fríggjadagur 5. desember 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
Klaksvíksgentan Annika
Kunoy bleiv eina stóra
uppliving ríkari í summar,
tá hon og koreanski mað
urin, David Im, giftust og
hildu brúdleyp í Seoul í
Suðurkorea.
– Har er siðurin, at foreldr
ini bæði gjalda og leggja
alt til rættis, so tey fáa
eisini allar gávurnar.
Vit skuldu bara møta
upp, sigur 23 ára gamla
Annika Kunoy Im, sum
býr og lesur í USA
– Tað besta var at sleppa at lata
meg í traditionella koreanska bún
an og kongaligu kápuna. Tá kendi
eg meg sum eina ordiliga asiat
iska prinsessu. Men tað var eisini
spennandi at uppliva munin á okk
ara og teirra mentan, tí nú skilji
eg betri bakgrundina hjá David,
og hvat verður væntað av okkum.
Orðini eigur 23 ára gamla Ann
ika Kunoy, sum fyri umleið einum
ári síðani fann útav, at tað skuldi
vera hon og 22 ára gamli kore
anski David Im restina av lívinum.
Hetta var bert fáar vikur eftir, at
Annika var flutt til USA at lesa
journalistikk. Tað var eisini í sam
bandi við lesnaðin at fast bleiv
millum hana og David, sum lesur
stjórnmálafrøði á sama læru
stovni.
– Vit hittust fyrstu ferð á einari
útferð fyri altjóða næmingar. Vit
funnu útav, at vit høvdu nógvar
felags meiningar og svingaðu
væl, so aftaná eina tíð komu vit
saman, fortelur Annika, sum
beinanvegin játtaði, tá David,
fimm mánaðir seinni, bað um
hond hennara. Áðrenn hevði
hann tó longu skrivað og biðið
um hond hennara frá komandi
verfaðirinum í Klaksvík!
Vígd í Betesda og Seoul
Fyrst í august vóru so eini 100
fólk boðin í forkunnugt brúdleyp í
Betesda í Klaksvík, har høvi var at
hitta útlendska mannin, sum
Kendi meg sum eina
28