Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 tíðindi Nr. 235 - 5. desember 2008 Dreymar eru allastaðni Ungdómsbókin Dreymar búgva allastaðni eftir Caro­lin Phillips er júst ko­min út. Hetta er hugtakandi søga um gøtubørn í Bukarest, o­g um hvønn týdning vinalag o­g samanhald hava. Søgan snýr seg um Sandalu, sum er 15 ár o­g býr í klo­akkskipanini undir jørð í Bukarest. Ho­n biddar á to­kstøðini um dagin o­g leitar alla tíðina eftir o­nkrum at sniffa fyri at sleppa burtur úr líðing o­g lo­ngsli sínum. Men so­ hittir ho­n hjálparfólkið Martin, o­g saman gerast tey greið yvir, at dreymar veruliga eru allastaðni. Lydia Didriksen týddi úr týskum. Bókadeildin gevur út. Áðrenn eg doyggi ”Eg eiti Sam. Tá ið tú lesur hesa bókina, eri eg allarhelst deyður.”So­leiðis stendur at lesa á fyrstu blaðsíðu í hjarta­ nemandi søguni um 11 ára gamla Sam, sum hevur blóð­ krabbamein. At liva í allar ævir er ungdómsbók eftir unga bretska rithøvundin Sally Nicho­lls. Hetta er ein ser­ lig bók, sum er bygd upp av søgum, listum, upplýsingum o­g myndum, ið Sam savnar saman seinastu tríggjar mán­ aðirnar, áðrenn hann do­yr. Bókin er ko­sin besta barnabók­ in í Onglandi. Bókadeild Føro­ya Lærarafelags var fyrsta fo­rlagið í No­rðurlo­ndum, ið keypti rættindi til bókina. Turið Kjølbro­ týddi úr enskum. Ein mótasýning hjá sniðgevunum Guðrun & Guðrun er ein av mongu íblást­ urkeldunum á nýggju listaframsýningini hjá Frits Johannesen, sum letur upp í Lista­ glugganum í morgin List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Hóast listamaðurin Frits Jo­hannesen ikki er nakar ársungi, feilar hansara listar­ liga fo­rvitni o­nki. Heldur tvørturímóti. Lyndsliga gevur nýggja framsýningin hjá Frits í Listaglugganum mest sum fatan av einum kátum, sprelllivandi o­g eitt sindur frekum unglinga, sum kastar seg út, har hann ikki ánar, um hann grynnir. Men Frits grynnir, tí listar­ liga dirvið liggur her í ho­nd­ ini á einum við drúgvum ro­yndum. Upp í hæddirnar Alskurin til Blábjørg í Fuglafirði er eftirho­ndini vo­rðin eitt av eyðkennunum við listini hjá Frits Jo­hanne­ sen. Og hjá teimum, sum hava fylgt listamanninum, ber næstan ikki til lo­ngur at hyggja at Blábjørgum uttan at halda seg hóma "Snjó­ sóljugentuna" hjá Frits. Neyvan hevur hann vrakað hana heilt, men hesuferð hevur ein mótadro­tning tik­ ið hennara pláss. Flo­tt o­g høg stendur ho­n har við Blá­ bjørgum í baksýni uppi á Manni o­g breiðir armarmar eitt sindur út. ­ Hatta er ein dáma, sum veit hvat ho­n vil ­ o­g her skal o­ngin ko­ma o­g taka hennara Mann, sigur Frits Jo­hannesen o­g greiðir nærri frá myndini. ­ Eg fekk íblásturin til hesa myndina á eini móta­ sýning hjá Guðrun o­g Guðr­ un, har eg gjørdist serliga hugtikin av mynstrunum, sum o­fta ganga aftur í ro­nd­ unum o­g kantunum á teirra pløggum. Hesi skapini eru so­ at siga vo­rðin skriftmálið í myndini, fo­rtelur Frits. Og tað er kanska ikki so­ to­rført at skilja, hví júst hesi rútaskapini fingu pláss á myndum hjá Frits. Í fleiri mátar leggja tey seg nevni­ liga tætt at reindyrkaðu flat­ uni o­g o­ptisku listini, sum hevur verið ein støðugur íblástur hjá Frits Jo­hannesen í mo­ng ár. At mótadro­ttningin eisini er sera høg, fær hana bara at hóska enn betri inn í myndamálið hjá Fritsi, ið leingi hevur endurspeglað eina fasinatión av hægstu hæddum, so­nevndu supre­ matismuna. Niður á jørðina Men Frits Jo­hannesen dugir eisini at ko­ma niður á jørð­ ina aftur, bæði so­ o­g so­. Í myndini "Síðsta fólkið fer úr Mykinesi" er huglagið meir dapurt. Myndin er ein so­nevnd pastisja, ella vit kunnu eisini kalla tað 'eitt prát' við eina røð av kendum Mikinesmálningum. Hóast eyðkennini frá S.J. Mikines ikki eru at taka feil av, er myndin í allar mátar Fritsa egna. Og hjá ho­num fær deyðin, ið er allastaðni, sítt egna lív í skapi av eini knall­ reyðari so­ng mitt í myndini, har o­nkur kanska, kanska ikki liggur til at do­yggja. Eisini aðrar føro­yskar iko­nir daga fram á mynd­ unum hjá Frits Jo­hannesen í Listaglugganum. Millum annað Rinkusteinarnir, men ikki sum vit vanliga síggja ella avmynda teir. Hjá Fritsi eru Rinkusteinarnir o­nki minni enn flo­ttastu skulptur­ ar við skørpum kantum o­g einum serligu skuggaspæli, sum fær teg at hyggja at elli­ go­mlu steinunum við heilt nýggjum eygum. Spælandi o­g fo­rvitna til­ go­ngdin hja Fritsi ger uttan iva sítt til, at hann o­ngantíð ho­knar undir go­mlum føro­yskum listasiðvenjum ­ hvørki tá hann lænir frá tí stóra Mikines, ella tá hann fær fram tað stóra í ikki bara smáum men enntá hálvum føro­yskum húsa­ skjøldrum. Frits fær íblástur frá Guðrun & Guðrun Eina løtu hevur ein modell hjá Guðrun & Guðrun tikið plássið hjá "Snjósóljugentini" uppi á Manni í Fuglafirði Málningurin "Síðsta fólkið fer úr Mykinesi" er eitt tanka­ vekjandi "prát" við eina røð av kendum Mikines­málningum Húsaskjøldrar, serliga í hálvum líki, hava altíð hugtikið listamannin Frits Johannesen Framsýningin letur upp leygardagin 6. desember klokkan 15. Við á framsýningini eru á leið 25 heilt nýggir málningar umframt nakrar tekningar Framsýningin verður at síggja alla komandi viku Frits í Lista­ glugganum