fríggjadagur 5. desember 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
19
songina, kann rokna við onkrum
góðum. Men hetta vita mannfólk
ikki altíð, tí ongin hevur fortalt
teimum tað, sigur Joan Ørting,
sum nú kemur inn á evnið, sum
næsta bók hennara snýr seg um:
At mannfólk ynskja at gleða
kvinnuna! Er hon glað, eru øll
glað – eisini maðurin og børnini.
– Kvinnur hava til allar tíðir
kommunikerað við menninar við
at koma við ábendingum. Men
mannfólk skilja ikki tað ósagda og
kunnu sjálvandi heldur ikki lesa
tankarnar hjá kvinnuni. Fyri alt í
verðini vil hann gleða kvinnuna,
men hon má fortelja honum,
hvussu hon vil hava tað. Eisini,
hvussu hann skal gera tað
romantiskt, greiðir hon frá.
Í hesum sambandi nevnir hon
eisini nátt- og undirklæðini, sum
skulu vera rein og lekkur.
– Her er traditionelli silkiundir-
kjólin við blondum perfektur,
bæði til at elskast og at sova í, tí
ofta dámar kvinnum ikki at vera
heilt naknar, greiðir hon frá.
Privata vaksnarúmið
Hjúnarúm eru alt ov ofta eitt
litleyst stað, sum onki sigur um
eigararnar. Ella eitt kalt og ljóst
rúm við sveittaroyki, linoliums-
gólvi og hárfeittutum koddum.
Kanska er rúmið enntá eisini
klædnagoymsla við strúkibretti,
baljum og skititoyskurv. Myndir
av børnunum, leikur og annað
fortelur, at hetta rúmið eiga øll,
men ongin er góður við tað.
– Og har skulu fólk trívast,
elskast og dyrka hvønn annan,
sigur Joan Ørting, sum staðiliga
slær fast, at hjúnakamarið ikki er
ein klædnagoymsla, men eitt
vaksnaparadís, har onnur skulu
banka uppá, áðrenn tey koma inn.
– Tað er sjálvandi í lagi, at
børnini krúpa inn til foreldrini um
morgunin. Men annars skulu
bæði børn og sjónvarp út. Bæði
eru tann vissi deyðin fyri sexlívið,
sigur Joan Ørting.
Lagt til rættis: Rigmor Dam