Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið asiatiska prinsessu Annika hevði kosið sær. Við í føroyska brúdleypinum vóru eisini foreldrini hjá David, sum bæði eru koreansk, men búgva í Jemen, har tey eru trú­ boðarar. Av tí sama hevur David, sum á koreanskum eitur Wonik Im, eisini búð nógva staðni í heim­ inum, eitt nú í Korea, Onglandi, Jemen, Týskland og nú í USA. Annika fortelur, at hóast David ikki hevur búð í Korea síðan hann var fimm ára gamal, so ynskti hann sær eisini eitt koreanskt brúdleyp. – Hetta kemst helst av, at hann hevur eitt serligt tilknýtið til heimlandið. Og við at hava brúdleyp har, kundu vit gleðast saman við hansara kæru eisini, sigur Annika, sum nú er komin uppá pláss aftur í lítla býnum Siloam Springs við 20.000 íbúgvum í miðamerikanska statinum Arkansas, har hon og David búgva og lesa. Alt undir somu lon Men enn minnist hon við einum brosi aftur á spennandi dagarnir í Seoul í Suður Korea í august, har hon, fyri aðru ferð, játtaði kær­ leikan til hjartans kæra vin sín, David. Men hetta var nakað væl øðrvísi, enn brúdleypið í Betesda vikuna fyri. Tí fara vit nú eina lítla ferð sam­ an við Anniku, bæði í rúm og tíð. Til Seoul í Suður Korea, sum er ein sera framkomin býur, har flest øll eru rættiliga væl fyri, arbeiðs­ som og vælútbúgvin. Brúdleypið hjá Anniku Kunoy og David Im fór fram í einum stór­ um bygningi; bæði fyrireikingar­ nar, vígslan og gestaboðið aftaná. Millum annað er ein heil hædd, har alt til brúdleyp fæst til keyps. – Tað var eisini har eg bleiv pyntað. Hárið varð sett, eg bleiv smurd og vit leigaði kjólan, alt á sama staði, sigur Annika. Bæði Annika og David vóru í traditio­ nellum koreanskum veitsluklæði, saman við einari serligari konga­ ligari kápu, sum er sera kostnaðar­ mikil og ikki verður brúkt longur. – Nógvir av gestunum høvdu ongantíð sæð eina royala kápu fyrr, burtursæð frá á myndum. Men mamma David fekk lokkað handilskonuna at leiga okkum klæðini til alla vígsluna, og ikki bara til myndirnar, forklárar Annika og flennir. Um middagstíð varð farið upp á eina aðra hædd í sama bygningi og har fór sjálv vígslan fram. – Tey ganga ógvuliga høgt uppí, at alt skal vera stílfult og flott, og hølið var pyntað við livandi blóm­ um, silkibondum og glas ljósa­ krúnum, sigur Annika, sum var beind yvir í eina vakra sofu í einum lítlum pyntaðum rúmi. Har kundu gestirnir so koma inn at heilsa uppá fremmandu ljós­ hærdu kvinnuna, sum David hevði valt sær til konu. Men fyrst skuldu fólk heilsa uppá brúð­ gómin og foreldur hansara, sum stóðu við høvuðsdyrnar og tóku ímóti teimum umleið hundrað gestunum. – Hetta var fyrstu ferð, eg heils­ aði uppá tey, so har vóru nógv nýggj andlit, nøvn og heiti, eg mátti royna at minnast. Næstan øll søgdu, hvussu vøkur eg var og klæðini eisini. Koreanarar hámeta vakurleika, so hetta var tað fitt­ asta, tey kundu siga. Eisini vildu øll sleppa at taka myndir av mær saman við teimum, so eg havi ongantíð verið við á so nógvum myndum fyrr, greiðir hon frá. Skjótt og greitt Síðan fóru gestirnir inn í veitslu­ hølið at sita. Dávid fór inn eftir Anniku, sum hann førdi upp til altarið, meðan pápabeiggi hans­ ara spældi eitt koreanskt lag undir. Presturin vígdi tey á kore­ anskum, men vígslan varð eisini umsett til enskt. Aftaná kom ein annar prestur og signaði brúðar­ pari. – Hesin kom frá samkomuni, sum mamma David vaks upp í. Hann hevði kent David síðani hann var smádrongur, so hetta var ein sera kensluborin løta, sigur Annika. Beint eftir vígsluna vórðu øll Framhald á næstu síðu 29