Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 174 - 11. september 2001 Nr. 174 - 11. september 2001 5 Tað verður lættari at finna millum húsini í Hósvík um ikki so langa tíð. Tí nú fara navnaskilti at standa við vegirnar í bygdini KOMMUNAL- POLITIKKUR Í Hósvík fáa tey um ikki so langa tíð navnaskilti sett á gøtuhornini. Tað er nú ikki tí, at tað er so øgiliga torført at finna í Hósvík, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík. Men vegir og gøtur í bygdini hava altíð havt nøvn, og hildið varð tí rætt, at seta hesi nøvnini upp alment, so øll kenna tey. Annars eru eisini onnur viðurskifti í Hósvík, sum gjørd verða borgarunum at bata. Eitt nú verður alment nátthús liðugt nakað skjótt. Tað stendur mitt í bygdini og verður sjálvandi eisini tøkt hjá øðrum enn hósvík- ingum, sigur borgarstjórin. Talan er um ein bygning, sum Hósvíkar Kommuna og SEV hava bygt í felag. Eitt transformatortorn varð tikið niður, og ístaðin varð bygdur ein lágur bygningur beint norðan fyri ánna norðan fyri kirkjuna. Bygn- ingurin er í tveimum, so- leiðis at SEV hevur trans- formaran í aðrari helvtini, meðan kommuna fer at gera wc í hinari. – Tað verður so einasta alment atkomiliga nátt- húsið fram við Sundalag- num norðan fyri Kollafjørð, sum fólk í bili kunnu steðga á at nýta, um tørvur er á tí, sigur Jógvna Mørkøre. Talan hevur verið um at gera eitt wc í kirkjuni. Men har eru ymsar umstøður, sum gera tað eitt sindur trupult, og tá nú hesin bygningurin varð bygdur at kalla fyri kirkjudurunum, er tann trupulleikin sam- stundis loystur, sigur borgarstjórin. ej Strandfaraskip Land- sins betra alsamt um trygdina umborð á føroysku ferjunum. Trygdarútgerð fyri 10 milliónir krónur verður sett umborð í ár TRYGD Á SJÓNUM Edvard Joensen Størru ferjurnar hjá Strand- faraskipum Landsins fáa nýggja trygdarútgerð fyri 10 milliónir krónur ísetta í ár. Talan er um nýggja trygdarútgerð á skipum, greiðir Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, frá. Útgerðin ger tað óneyðugt hjá fólki, sum skal av einum skipi, at loypa á sjógv, tá farið verður í bátin. Ofta hevur tað víst seg, at júst tað, at fólk eru vorðin køl,d hevur elvt til, at tey eisini doyggja í samband við skipsvan- lukkur. Nýggja trygdarútgerðin minnir mest um eina slisku, ella okkurt, sum næstan líkist eini hosu, greiðir Reidar Nónfjall frá. Hetta verður blást upp, og fólk glíða so niður ígjøgnum hetta rørið beinleiðis í gummibátin, sum liggur við síðuna av skipinum. Ein skipan, sum á donskum verður nevnd »Tørskoet evakuering«. Tað er nevniliga soleiðis, at ferðafólk á einum skipi, sum rýmast skal av, skal kunna fara beinleiðis úr uppihaldsrúminum, tey eru í, og niður í bátin. Báturin veðrur fyrst settur út og drigin fram at hesi lúkuni, sum fólkið skal ígjøgnum. So verður hendan sliskan blást upp, og fólk lata seg glíða niður ígjøgnum hana. Eitt sindur av fráviki er, alt eftir støddini á skipinum. Skipanin er umborð á Teistanum og verður í næstum sett upp umborð á Smyrli og Ternuni. Arbeitt veðrur umborð á Smyrli, meðan hann er í sigling. Tað er ikki bara at seta sjálva útgerðina um- borð. Men eisini onnur viðurskifti skulu vera í lagi, um útgeðin skal kunna brúkast til fullnar, sigur Reidar Nónfjall. Sum dømi nevnir hann, um eitt nú eldur er í skip- inum. Tá nyttar einki at seta eina slíka rýmingarútgerð upp móti eini heitari skipssíðu, tí tað smeltar hon bara burtur. Tí er neyð- ugt at isolerað skipið so væl, at tað ikki hendir. Millum annað tað verður gjørt umborð á Smyrli. Reidar Nónfjall sigur, at fólk frá Strandferðsluni, teirra millum hann sjálvur, hava roynt skipanina á framsýning uttanlands. Sjálvur fór hann gjøgnum eina 13 metra høga slisku. Og tað var ikki, sum kanska væntast kundi, nakar harður stoytur, tá hann kom í bátin. Alt er tillaga so, at tað verður so lagaligt sum gjørligt hjá tí, sum brúka skal útgerðina, sigur hann. Altjóða krøv Talan er um krøv, sum komin eru frá donsku sjóferðslumyndugleikun- um, sum gera, at hetta veðrur sett upp nú. Upprunaliga komu krøvini frá altjóða sjóferðslustovn- inum IMO og eru síðan tikin upp av ymsu nationalu myndugleikunum. Hetta, sum gjørt verður, skal gerast heilt skjótt, sigur Reidar Nónfjall. Um- borð á Smyrli eru teir í gongd, og Ternan stendur fyri næsta tørninum. Ternan fer á sleipistøð tann 19. september og verður tikin úr rutu í einar fýra vikur. Tá verður sam- stundis hendan nýggja út- gerðin sett upp, sigur stjór- in á Strandfaraskipum Landsins. Sum vanligt er, fer gamli Sam at røkja rutuna um Vestmannasund, meðan Ternan er burtur. Nýggj trygdarkrøv á ferjunum Hóast eitt privat felag hevur rikið Mykinesleiðina í summar, hevur skipið verið tað sama, og mann- ingin partvís tann sama, sum tá Strandferðslan rak rutuna SAMFERÐSLA Edvard Joensen Súlan hevur í summar siglt til Mykinesar fyri eitt privat felag. Og manningin umborð hev- ur partvís verið tann sama, sum tá Strand- ferðslan rak skipið, hóast Strandfaraskip Landsins hava latið rutuna frá sær. Í samband við grein um Mykinesleiðina í Sosialinum í seinastu viku, hevur onkur lesari vent sær til blaðið og spurt, hvusu tað ber til, at sama skip og sama manning sum vanligt siglir til Mykinesar, hóast leiðin er latin privatmanni at reka. Til hetta sigur Poul Jákup Thomsen, fólka- flutningsleiðari á Strandfaraskipum Land- sins, at tað er bara part- vís rætt, at so er. Tað er rætt, at Súlan hevur siglt. Men mann- ingin hevur bara onkun- tíð verið tann sama, sum fyrr. Men alla tíðina hevur verið talan um staðkent fólk, sum neyðugt er á hasi far- leiðini, leggur fólka- flutningsleiðarin dent á. – Og tá er tað heldur ikki alla manningina, vit tosa um, sigur Poul Jákup Thomsen. Hann sigur, at sær vitandi hevur verið talan um ein avloysara, sum fyrr hevur siglt við Súl- uni, og sum í eitt stutt tíðarskeið hevur verið umborð aftur í summar. Annars hevur tað verið sera skiftandi manning, sum siglt hevur til Mykinesar í summar, sigur hann. Og júst tað, at so ringt hevur verið at fingið fólk við Súluni, var orsøkin til, at heitt var á ein privatmann um at átaka sær siglingina. Men tað var heldur ikki lætt at fáa nakra avtalu yvirhøvur, sigur Poul Jákup Thomsen. Júst tí, at so ringt var at fáa fólk at binda seg fyri summarið. Hóast Poul Jákup Thomsen ikki vil koma inn á, hvat ein slík skip- an hevur kostað Strand- faraskipum Landsins, kann svar hansara mest- sum tulkast tann vegin, at Standferðslan hevur lagt pengar út fyri siglingina í summar. – Tá ein slík sertæn- asta verður avtalaðnfyri eitt so stutt tíðarskeið, kann roknast við, at hon verður eitt sindur dýrari, enn vanliga rutan, sigur hann. Partvís sama manning Gøtunøvn í Hósvík Ternan fær nýggja trygdarútgerð umborð, nú hon í næstu viku fer á sleipistøð Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4 Landsfundur Javnaðarfloksins í Vestmanna 14. og 15. september