týsdagur 11. september 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 174 - 11. september 2001
Nr. 174 - 11. september 2001
7
– Suðuroyar Sjúkra-
hús noyðist at bjarga
sær sum frægast við
fremmandum vikar-
um, sum eru her í
eina til tríggjar vikur
ísenn. Ein lækni á
Landssjúkrahúsinum,
sum hevur hug at
hjálpa til, sleppur ikki
fyri leiðsluni á Lands-
sjúkrahúsinum
HEILSUVERKIÐ
Áki Bertholdsen
Suðuroyar Sjúkrahús hong-
ur í einum klønum tráði.
Framtíðin hjá Sjúkrahúsin-
um er so óviss, at eingin
veit, hvussu lagnan verður.
Støðan er heilt einfalt tann,
at tað er at kalla ógjørligt at
fáa læknar at arbeiða á
sjúkrahúsinum í Suðuroy.
Nógva staðni rundanum
okkum er stórt trot á lækn-
um. Hetta ger, at tað so
skjótt, vit fara út um høv-
uðsstaðirnar í teimum stóru
londunum, er tað trupult at
fáa læknar. Og tá ið tað
knípur at fáa læknar at ar-
beiða í Jútlandi, í Mið og
Norðurnoregi og –Svøríki,
er tað eyðsæð, at tað er
hvaðna truplari at fáa lækn-
ar í størv í Føroyum – og á
teimum smærru sjúkrahús-
unum í Føroyum vísir tað
seg at vera heilt ógjørligt.
Hetta merkir eisini Suð-
uroyar Sjúkrahús sviðan av
og har er støðan nú so
álvarslig, at ongin veit,
hvussu framtíðin verður.
Fýra yvirlæknastørv eru
á Suðuroyðar Sjúkrahúsi.
Hesi seinastu nógvu árini
hava
læknaviðurskiftini
verið á heilt góðari leið við
tað, at tveir yvirlæknar
hava verið, Bogi Djurhuus
og Knud Steinø.
Men í fjør varð Knud
Steinø langtíðar sjúkra-
meldaður og hann er ikki
farin aftur til arbeiðis, fyrr-
enn í hesi vikuni vikuni.
Ì summar segði Bogi
Djurhuus harafturat upp og
fór til Svøríkis at arbeiða,
hann gavst 1. juni.
Frá 1. juni til fyrst í
september var sostatt óvist,
um nakar lækni fór at vera
á Sjúkrahúsinum yvirhøv-
ur.
Men nú Steinø byrjaði
aftur, er hann einsamallur
yvirlækni á sjúkrahúsinum.
Og tað sigur seg sjálvt, at
tað ber ikki til hjá einum
lækna at røkja alt sjúkra-
húsið einsamallur, tí ein
lækni kann ikki ganga vakt
altíð døgnið runt, alt árið.
Í fyrstu syftu varð tískil
roynt at útvega sjúkrahúsin-
um lækna frá 1. juni, fram
til fyrst í september, so at
sjúkrahúsið ikki lá heilt
ómannað hesa tíðina.
Í aðru syftu varð tí neyð-
ugt at fáa ein lækna afturat
Steinø frá fyrst í september.
Hesar báðar uppgávurnar
fór umsjónarmaðurin á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi,
Ronnie Midjord undir at
loysa beinanvegin í mei
mánaða.
Og tað eydnaðist eisini
við tógvið stríð at finna
eina loysn so at sjúkrahúsið
ikki kom at liggja heilt
ómannað frá 1. juni til fyrst
í september.
– Talan hevur verið um
útlendskar vikarar, sum
hava játtað at koma á
Sjúkrahúsið at arbeiða, alt
frá nøkrum heilt fáum døg-
um ísenn til eina, tvær, ella
tríggar vikur ísenn, sigur
umsjónarmaðurin.
Framtíðin ógvuliga
óviss
Og tað er heilt greitt, at
hevur tað verið trupult at
fáa lækna til Suðuroyar
Sjúkrahús í summar, verður
tað minst líka trupult fram-
yvir.
– Tað
hevur
gingið
ómetaliga strilti og enn er
støðan tann, at vit framyvir
noyðast at royna at bjarga
okkum sum frægast við
læknum, sum koma aðra-
staðni frá at arbeiða nakrar
dagar ísenn, sigur Ronnie
Midjord.
– Í løtuni eru avtalur
gjørdar við skiftandi dansk-
ar vikarar, sum koma at ar-
beiða nakrar dagar ísenn
saman við Steinø fyri tað
mesta av tíðini fram til 15.
oktober.
Men eisini í hesum tíðar-
skeiðnum kemur Steinø at
arbeiða einsamallur ein-
stakar vikur.
– Hinvegin er støðan full-
komiliga óviss eftir 15.
oktober, sigur Ronnie Mid-
jord.
Ronnie Midjord sigur, at
soleiðis sum hann sær støð-
una, verður einasti møgu-
leiki hjá Suðuroyar Sjúkra-
húsi at fáa læknar yvirhøv-
ur, at royna sum best ber til
at klára seg við vikarum,
sum koma higar eina viku í
senn, ella so.
– Men hetta er ein dýr
loysn, tí sjúkrahúsið skal
gjalda ferðaútreiðslurnar
fyri teir fremmandu lækn-
arnar og roknast kann tí við
ferðaútreiðslum upp á upp
til 4.000 krónur um vikuna.
Ein onnur loysn er at fáa
læknar av vikarskrivstovum
ymsastaðni frá. Men hesir
læknarnir kosta 50-60.000
krónur um vikuna, so tað
hevur sjúkrahúsið ongan
møguleika til, tí játtanin
skal haldast.
Landssjúkrahúsið
sigur nei
Alt sá annars nokk so ljóst
út, tá ið umsjónarmaðurin á
Suðuroyar Sjúkrahúsi í mei
mánaða fór undir arbeiðið
at útvega lækna til sjúkra-
húsið.
Jan Jespersen, sum er
yvirlækni á skurðdeildini á
Landssjúkrahúsinum, hev-
ur heilt nógva yvirtíð til
góðar og longu í mei mán-
aða
gjørdi
Suðuroyar
Sjúkrahús avtalu við hann
um at arbeiða á Suðuroyar
Sjúkrahúsi í frítíðini.
Avtalað varð gjørd um at
hann skuldi arbeiða á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi í einar 14
dagar um mánaðin í eina tíð
framyvir, onkran mánaða
eitt sindur minni og onkran
dag mánaða sindur meiri.
– Hevði hendan avtalan
hildið, var Suðuroyar Sjúk-
rahús sloppið í hvussu so er
fram til næsta summar, sig-
ur Ronnie Midjord
Men hendan avtalan varð
av ongum, tí leiðslan á
Landssjúkrahúsinum vildi
ikki lata Jespersen fara, tí
skurðdeildin
á
Lands-
sjúkrahúsinum er so illa
manna frammanundan.
Søkja eftir lækna
Ronnie Midjord sigur, at tá
ið tað gjørdust greitt,
hvussu trupult tað fór at
vera at fáa lækna til arbeið-
is á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
skrivaðu hann Almanna- og
heilsumálastýrinum bræv,
har hann kunnaði Sámal
Petur í Grund, landsstýris-
mann, um støðuna.
Úrslitið av tí var, at
landsstýrismaðurin
kom
suður á Sjúkrahúsið at
halda fund um málið.
– Niðurstøðan av fundin-
um var, at vit skuldu skriva
til yvirlæknarnar á skurð-
deildini og heita á teir um
at koma til arbeiðis á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi í frítíð-
ini. Men samstundis skuldi
Almanna- og Heilsumála-
stýrið søkja eftir einum
lækna.
Ronnie Midjord sigur, at
hann skrivaði til fimm yvir-
læknar á skurðdeildini á
Landssjúkrahúsinum við
fyrispurningi um tað bar til
hjá teimum at koma suður
at arbeiða ávís tíðarskeið.
Tveir av læknunum hava
svarað.
Hanus Bærentsen sigur,
at tað liggur ikki fyri. Og
Jan Jespersen boðar eina-
ferð afturat frá, at leiðslan
noktar honum at fara suður.
Hann søkti um at fáa
summarferiu í eina viku,
har hann kortini hvørki
hevði nakra vakt, ella nakra
skurðviðgerð,
men
tað
gekk leiðandi yvirlæknin
ikki á møti.
Tískil veit ongin, hvussu
støðan verður á Suðuroyar
Sjúkrahúsi eftir 15. oktober
og í øllum førum er tað
greitt, at frá Landssjúkra-
húsinum verður trupult at
fáa lækna.
Verður hugt eitt sindur
longri fram í tíðina, sær
framtíðin enn daprari út, tí
einasti yvirlæknin í føstum
starvi, Knud Steinø, er far-
in um tey seksti og er tí av
álvara farin at nærkast
pensjónsaldrinum..........
Suðuroyar Sjúkrahús
hongur í klønum tráði
Ronnie Midjord,
umsjónarmaður, sigur, at
framtíðin hjá Suðuroyar
Sjúkrahúsið er ógvuliga óviss.
Tað er sera trupult at fáa
lækna. Fram til 15. oktober
er trupulleikin partvíst
loystur- men, hvat hendir
eftir tað, veit ongin
Formaðurin í Grund-
lógarnevndini hevur
sent Høgna Hoydal
skriv, har hann ger
greitt, at endaligt
uppskot um grundlóg
ikki kann verða liðugt
á nýggjárinum
GRUNDLÓG
Eyðun Klakstein
Tíðarfreistin fyri grundlóg-
ararbeiðið kann ikki hald-
ast, og tí verður endaligt
uppskot
um
føroyska
grundlóg ikki liðugt á
nýggjárinum, soleiðis sum
ætlanin hevur verið.
Hetta ger Jóan Pauli
Joensen, formaður í Grund-
lógarnevndini greitt í brævi
til Høgna Hoydal, varaløg-
mann.
Sosialurin hevur umvegis
keldur í grundlógararbeiðn-
um fingið kunnleika til
innihaldið í brævinum.
Grundlógarnevndin hev-
ur seinastu vikurnar við-
gjørt arbeiðið hjá nevndini.
Allar partar í nevndini hava
sagt sína hugsan um,
hvussu grundlógararbeiðið
kann koma víðari, og hvat
krevst fyri at fáa eitt
endaligt uppskot um før-
oyska grundlóg.
Úrslitið av hesi viðgerð
er greið. Grundlógarnevnd-
in metir seg ikki kunna gera
uppskotið um føroyska
grundlóg liðugt í ár. Grund-
lógarnevndin kann heldur
ikki lata landsstýrinum eitt
fyribilsuppskot 1. oktober,
og nevndin hevur ikki
stundir
at
skipa
fyri
almennum hoyringum í ár.
Gera status
Støðan í grundlógarar-
beiðnum hevur havt við
sær, at formaðurin í nevnd-
ini, Jóan Pauli Joensen,
hevur sent varaløgmanni,
Høgna Hoydal, skriv, har
hann biður varaløgmann
taka neyðugu stigini, nú tað
er greitt, at tíðarfreistirnar,
sum eru settar, kunnu ikki
haldast.
Grundlógarnevndin ætlar
at lata landsstýrinum eina
statusfrágreiðing
1.
oktober, har nevndin eisini
ætlar at koma við einum
uppskoti um, hvørjir partar
av grundlógaruppskotinum
kunnu fáa endaliga nevnd-
arviðgerð í ár.
Langt á mál
Jóan Pauli Joensen heldur,
at arbeiðlagið í Grundlóg-
arnevndini hevur sum heild
verið gott, men hann heldur
samstundis, at ávísar broyt-
ingar kunnu gerast.
Arbeiðshátturin, sum er
staðfestur í arbeiðssetning-
inum hjá nevndini, ger, at
arbeiðið tekur langa tíð, og
skal grundlógaruppskotið
verða fakliga forsvarligt,
samstundis sum roynt verð-
ur at finna politiskar semjur
í nevndini, er framvegis
langt á mál.
Jóan Pauli Joensen held-
ur, at eitt uppskot um før-
oyska grundlóg kundi verið
liðugt á nýggjárinum, um
allir serfrøðingarnir vórðu
keyptir leysir til arbeiðið,
men hetta er óhugsandi. Tá
verður heldur ikki roknað
við, at almennu hoyringarn-
ar skulu gerast.
Løgtings- og fólkatings-
val eru farin at spøkja, og
formaðurin í Grundlógar-
nevndini heldur, at al-
mennu hoyringarnar verða
órógvaðar av valstríði, um
tær verða gjørdar í næstum.
Grundlógarnevndin vil
nú hava at vita frá varaløg-
manni, hvat skal henda víð-
ari í málinum.
Birgit Kleis er komin
til Føroya at kunna
seg við nýggja starvið
og samfelagið, hon
framyvir skal starvast
í
RÍKISUMBOÐ
Eyðun Klakstein
1. november tekur nýggjur
ríkisumboðsmaður
við
starvinum hjá statinum í
Føroyum.
Kvinna kemur í kvinnu
stað, tí tað verður Birgit
Kleis, sum kemur at loysa
Vibeke Larsen av sum
ríkisumboð.
Í hesum døgum er Birgir
Kleis á vitjan í Føroyum.
Hon er komin hendanvegin
at kunna seg um nýggja
starvið hjá sær og tað sam-
felagið, sum hon skal ar-
beiða í framyvir.
Birgit Kleis hevur áður
starvast hjá Ríkisumboðn-
um í Føroyum, og tí er hon
ikki heilt ókend við før-
oyska samfelagið og tað
starv, sum hann skal í.
Birgit Kleis hevur sein-
astu tíðina verið deildar-
leiðari í danska løgmála-
ráðnum.
Eingin grundlóg á nýggjárinum
Nýggja ríkisumboðið
vitjar í Føroyum
Formaðurin í
Grundlógarnevndini, Jóan
Pauli Joensen, heldur tað
verða óhugsandi, at endaligt
uppskot um føroyska
grundlóg kann verða liðugt á
nýggjárinum
Kvinna kemur í kvinnu stað. 1. november tekur Birgit Kleis við
starvinum sum Ríkisumboðsmaður í Føroyum. Hann loysir
Vibeke Larsen av.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6