Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 235 - 5. desember 2008 Hanus Kamban Eru muslimar óndir? Edgar Allan Poe heldur fyri, í síni gitnu kosmologi Eureka, at einaferð fer menniskjans tilvera at vera “tann hjá Jehova”. Upp ímóti hesi hugsan ber til at seta eina øðrvísi staðfesting - so væl- kenda, at hon mest minnir um fótatraðk – nevniliga hana, at tekniskur framburður og andalig menning ikki fylgjast at. Prome- theus, segði tann gløggi Arthur Koestler, heldur kós móti stjørnu- num, við einum swastika-merki í hjartanum. Rákið í heiminum í dag tykist bera prógv um sannleikan í hesi hugsan. Eftir forsetavalið í USA er undirtøkan fyri tí gamla – rasistiska og antisemitiska – felagsskapinum Ku Klux Klan vaksandi. Nøkur ár herfyri frætt- ist, at fordómar móti jødum vóru vaksandi í Europa. Men eisini ein annar bólkur hevur nú í nøkur ár fingið for- dómanna skammarblett á seg. Eg hugsi her um limir í tí triðju monoteistisku trúargreinini, Islam, og um ættina hjá Muham- med, arabarar. Muslimar verða í dag av mongum fólkum hildnir at vera óndir. Kendir menn, eisini her hjá okkum, umrøða uttan at blunka hesi fólk niðrandi. Á eini stevnu í 2002 hjá The Southern Baptists í Florida kallaði ein fyrrverandi leiðari, Jerry Vines, Muhammed “ein devulsbesettan pedofilan”. Fólk í túsundatali klappaðu hugtikin. Niðurstøðan tykist greið. Mus- limar og arabarar eru, í huganum á mongum, partur av eini lægri útgávu av mannaættini. Tann loyvda píningin Tá ið tað ber til at varpa út slíkar fíggindamyndir, uttan at nakar mælir ímóti, er tað kanska, tí at vit hava gloymt okkara egnu nýggjaru søgu. Tí nettupp hetta slag av demoniserandi fordómum breiddu nazistisk propagandatól út í 30-árunum og undir seinna heimskríggi. Undirritaði hevur sæð filmar, sum Joseph Goebbels læt fram- leiða, sum skuldu geva fólki upplýsing um pólskar jødar. Teir vórðu vístir fram sum verandi fátækir, skitnir, fullir í lúsum, grammir og óndir. Tað tykist við øðrum orðum, sum nøkur okkara, uttan at vita av, hava latið eina sjeyti ára gamla nazistiska menniskjamynd rína við okkum, og sum vit nú føra hetta bílætið yvir á eitt nýtt trúar- og mentanarsamfelag. Avleiðingarnar av hesi gongd eru álvarsamar. Hevur tú fyrst lýst ein bólk av menniskjum sum “undirmenniskju”, kanst tú fara við teimum hareftir. Í USA vórðu í 2002 bæði tann triðja Geneve- samtyktin og tann 700 ára gamla grundreglan um “habeas corpus” (rættin til at koma fyri ein dóm- ara stutt eftir handtøku) avtikin. Í skjóli frá hesum løgfrøðiliga kvetti vórðu og verða í dag mus- limar og arabarar í stórum tali handtiknir, fongslaðir og píndir, eisini um teir eru púra ósekir. Kókað livandi Ikki sjáldan verður hetta gjørt við tí snildu úbjóðing sum í USA verður rópt “rendition”. Hetta merkir, at sjálvt tað skitna arbeið- ið – píningin – verður framt í londum sum Egyptalandi, Sýra ella Saudi-Arabia. Hvussu víð- gongd slík píning kann vera, sæst, um vit fara til eitt land sum Usbekistan. Í hesum landi, sum í nøkur ár varð útvalt til at vera eitt serligt vinarland hjá USA, er dokumenterað, at fólk verða kókað til deyðis. Men hetta nervar okkum ikki. Vit sova okkara søta svøvn, fullvís í, at slíkur atburður móti okkara næsta er í lagi, tí tað eru tey røttu – undirmenniskjuni – sum verða soleiðis viðfarin. Tey kristnu og jødarnir Men her tykist tað, sum vit í vesturheiminum hava gloymt okkurt. Av røttum eru vit eisini í dag hørm og uppøst um, at árini 1933-45 blivu 6 milliónir jødar myrdir. Men tann lítið hugaligi sannleikin er, at tað vóru ikki muslimar, sum framdu hesa brotsgerð. Tað vóru vit, tað mentaða Europa. Adolf Hitler var ikki kristin maður. Men tann gróðrarbotnur, sum hansara ætlan spretti úr, var tann kristna siðmenningin. Antisemitisman hevði í øldir trivist væl, fyrst millum katolikk- ar og seinni millum trúbótarfólk. Martin Luther, sum íbirti trú- bótina og framvegis er tað mæt- asta navnið hjá hesi rørslu, førdi í sínum borðtalum fram tankar um jødarnar, sum Hitler og hans- ara harkalið í næstan bókstav- ligari merking gjørdu til veru- leika. Í eini sending í sjónvarpi- num fyri stuttum um jødanna søgu, varð ført fram av einum serfrøðingi, at bíblian goymir í sær tann kjarna, sum gjørdi jøda- týningina í Týsklandi møguliga. Ísrael Vit í vesturheiminum høvdu og hava alla orsøk til at skammast um tey morð og tann yvirgang, sum vórðu framd í fyrru helvt av 20. øld, og um ta rót, hesar ræðu- ligu hendingar høvdu í okkara kristnu trúgv og mentan. Av somu grund var tað okkum ein lætti, at eitt ríki bleiv sett á stovn í 1948, sum skuldi vera grið- staður hjá heimsins jødum. Tað nýggja landið í Miðeystri – Ísrael – hevur av somu orsøk fingið serliga vælvild frá USA og londum í Europa. Meðan tey sár, vit sjálvi høvdu elvt, vóru um at vera grødd, og tann sorgarsøga, vit vóru atvold í, varð skapt um til eina gleði- søgu, gloymdu mong okkara eitt. Í Palestina búði frammanundan eitt fólk, ein tjóð, við síni egnu mentan, sínum máli og síni søgu. Lukkulig um, at søgan fekk ein góðan enda, lótu vit eyguni aftur fyri tí sannroynd, at medaljan hevði eina sera ónossliga rangu. Men Ísrael er eitt í mongum lut- um framkomið ríki, og tess nýggjara ættarlið av søgufrøð- ingum hevur víst hesi baksíðu ein vaksandi áhuga. David Ben-Gurion Tá ið undirritaði var ungur, vóru tað mong okkara, sum hávirdu politikarar ella herovastar sum David Ben-Gurion, Goldu Meïr, Moshe Dayan og Yigal Allon, fyri bara at nevna nøkur dømir. Men eftir at søgufrøðingar hava kannað Ísraels nýggjaru søgu, hevur myndin av hesum reyst- kappum fingið ein fjølbroyttari - og flekkutari - dám. Tak hetjuna yvir øllum hetjum, Ben-Gurion, sum var Ísraels fyrsti forsætisráðharri. Tað vísir seg nú, at hesin maður, mong ár áðrenn hansara ríki varð sett á stovn, hevði sett sær sum mál at ræna jørð og land frá teimum arabarum, sum áttu tað, og at reka teir burtur úr sínum ríki. Fyri at rættvísgera sín politikk breiddu hann og felagar hansara út ta mýtu, at einki palestinskt fólk var til. Politikkurin hjá hesum manni og hansara lagsbrøðrum var við øðrum orðum eitt fullgott dømi um tað, vit í dag rópa etniska útreinsan. Ben-Gurion, sum frá 1941 rópti henda politikk “transfer” (t.e. flyting), duldi ikki fyri síni æltan og segði bart út, at henda burturflyting neyðturviliga mátti vera “eirindaleysur tvingsil” (ruthless compulsion). Hesin politikari og statsmaður, dyrkaður í vesturheiminum sum mætur demokratur og javnaðar- maður, var, hvat hansara politisku framferð viðvíkir, í roynd og veru ein ísraelskur Milosevitj. Krossferðin móti Iran Hetta mál er eitt gott dømi um ta vídd av virtual reality, sum eyðkennir okkara fjórða stats- vald. Tí hóast m.a. bæði Benny Morris og serstakliga Ilan Pappe (í bókini The Ethnic Cleansing of Palestine, Oneworld, 2006) hava greitt væl og virðiliga frá hesum viðurskiftum, hava vesturlendskir miðlar ikki rættað sína følsku idealmynd av David Ben-Gurion. Eitt annað dømi um sama tykisheim er umrøðan av Iran og av vesturheimsins politikki mótvegis hesum ríki. Vit lesa ella hoyra í heilum um, at USA og Ísrael hava í hyggju at loypa á hetta landið. Sum orsakir til eitt kríggj móti tí gamla persiska ríkinum verður nevnt, at iranar vilja framleiða kjarnorku, og at tann iranski forsetin skal hava í hyggju at beina fyri Ísrael. Ruðuleikans verkfrøði Sambært rithøvundinum Jonathan Cook hava heykar í Ísrael og USA leingi virkað fyri at fáa alt Miðeystur at detta sundur Martin Luther (1483-1546). Hansara antisemitisku borðtalur peika fram ímóti nazistanna jødapolitikki