Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 5. desember 2008 15 Sjálvandi snýr tað seg eisini um pengar. Um turr tøl og raðfestingar. Men í kjalarvørrinum á dags­ aktuella kjakinum um kringvarpsgjald eiga vit at lofta bóltinum og halda á við kjakinum um Kring­ varp Føroya. Tí tað er absolut jaligt, at vit kjakast um Kringvarpið. Tað er jaligt, at áhugi er fyri tí mest týdningarmikla ment­ unarstovni, ið vit eiga Kjakið um Kringvarpið liggur tætt upp at kjakinum um, hvat fær okkum at føla okkum sum føroyingar? Hvat fær okkum at búgva í hesum landi? Hvat skap­ ar og viðlíkaheldur samleikan hjá okkum føroyingum? Talgilti heimurin, alnótin, sjónvarp, útvarp, spøl v.m. hevur størri og størri týdning fyri okkara sam­ leika, bæði fyri føroyingar í og uttan fyri Føroyar. Tíðarnýtslan á hesum miðlum hevur fyri langari tíð síðani yvirhálað bóka og blað lesnað. Tí verður tað fyri hvønn dag meira átrok­ andi at fáa føroyska talu á tal­ gilta heimin, soleiðis at vit framhaldandi kunnu føla okk­ um sum føroyingar. Kringvarp­ ið er einasti stovnur í landinum sum er gearaður til at seta hetta í verk. Og hartil kemur alt før­ oyska tilfarið, ið Kringvarp Føroya millum ár og dag hevur framleitt, sum longu hevur ver­ ið við til at mynda okkara sam­ leika, og sum kann gevast út. Málsligi týdningurin Føroyska málið livir eitt pro­ fessionelt lív í Kringvarpi Føroya. Stovnurin tryggjar, at málið verður brúkt í almenna rúminum. Málsliga ávirkanin er risastór, tí tilvitað ella ótilvitað er tað mál og mentan, ið fær føroyingin at føla seg sum før­ oying. Og úr tí sprettir tankin um at seta búgv í Føroyum. Fyrsta apríl í ár hevði útvarpið temadag í samband við at heimastýrislógin tá hevði 60 ár á baki. Í gomlu ljóðbrotunum, ið vóru at hoyra henda dag, hoyrdust føroyskir politikarar tosa danskt við føroya fólk. Skattakrónur til tey bestu Tað almenna, tað vil siga vit øll somul, eigur stovnar, ið verða fíggjað umvegis skattin, sum tú og eg gjalda. Hvussu kunnu hesi rekast, soleiðis at pening­ urin verður nýttur optimalt? Eftir mínum tykki er svarið at finna í starvsfólkunum. Dugna­ lig starvsfólk kunnu velja sær tað arbeiðspláss, ið teimum dámar best. Og hevur tú sum arbeiðspláss tey bestu starvs­ fólkini, so verður títt tilfeingi brúkt optimalt. Um skattakrón­ urnar altíð verða brúktar til at seta tey næstbestu, tí at skipan­ in er so stirvin, at tað privata vinnulívið hevur nógv meiri at bjóða ­ ja so verður ringt at fáa skattkrónur at sparka reyv. Stuðul til vinnulívið kann vera so nógv Vínnulívið kann stuðlast við beinleiðis – ella óbeinleiðis stuðli. Beinleiðis stuðul er peningur, ið verður goldin beinleiðis til fyritøkuna, og er hetta eyðsýnt og lætt at hava við at gera. Óbeinleiðis stuðul er ikki eins lætt at gjøgnum­ skoða. Ein óbeinleiðis stuðul til vinnulívið er til dømis bannið hjá Kringvarpinum at lýsa á netinum. Hesin stuðulin hevur ein kostnað við sær, sum ikki bara eru krónur og oyru. Høvdu vit havt nakrar upptøku­ og lýsingarfyritøkur í Føroyum, um føroyska samfelagið ikki loyvdi sjónvarpslýsingum? Uttan Kringvarpið høvdu hesar fyritøkur ongantíð fingið ein pall at ment seg á, áðrenn tær settu fyrsta fótin út um land­ oddarnar. Líknandi menning fer í løtuni fram á internetinum. Sjálvandi skal almennur peningur ikki brúkast til at trýsta ein privatan aktør út úr kappingini. Ei heldur skulu aðrar stórar fyritøkur sum fyrr vóru almennar, og tí hava eina sterka positión á marknaðinum, brúka sína positión til at trýsta ein annan aktør út av marknaði­ num. Hetta hava vit Kappingar­ ráðið til at tryggja. Forboð forðar menning Kapping er so nógv, kapping er ikki bara at býta potentiellar marknaðir millum sín. Kapping er í stóran mun dugnalig starvs­ fólk, ymiskleiki og nýhugsan. Tað er ikki mennandi fyri markn­ aðin at ávísir aktørar hava marknaðarpartin, tí at aðrir aktørar hava forboð fyri at fara inn á marknaðin. Tað eigur at vera soleiðis, at tann aktørurin, ið hevur størsta marknaðarpart, er tann aktørurin ið gevur bestu tænastu við dugnaligum starvs­ fólkum og nýhugsan. Alt annað støðgar menningini. Nýmótans samfelag Hvat er eitt nýmótans sam­ felag? Kann eitt samfelag róp­ ast nýmótans um ongar sjónvar pstíðindasendingar finnast, einki playstation við valmøgu­ leikanum, “føroyskt mál”? Ong­ ar mentunarligar sendingar um, hvussu føroyringar liva og eru? Einki útvarp? Eingin, ið verjir fólkaræðið á føroyskum? NEI tað er óhugsandi! So verður eingin visjón 2015, so verður einki “besta land í heimi­ num,” eingin fólkavøkstur – ella kvinnur, ið flyta aftur til Føroyar. Rokningin tødnar Játtanin til Kringvarp Føroya er ikki hækkað seinastu 5 árini, hetta hóast lønarvøksturin, ið Fíggjarmálaráðið hevur samráðst við fakfeløgini um, í sama tíðar­ skeiði er hækkaður áleið 30 pro­ sent.. Avleiðingin er, at í dag starvast 20 fólk færri í Kring­ varpinum, sammett við 2004. Og hóast skerjingina í starvsfólka­ talinum eru lønarútreiðslurnar meiri enn 100% av kringvarps­ gjaldinum, umframt at Kring­ varpið sjálvt hevur fíggjað alla samanleggingina av Útvarpinum og Sjónvarpinum. Tí er støðan í dag tann, at ein triðingur av fíggj­ arætlanini hjá Kringvarpinum eru inntøkur frá lýsingum og spølum. Omaná alt hetta er enda­ lønin hjá einum útbúnum journa­ listi kr. 25.200,­ um mánaðin. Skal Kringvarpið mennast og varðveita tey dugnaligastu starvs­ fólkini, so mugu vit sleppa at arbeiða og virka í framtíðar sam­ felagnum, Føroyum til frama. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Kringvarp fyri hvørt oyra Tíðargreinin tíðargreinin Annika Mittún Jacobsen Kringvarpsstjóri Fakta: • Public Servic loysir fýra uppgávur: • Styrkja borgarans evni at handla í einum demokratiskum samfelag • Avspegla Føroyar og føroyingar • Stimbra kreativitet og mentan • Strimbra vitan og forstáilsi