týsdagur 11. september 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 174 - 11. september 2001
Nr. 174 - 11. september 2001
3
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Fríggjanáttina hevur onkur
brotið inn umborð á línu-
bátinum Venus, sum lá í
Miðvági hesa náttina.
Innbrotstjóvurin er farin
beinleiðis eftir heilivágs-
skápinum,
sum
var
á
brúnni. Skápið er brotið
upp, og viðkomandi er
sloppin avstað við nøkrum
ampullum av morfini og
nøkrum sterkum tablettum.
Enn ber ikki til at siga,
nær innbrotið er framt, tí
løgreglan hevur ikki fingið
hendur á gerningsmann-
inum.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra kona,
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Fía Egholm,
Vestmanna
doyði og varð jarðað.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar,
og tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til tykkum
í heimarøktini, sum passaðu hana so væl ta tíðina,
hon var sjúk.Takk fyri blómur og kransar, og eisini
verður takkað fyri peningagávur til Eldrasambýlið
í Vestmanna.
Fyri tey avvarðandi
Hans, Elsa, Hans J., Poula og Tórhallur
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá kæri maður mín
Kraus Joensen
ættaður av Selatrað
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, ið sendu blómur og kransar.
Ein serstøk tøkk til Eysturoyar Ellis- og Røktarheim
fyri fløvandi hendur um okkum bæði, og til tykkum,
ið hjálptu til við jarðarferðina.
Eingin nevndur, eingin gloymdur.
Helena
Morfin og tablettir
stolnar á Venus
Línubáturin Venus, sum er heimahoyrandi í Sandavági, hevði
fríggjanáttina óbodnar gestir, sum tóku rúsandi evni úr
heilivágsskápinum
Leygarnáttina framdi
ein 14 ára gamal
drongur grovan
harðskap móti einum
15 ára gomlum, sum
mátti leggjast undir
skurð á landssjúkra-
húsinum og misti
sjónina í øðrum
eyganum
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Leygarnáttina klokkan 3
fekk løgreglan í Havn frá-
boðan um grovan harðskap,
sum var framdur við knívi.
Drongurin varð beinan-
vegin lagdur undir skurð á
landssjúkrahúsinum,
har
hann var undir læknahond í
tríggjar tímar.
Hann hevur fingið álv-
arsamt mein, tí álopið
hevur verið ógvusligt. Fyrst
varð drongurin stungin í
vinstra eyga, og hann hevur
mist sjónina. Eygað er
ógvuliga illa farið, sigur
Thorvald Lützen, ið er pápi
drongin, sum varð álopin.
Síðani varð hann stungin
einaferð í økslina og tvær
ferðir í tjúkkan. Jakkin ber
eisini merki eftir knívinum,
sum ikki er komin ígjøg-
num.
Konsert var í badmin-
tonhøllini í Havn leygar-
kvøldið, og tað er her
tilburðurin er farin fram.
Álopið er framt beint
frammanfyri pallinum, og
tað var ein durðarvørur,
sum varnaðist tilburðin og
legði seg ímillum. Sum
skilst so var stríðsmálið
millum dreingirnar ikki
nakað
álvarsamt,
men
onkur lítil ósemja.
Ein 14 ára gamal kann
ikki rættarsøkjast, og tí
verður
gerningsmaðurin
ikki
dømdur
í
hesum
málinum. Lágmarkið er 15
ár. Løgreglan fer í dag,
týsdagin, at kanna málið
nærri, og tá verður greitt,
um tað verður barnaverndin
ella sosiala forsorgin, ið
skal taka sær av dronginum
víðari.
15 ára gamal stungin við knívi:
Misti eygað
Gamla nótaskipið hjá
Eileri Jacobsen,
Norðborg, tekur nú
ímóti krabba í
Grønlandi.
Útróðrarbátar lata
skipinum krabba,
sum síðani verður
virkaður umborð
SKIP
Stefan í Skorini
Gamla Norðborg virkar nú
sum innhandlingsskip í
Grønlandi einar 15 fjórð-
ingar sunnanfyri Nuuk.
Skipið heldur seg mest
innanfyri skerðgarðin, har
tað tekur ímóti krabba.
Útróðrarbátar avreiða til
skipið, sum virkar krabban
til lidnar vøru umborð.
Skipið er júst farið í gongd
við
hesa
vinnuna,
og
úrslitið av fyrsta túrinum
var, at skipið hevði 90 tons
av lidnari vøru. Norðborg
er
umbygd
til
hetta
endamálið, og stórir tangar
eru settir upp, har krabbin
verður frystur.
Tjúgu fólk eru umborð,
og av teimum eru fimm
føroyingar, sum enn eru við
gamla føroyska skipinum.
Gamla Norðborg
virkar krabba
Gamla Norðborg virkar í dag krabba í Grønlandi. Fimm føroyingar arbeiða umborð
C
M
Y
K
3
2