Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 5. desember 2008 17 Føroyingar hava dripið grind í øldir, og grindin hevur á mangan hátt fylgt føroyingum bæði sum matur og mentanartáttur. Mangar eru frásagnirnar um tann týdning, ið grind­ in hevur havt fyri okkum her á landi. Vóru ár har eingin grind doyði, sást tað aftur í húsarhaldinum, og stór var frøin, tá ið henda Guds gávan av havinum kom aftur. Ongin ivi man vera um, at hesin á mangan hátt føðslugóði matur hev­ ur stimbrað heilsuna og hildið hungur frá mongum durum. So seint sum í sjeytiárun­ um stóð á seðlunum, ið skúlalæknin sendi heim til foreldrini, at tey áttu at geva børnunum spik at eta á morgni. Men í 1977 vóru grinda­ tvøst og ­spik, ­livur og – nýru kannað á fyrsta sinni. Hesar kanningar vóru gjørdar til tess at vita, um kyksilvurinnihaldið í grindahvali mundi vera høgt, av tí at hesin hvalur livir ovarlaga í føðiketuni í havinum, og av tí at kann­ ingar vístu, at kyksilvur­ nøgdin økist í havdjórum upp gjøgnum føðiketuna, har ið tannhvalur er eitt tað djórið, sum liggur hægst í hesi ketu. Og úrslitið av hesum kanningum skelk­ aði. Kanningarnar vístu, at kyksilvurinnihaldið í sjálv­ um tvøstinum var høgt, og tað var uppaftur umleið 100 ferðir hægri í livur og nýra enn í tvøstinum. Av hesi orsøk gjørdu heilsumyndugleikarnir av at mæla fólki til bert at eta grind og spik eina ferð um vikuna og til ikki at eta livur og nýru yvirhøvur. Síðani eru hesi tilmæli líðandi herd, alt eftir hvat ið kanningar síðani hava víst av heilsuligum árinum hjá fólki, og seinasta til­ mælið, ið er frá 1998, var hetta: Spik Eitt høgt innihald av PCB’um í spiki fær okkum at mæla til, at vaksin fólk í mesta lagi eta grind og spik til døgurða 1-2 ferðir um mánaðin. Besti háttur at verja fostr- ið móti teimum skaðiligu árinunu frá PCB’um, sum illgruni er um, er, at gentur og kvinnur halda seg heilt frá at eta spik, til tær hava átt børnini. Tvøst Kyksilvurinnihaldið í tvøsti er høgt, og grindatvøst er okkara størsta einstaka kyksilvurkelda. Vit mæla tí til, at vaksin fólk ikki eta meira enn 1-2 døgurðar um mánaðin. Kvinnur, ið ætla at gerast við barn innan 3 mánaðir, barnakonur og kvinnur, ið hava barn at brósti, eiga helst einki grindatvøst at eta. Innvølir Grindalivur og grindanýru eiga als ikki at verða etin. Lagt varð afturat, at komu upplýsingar fram, ið broyttu verandi vitan, so fór støða at verða tikin til, í hvønn mun nevndu tilmæli skuldu broytast. Seinastu 10 árini eru so fleiri úrslit av vísindaligum kanningum komin í ljós­ mála, og tey sýna okkum eina enn daprari mynd av vandamiklu heilsuárinunum av grindatvøsti og spiki. Úrslitini higartil hava sýnt, at • Kyksilvurið í grinda­ tvøsti ávirkar nervalagið hjá fostrunum • Árinið á nervalagið heldur sær upp í tannárini • Kyksilvur flutt frá kostinum hjá mammuni í móðurlívi ávirkar blóðtrýstið hjá børnum • Dálkingarevni í spiki­ num ávirka immunskipanina negativt, so at børnini taka verri við koppingarevnum Nýggjastu kanningarnar sýna, at Dálkingarevni í grindini tykist at økja um vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku hjá teimum, ið eta grind ofta Vandin fyri hækkaðum blóðtrýsti og æðrakálking í hálslívæðrum økist hjá fólkum, ið hava nógv kyksilvur í kroppinum Í løtuni verða kanningar gjørdar, av tí at illgruni er um, at nøringarevnini minka orsakað av dálking­ arevnum í grind og spiki. Kanningarúrslitini kunnu setast í altjóða ljós. Kyk­ silvurmongdin í alheims­ høvunum er økt, og til dømis er kyksilvurinni­ haldið í ísbjarnarhári og ­ skinnum 10 ferðir hægri í dag, enn tað var fyrr í tíðini. PCB er komið sum eitt nýtt umhvørviseitur í seinnu helvt av 1900 – talinum, men eftir at evnið varð bannað umleið 1980, er nøgdin í grind ikki minkað stórvegis enn. Eitt nýtt umhvørviseitur er DDE, og DDT verður fram­ vegis nýtt ymsastaðir í heiminum. Harumframt eru komin nýggj evni, eitt nú lívrunnu fluorsambind­ ingarnar, ið verða nýttar til at viðgera klæði í klædna­ ídnaðinum v.m. – nú síggja vit økta mongd í blóðinum hjá børnum, sum eta grind. Seinastu kanningarnar sýna, at mongdin av kyk­ silvuri í grindatvøsti fram­ vegis er høgt við einum miðalvirði á umleið 2 mikrogramm pr. gramm. Í ES er galdandi hægsta markvirði upp á 1 mikro­ gramm pr gramm bert fyri mest dálkaða fiskin. Hetta markið fara flestu grinda­ hvalir uppum. Nýta vit markvirðið hjá ameri­ kanska umhvørvisstýrinum fyri tí, sum vit tilsamans dagliga fáa niður í okkum, tá ið vit eta, upp á 0,1 mikrogramm av kyksilvuri pr. kilo av kropsvekt (sum er grundað á kanningarnar í Føroyum) so merkir tað, at ein persónur, ið vigar 70 kg, bert kann eta 3,5 gramm av tvøsti um dagin fyri at náa markvirðið. Í spiki eru eisini stórar nøgdir av ymiskum lívrunnum evnum, ið verða brotin niður spakuliga, eitt nú PCB og DDE (ið eru sundurbrótingarevni frá skordýraeitrinum DDT). Nøgdin av bæði PCB og DDE er størri enn 10 mikrogramm fyri hvørt gramm av spiki. Flestu galdandi mørkini fyri PCB eru lægri enn 1 mikro­ gramm pr. gramm. Niðurstøðan verður so­ statt, at grindahvalir í dag eru so dálkaðir, at hvørki tvøst ella spik lúka treytir­ nar ásettar við nútíðarbæru mørkunum fyri loyvdum innihaldi av eitrandi dálkingum. Nøgdin av dálkingar­ evnum í føroyingum er stór í alheimshøpi. Seinastu kanningarnar sýna tó, at kvinnur við barn eta mun­ andi minni av grind og spiki enn áður. Av hesum er kyksilvurmongdin í blóðinum hjá barnakonum minkað. Men mongdin av PCB er óbroytt, helst av tí at PCB verður brotið niður so spakuliga. Vit í Føroyum eiga bert evarska lítlan lut í teirri dálking, sum er farin fram av høvunum, men hon er komin á okkum uttanifrá. At so gransking í Føroyum hevur virkað við til at seta hesa dálking í brennidepil­ in er beiskt speisemi. Men úrslitini av hesi gransking hava longu havt ta avleið­ ing, at markvirði eru skerpt viðv. dálking í al­ heimshøpi. Vit mugu tí eisini sjálv taka avleiðing­ arnar her í Føroyum. Seinnu árini hevur vaks­ andi vísindaliga grundar­ lagið skapt ein varhuga um, at stundin skjótt var komin til, at mælast mátti fólki frá at eta grind og spik yvirhøvur. Við teimum seinastu gran­ skingarúrslitunum í huga meta undirritaðu, at niður­ støðan av heilsufakligum orsøkum nú má vera henda: Mælt verður frá at nýta grindahval sum mannaføði. Tað er við sorgblídni, at hetta tilmælið verður givið. Grindin hevur tænt føroyingum væl í mong hundrað ár og man eiga lívið í mongum føroyingi gjøgnum øldirnar. Men tíðir og umhvørvi broytast, og tí meta vit tað heilsufakliga neyðugt við hesum tilmæli. Víst verður annars til viðheftu tilvísingar. Tilvísingar: Grandjean P, Weihe P, White RF, Debes F, Araki S, Yoko­ yama K, Murata K, Sorensen N, Dahl R, Jorgensen PJ. Cognitive deficit in 7­year­old children with prenatal expo­ sure to methylmercury. Neuro­ toxicol Teratol. 1997 Nov­ Dec;19(6):417­28. Sørensen N, Murata K, Budtz­Jorgensen E, Weihe P, Grandjean P. Prenatal methyl­ mercury exposure as a cardi­ ovascular risk factor at seven years of age. Epidemiology. 1999 Jul;10(4):370­5. Murata K, Weihe P, Budtz­ Jorgensen E, Jorgensen PJ, Grandjean P. Delayed brain­ stem auditory evoked poten­ tial latencies in 14­year­old children exposed to methyl­ mercury. J Pediatr. 2004 Feb;144(2):177­83. Debes F, Budtz­Jorgensen E, Weihe P, White RF, Grand­ jean P. Impact of prenatal methylmercury exposure on neurobehavioral function at age 14 years. Neurotoxicol Teratol. 2006 May­ Jun;28(3):363­75. Heilmann C, Grandjean P, Weihe P, Nielsen F, Budtz­Jorg­ ensen E. Reduced Antibody Responses to Vaccinations in Children Exposed to Poly­ chlorinated Biphenyls. PLoS Med. 2006 Aug 22;3(8): e311. Choi AL, Weihe P, Budzt­ Jørgensen E, Jørgensen PJ, Salonen JT, Tuomainen TP, Nielsen HP, Petersen MS, Askham J, Grandjean P. Methylmercury Exposure and Adverse Cardiovascular Efffects in Faroese Whaling­ men. Environ Health Perspect doi:10.1289/ehp.11608 Petersen MS, Halling J, Bech F, Wernuth L, Weihe P, Nielsen F, Jørgensen PJ, Budtz­Jørgensen E, Grandjean P. Impact of diatary exposure to food contaminants on the risk of Parkinson´s disease. Neurotoxicology 2008 Jul; 29(4): 584­90. Weihe P, Kato K, Calafat AM, Nielsen F, Wanigatunga AA, Needham L, Grandjean P. Serum Concentration of Polyfluoroalkyl Compounds in Faroese Whale Meat Consu­ mers. Environ Sci Technol 2008 Aug 15;42(16):6291­5 Grandjean P, Bellinger D, Bergman Å, Cordier D, Davey­Smith G, Eskenazi B, Gray K, Hanson M, van den Hazel P, Heindel JJ, Heinzow B, Hertz­Picciotto I, Hu H, T­ K Huang T, Jensen TK, Landrigan PJ, McMillen IC, Murata K, Ritz B, Schoeters G, Skakkebæk NE, Skerfving S, and Weihe P. The Faroes Statement: Human Health Effects of Developmental Exposure to Chemicals in Our Evironjment. Basic Clin Pharmacol Toxicol 2008 Feb;102(2):73­5 Tilmæli um at gevast at eta grind Pál Weihe, Yvirlækni høgni Debes Joensen, Landslækni Nú árið er farið at halla, kunnu vit ikki siga annað enn, at 2008 var hendinga­ ríkt. Men alt var ikki lætt; tað gav okkum eisini torførar avbjóðingar. Í hesum sambandi er fyrst at nevna álvarsomu fíggjarkreppuna, sum tók seg upp í heyst. Hóast vit ikki enn hava merkt avleið­ ingar, sum kunnu saman­ berast við støðuna hjá okkara nærmasta granna, so eru kortini tekin um, at vit ikki sleppa heilt snikka­ leys. Tað er t. d. onki at ivast í, at talið av arbeiðs­ leysum føroyingum er vaksandi. Tað skal kortini vera mín vón, at hesir trupulleikar ikki vera drúgvir. Vónandi megna vit at venda gongd­ ini soleiðis, at tey, sum eru vorðin arbeiðsleys sleppa aftur í vinnu skjótast gjørligt. Fyrr í ár boðaði politiski myndugleikin frá stórum broytingum á útlendinga­ økinum. Fakfeløgini dugdu ­ alt fyri eitt ­ at síggja, at talan var um eina sera óhepna broyting. Tí gjørdu vit sjálvandi vart við, at hetta fór ikki at vera ein góð skipan, hvørki fyri okkum føroyingar ella teir útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða. Men politiski myndug­ leikin valdi at venda fakfeløgunum bakið. Og – tí verri ­ mugu vit í dag sanna, at broytingin fekk júst tær neiligu avleiðingar, sum fakfeløgini boðaðu myndugleikunum frá. Lat okkum her nevna eitt ítøkiligt dømi. Talan er um eina fyritøku, sum fær út­ lendskar handverkarar at koma til Føroya at arbeiða. Vit hava prógv fyri, at hes­ ir útlendingar ikki verða kunnaðir um føroyska arbeiðsmarknaðin. Útlend­ ingar vita t.d. ikki hvørja minstuløn ein handverkari í Føroyum hevur rætt til. Vit hava eisini prógv fyri, at tá vit hava kunnað útlendingar um lønarviður­ skifti í Føroyum, so hevur tað fingið álvarsamar av­ leiðingar fyri somu útlend­ ingar. Teir eru ­ alt fyri eitt ­ uppsagdir og sendir av landinum. Hetta hendir hóast polit­ iski myndugleikin hevur boðað frá, at tey, sum koma til Føroyar at arbeiða, skulu kunnast um føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí standa vit nú ráðaleys og spyrja: Hvør hevur svik­ ið, er tað politiska skipan­ in, ella liggur trupulleikin í eini umsiting, ið ikki røkir sína skyldu. Nú jólini standa fyri durum vóna vit vissuliga, at hesin órættvísi atburður móti útlendingum í Før­ oyum verður steðgaður sum skjótast, og helst áðrenn vit koma inn í jólahalguna. At enda fari eg, at ynskja øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Fortíð, nútíð og framtíð formaður, Havnar Handverkarafelag eli brimsvík viðmerkingar