð  mannað fyri knapt 2 árum  síðani, at vit nú máttu sigla  okkara egna sjógv.  Til spurningin um, hví  vit ikki bara sigla skútuna  á land, skal verða sagt, at  stýrið í KVF ikki hevur  nakað politiskt trygdarnet,  tá peningur verður nýttur,  sum ikki er har. Verður stórseglið tikið,  ber vónandi til aftur at seta  stórsegl, við hjálp ella við  verandi megi, áðrenn mann­ ingin rímir av skútuni. Onkuntíð kann verða neyðugt at taka stórseglið, áðrenn skútan siglur á land Stýrislimur í KVF KRIStINA SAMUELSEN Skal seinasta samanbering­ in og argumentið hjá Kring­ varpsstjóranum brúkast, so  fær Kringvarpið í dag 30  milliónir krónur ov nógv at  arbeiða við. Annika Mittún Jacobsen  segði við Sosialin í gjár, at  í Danmark fær kringvarpið  3,2 miliardir krónur at ar­ beiða við. Varð hetta um­ roknað til føroysk viður­ skifti ­ við at býta við 100  ­ so átti føroyska Kring­ varpið at fingið 300 milli­ ónir krónur. Her mugu vit bara siga,  at kommaið hjá Kringvarps­ stjóranum var flutt eitt vet  ov stutt, tí 3 miliardir, býtt  við 100, gevur 30 milliónir  krónur.  So skal argument­ ið hjá Kringvarpsstjóranum  nýtast – soleiðis sum hon  so fegin sjálv vil ­ so má  niðurstøðan verða, at Kring­ varpið fær 30 milliónir  krónur ov nógv. Um hetta er rokniførleik­ in hjá hægstu leiðsluni í  Kringvarpinum, so kann  tað neyvan undra nakran,  at fíggjarætlanin ikki  gongur upp.  Stuðul ella kapping –ikki bæði Tá Annika Mittún Jacob­ sen aðra staðni í blaðnum í  dag skrivar, at tað er óbein­ leiðis stuðul, tá Kringvarpi­ num verður noktað at lýsa  á netinum, er hetta full­ komuliga misskilt.  Jú, Annika. Vit vilja feg­ in hava kapping á lýsingar­ marknaðinum. Men vit  vilja ikki hava eina kapp­ ing, har ein av aktørunum  hevur tryggjað sær 62 milli­ ónir krónur í kappingar­ stuðli frá skattaborgarun­ um, áðrenn kappingin yvir­ høvur byrjar. Við slíkum  fyrimuni eru sannlíkindini  fyri, at nakar privatur miðil  skal hóra undan kappingini  ógvuliga nær null. Tað er eisini júst hetta,  sum hevur ført til tær skip­ anir, sum vit síggja uttan­ lands. Skipanir, har public­ service stovnar aftur fyri at  fáa kringvarpsgjald verða  avskornir frá fríari kapp­ ing. Ella alternativt soleið­ is, at kringvarpsgjaldið  eisini verður býtt yvir á  aðrar miðlar sum kom­ pensatión. Altso altíð  annaðhvørt og ikki bæði. Tað var eisini júst hetta,  sum Kappingarráðið vísti  á, tá galdandi Kringvarps­ lóg var til viðgerðar í  2006. Og tað var eisini júst  hetta, sum førdi til greiðu  politisku semjuna, um at  lýsingarinntøkur Kring­ varpsins skuldu niðurlagast  næstu fimm árini.  Men tí semjuna leggur  Kringvarpið eftir øllum at  døma eins nógv í, sum  avgerðina um at hava tvær  sjálvstøðugar tíðindaeindir  á stovninum. Góð fólk í Kringvarpinum Annars vísti dagurin í gjár,  at tað veruliga er brúk fyri  meira enn einari útvarpsrás  í Føroyum . Tí meðan aðrir  fjølmiðlar fylgdu týdning­ armikla málinum um  Kringvarpsstovnin og  kringvarpsgjaldið, so vald­ aði fullkomin tøgn í Út­ varpinum. Málið varð ikki  tikið upp á tungu, hóast  fólk kring alt landið í løt­ uni tosar um Kringvarpið  og kringvarpsgjaldið.  Kringvarpsstjórin sigur í  brævinum í dag, at tað er  týdningarmikið, at tað  verður kjakast um Kring­ varpið, men tað er í øllum  førum ikki galdandi fyri  Útvarpið hjá Kringvarpi­ num. Sjónvarpið var tíbetur  munandi frægari.  Og so undrar tað meg, at  Kringvarpsstjórin førir  fram, at orsaka av lønar­ loftinum, sum almennir  stovnar hava, so kann  Kringvarpið bara seta tey  næstbestu fólkini, tí tað  privata kann bjóða hægri  løn. Her fer Kringvarps­ stjórin alt ov langt, tí tað  starvast nógv sera dugnalig  fólk í Kringvarpinum, og  tað er at niðurgera hesi við  at kalla tey næstbest. Stjóri, Rás2 JoNHARd HAMMER Kringvarpið fær 30 milliónir ov nógv Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.