fríggjadagur 5. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
14
Brendar mandlur
Tilfar:
250 g av mandlum
250 g av sukri
1 dl av vatni
Arbeiðsháttur:
Koyr alt tilfarið í eina grýtu og hita
við bráðum hita.
Minka hitan, tá ið sukrið er vorðið
turt og rør í grýtuni.
Mandlurnar eru lidnar, tá sukrið
hevur samlað seg um mandlurnar.
Stoyt mandlurnar á bakipappír og
skil sundur við einum gaffli.
Um mandlurnar skulu vera blankar /
glaseraðar, skal sukrið smeltast.
Jólasnyrlu smákakur
Tilfar:
200 g av margarini
125 g av sukri
1 egg
300 g av hveitimjøli
2 tesk av vaniljusukri
2 súpisk av róma
1 knívsodd av salti
Nøtufylla:
75 g av skornum mandlum
75 g av putursukri
2 tesk av rivnum appelsinskali
Arbeiðsháttur:
Blanda alt tilfarið saman og elt
deiggið væl. Set 2/3 av deigginum í
kuldaskápið í uml. 30 min.
Rør alt tilfarið til fylluna væl saman.
Blanda nøtufylluna saman við 1/3
av hvíta deigginum og set í kulda
skáp í um. 30 min.
Rulla tað hvíta deiggið út ímillum
plast uml. ½ cm tjúkt.
Rulla tað brúna deiggið til fylluna
út, ímillum plast eitt sindur sindur
tynnri enn tað hvíta deiggið.
Legg tað brúna deiggið omaná tað
hvíta.
Rulla saman eftir tí longu síðuni og
sker í flísar uml. ½ cm.
Hita ovnin 180 og baka kakurnar
mitt í ovninum í 12 – 15 min.