fríggjadagur 5. desember 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 5. desember 2008
29
Sethús – Djóna í Geilsgøta 9 –
Vaktarhúsbrekka 2, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum. Niðasta hædd og miðhæddin eru
72 m2 og ovasta hædd er 50m2. Hartil eru 20m2 úthús – í
alt 214m2. Grundøkið er 351 m2. Byggiár: 1958. Húsini eru
dagførd so við og við. M.a. er tak, klædningur, vindeygu,
hurðar, ketil og oljufýr skift. Í miðhæddini er inngongd,
durur, gongd, køkur, borðsstova / stova við útgongd til
útgólv, hjúnarrúm, baðirúm og 1-2 kømur. Í ovastu hædd
er trappugongd, kamar, alrúm / stova / kamar. Í niðastu
hædd er inngong, durur / gongd, kamar, køkur, stova,
kamar, millumgongd, baðirúm, vaskirúm, fýrrúm / kjall-
ararúm og garaga. Húsini standa í friðarligum umhvørvi
nær miðbýnum og stutt er til skúlar, dagstovnar, handlar
o.m.a. Húsini standa nær miðbýnum.
Prísuppskot : 1.900.000,00
Sethús – Sivarsvegur 12, Hoyvík
Sera snøggu og framúr væl hildnu húsini eru í 3 hæddum.
Miðhæddin er 108 m2, niðasta hædd 102 og ovasta hædd
um 70 m2 – í alt 280 m2. Grundøkið er 502 m2. Byggiár:
1983, men húsini eru dagførd og viðlíkahildin, so tey eru
sum nýggj. Í miðhæddini er hjallur, inngongd, durur,
gestawc, hall / trappugongd, køkur / alrúm, grovkøkur /
brygges við útgongd til hjallin, stór borðsstova / stova við
útgongd til altan / útigólv. Í erva er trappugongd, hjúnar-
rúm, baðirúm og 3 kømur – eitt við útgongd til altan. Í
neðra er inngongd, gongd / fýrrúm, trappugongd, vaski-
rúm, turkirúm við útgongd til snóratræ, ítrivsrúm,
goymslurúm og sera snøgg garaga. Lætt at gera íbúð í
niðastu hædd. Sera snøggur garður / urtagarður er uttan-
um. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barna-
vinaligum umhvørvi við blindan veg. Dagstovnar, býlings-
hús, skúlar, sparkivøllur og busssamband er nær við.
Prísuppskot : 2.600.000,00
Sethús – oman Hoydalar 29, Hoyvík
Húsini eru 2 hæddum við 4 íbúðum – samlað búvídd á
uml. 300 fermetrar. Grundøkið er 814 m2. Byggiár: 1978.
Íbúð 1 uml. 135 m2: Í neðra er inngongd, durur / gongd /
trappugongd, baðirúm, kamar, køkur / alrúm við útgongd
til útigólv. Í erva er stova við útgongd til altan, 1-2 kømur,
millumgongd, baðirúm og 1 kamar. Íbúð 2 uml. 40 m2: Í
neðra er inngongd, gongd, baðirúm, køkur / stova, kamar.
Íbúð 3 (2 leigumál) uml. 72 m2: Í neðra er inngongd,
gongd, baðirúm (felags), A) kamar við tekøki. Í erva: B)
køkur, stova, kamar. Íbúð 4 uml. 50 m2: Inngongd, gongd,
køkur / stova, havastova, baðirúm, 2 kømur. Runt húsini er
garður / urtagarður. Húsini standa í áttúruvøkrum, veður-
góðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við
frálíkum útsýni. Dagstovnar og skúlar eru nær við.
Prísuppskot: 2.500.000,00 kr.
Virkisbygningur – Klaksvíksv. 54, Klaksvík
Talan er um Filana, gamla spinnaríið í Klaksvík, bygning-
urin er í 3 hæddum. Byggiár 1967. Búøkið 217 fermetrar.
Øll niðara hæddin ( handilshøli) gjørd av nyggjum í 2006,
og nýggj oljufýr og ketil frá 2006. Eisini er nýtt elektricitet
lagt inn.Húsini eru stoypt upp men ovara síða er klødd við
timbri.
Verður selt um hóskandi boð fæst
Tvíhús – Heygsvegur 16, Tórshavn
Talan er um eini nýgg tvíhús har alt er gjørt bæði innan og
uttan. Grundøkið er 416 fermetrar til víddar. Húsini eru í
tveimun hæddum, har hvær hæddin er 78 fermetrar til
víddar. Á veghæddini er gongd, 3 kømur, baðiverilsi,
bryggers pg trappa til 1. hædd. À 1. hædd er gongd, stova
og køkur við atgongd til altan, kamar við atgongd til altan
og baðirúm. Húsini liggja væl fyri, 10.min oman í býin,
sera góðan sólargang og gott útsýnið.
Prísuppskot : 2.450.000,00 kr.
Grundstykki – undir Gráasteini 46, Tórshavn
Talan er um eitt grundstykki, 556 fermetrar til víddar.
Stykkið er sera slætt og lætt er at planera. Liggur friðaligt
og frítt fyri, nakað av útsýni, tætt við dagstovn og
komandi skúladepil við Marknagilsvegin. Skjótt til gongu
heim í miðbýin.
Verður seld, um hóskandi boð fæst.
Sethús – Fagralíð 3, Skála
Nyggju sethúsini eru í 3 hæddum Ovasta hæddin íð ikki
er inrættað, er 80 m2, miðhæddin er 108 m2 og kjallari
108 m2, íalt 296m2. Grundøkið 1545 m2. Byggiár: 2003. Í
miðhæddini er gongd, baðirúm við brúsu,klædnarúm, 2
kømur køkur, stova, trappa niður til niðastu hædd og
trappuuppgongd til loftið. Í niðastu hædd er, gongd,
kamar, wc, goymslurúm, vaskirúm/fýrrúm og garaga.
Húsini hava føroyaprofilklædning, plastikkvindeygu og
takið er aluminium, við íð keypinum er eisini tilfar til
inrættan av loftið. Húsini standa væl fyri í friðarligum og
barnavinaligum umhvørvi, hava sera gott útsýni og eru
tætt við allar hentleikar.
Prísuppskot: 1.650.000,00 kr.
Raðhús – Maritugøta 83 Hoyvík
Frálíka snøgga raðhúsið er í 2 hæddum á 57 m2 og úthús
/ hjallur á 3,6 m2 – í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til
amboð v.m. á uml. 50 m2. Grundøkið er 130 m2. Byggiár:
2007. Í niðaru hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd,
køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv
/ terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baði-
rúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum, frið-
arligum og barnavinaligum umhvørvi í góðum granna-
lagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusarbreyt. Har
eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA-sparkivøllur og
fleiri spælipláss.
Prísuppskot : 1.900.000,00 kr.
Sethús – Giljavegur 23 Sandavágur
Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd á 160 m2.
Grundøkið er 1.067 m2. Byggiár: 1947, men húsini eru
høvuðsumvæld og dagførd í fleiri umførum í 2000, 2003
og 2007, so tey nú eru í góðum standi. Alt er nýtt: vatn, el,
hiti, kloakk, baðirúmið, kømurini á loftinum, hitarør, nýggj
frárensl og bjálvað er undir gólvinum í miðhæddini. Í
miðhæddini er inngongd, gongd / garderoba / trappurúm,
køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til stórt
útigólv. Í ovastu hædd er trappupallur / spælirúm / gongd,
hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er
inngongd, vaskirúm, fýrrúm, kjallararúm og stórur hjallur.
Runt húsini er garður / urtagarður. Húsini standa væl fyri
við høvuðsveg í friðarligum, vøkrum og veðurgóðum
umhvørvi við ánna, ítróttarøkið og kirkjuna. Stutt er til
barnagarð, vøggustovu, skúla og busssamband. Frálíkt
útsýni er yvir bygdina og vágna
Prísuppskot : 1.000.000,00
Jørð – Vágur, Vágur
Jørð – í Brekkubø –, Vágur.Talan er um eitt stórt jarðar-
stykki á knappar 7.000 m2, sum samb. galdandi byggi-
samtykt fyri Vágs kommunu liggur í B2-bústaðarøki.
Jørðin liggur sera væl fyri í friðarligum og veðurgóðum
umhvørvi, mitt í bygdini, skjótt til handil og skúla. Sera
gott og vakurt útsýni út á førðin.
Verður seld, um hóskandi boð fæst.
Íbúðarbygningur – Íslandsv. 24, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum á 2x114 + 1x91=319m2 við 4
íbúðum. Grundøkið er 640 m2. Byggiár: 1967 / 1992.
Húsini eru væl bygd við betondekki millum hæddirnar og
eru dagførd so við og við. M.a. er klædningur, vindeygu
og úthurðar skift og onnur íbúðin í miðhæddini er
dagførd í 2001 og onnur í neðra í 2005. Íbúðin í vestara
partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur,
stova og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðin í eystara partinum í miðhæddini hevur
inngongd, gongd, køkur, borðsstova / alrúm, stova, kamar
og goymslurúm. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðirnar í ávikavist vestara og eystara
partinum í niðastu hædd hava inngongd, gongd, stova /
borðsstova, baðirúm og kamar. Les meira á www.inni.fo.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Grundstykki – Skopun
Talan er um eitt jarðastykki, sum er velt, býtt í fýra partar,
ávikavist 1332, 306, 310 og 174 fermetrar til víddar.
Stykkini liggja heilt einastandi væl fyri, tætt við bygdina,
íalt 2.200 fermetrar, væl egnað til seyð, úthús o.a. Vegur er
til jørðina. Útsýnið er einastandandi gott út á førðin
Verður selt, um hóskandi boð fæst.
Íbúð – Maritugøta 38, Hoyvík
Nýggj marglætisíbúð, klár at flyta inn í. Talan er um eina
endaíbúð á aðru hædd 78 fermetrar + 4 fermetrar
goymslurúm. Harafturat er lemmur uppá stórt ovastaloft,
vælegnað til goymslu. Byggiár: 2006. Íbúðin er væl gjørd í
góðum byggjaríi við góðum tilfari, hon er nýmálað og
gólvini eru matt lakerað ask. Í baðirúminum, gongini og
goymslirúminum eru flísar við hita í. Allar hvítvørur eru av
besta merki. Betonveggir eru millum íbúðirnar og beton-
dekk millum hæddirnar, so ikki hoyrist ímillum. Har er
goymslurúm, inngongd, gongd, baðirúm / vaskirúm,
hjúnarrúm, kamar, køkur / alrúm / borðsstova / stova við
útgongd til altan. Íbúðin liggur í friðarligum og veður-
góðum umhvørvi við góðum grannalagi. Har er sera
barnavinaligt við spæliplássi og FIFA-vølli beint við.
Dagsstovnur og býlingshús er nær við, og bilfrí gøta er
millum býlingarnar og oman til skúla. kirkju, handil m.v.
Íbúðin verður seld um nøktandi boð fæst.
Íbúð – N . Pálsgøta 6, Tórshavn
Íbúðin er í ovastu hædd og er 54,9 m2. Grundøkið er 1/3
av 119 m2. Húsini eru bygd í 2008 sum lágorkuhús við
hitapumpu. Vaskimaskina, turkimaskina og allar inn-
leggingar eru við. Har er felags inngongd, trappugongd,
egin inngongd, gongd / alrúm / borðsstova / stova /
køkur við útgongd til franskan altan, baðirúm og kamar
við skápum. Íbúðin liggur í ovastu hædd á nýbygdum
húsum mitt í miðbýnum við útsýni yvir Vaglið og oman í
Vágsbotn, og stutt er til alt.
Prísuppskot: 1.200.000,00 kr.