fríggjadagur 5. desember 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 235 - 5. desember 2008
Sparingar raka ofta meint,
men sjáldan beint.
Onkur klókur skal hava
sagt, at Tilhaldini eru ikki
lívsneyðug, og tí er
møguligt at spara tey
burtur, nú sparast skal.
Tað er nógv, ið ikki er
lívsneyðugt, um vit hugsa
um bráðan deyða.
Ivaleyst høvdu vit komið
undan við lívinum, høvdu
vit ikki bøkur, tónleik,
operahúsið í Sydney,
standmyndina av Effersøe
á vaglinum ella grasvøllin í
Gundadali.
Men fólk skulu ikki bert
liva, tey skulu eisini vera.
Flestu aldursbólkar hava
síni einkarbørn, tá hugsað
verður um at vera.
Soleiðis er eisini í
Føroyum, men tað eru
aldursbólkar, ið ikki hava
eins sterka rødd og aðrir,
og tí gloyma okkara
lógarsmiðir og aðrir róðurs
menn ofta hesar stillføru
røddir í hurlivasanum av
paragraffum og talrøðum.
Eg havi haft tað stóru
gleði at eygleitt hvussu
Tilhaldið í Tórshavn hevur
ment ”seg” til ein sannan
orkudepil.
Her savnast ein aldurs
bólkur, sum hevur lagt
rygg til teir lunnar, ið vit
yngru hava bygt okkara
ríku tilveru omaná.
Hesi fólk hava veruliga
dugað at hildið fast við
hugtakið, at vera, sum vit
onnur, ið veruliga hava
tíðina til at vera, kanska
hava gloymt ella illa duga
at finna rúm fyri í okkara
fjáltrandi gerandisdegi.
Men tey hava eisini í
stóran mun dugað at gera.
Eitt er ein bygningur og
ein bankaboks. Eitt annað
er eitt savningarstað, har
fólk kunnu mennast og
kennast, savnast og vera
ella savnast og gera.
Har fólk, ið eru borin í
heim eina øld undan fyrstu
telduni, kunna fáa rúm,
tøkni og stuðul til at fáa
innlit í verð teirra ungu,
har fólk við vetrartyngd
kunnu savnast um ljós ella
handaligt arbeiði, har fólk
kunnu lesa (Tilhaldið
hevur eitt bókaríkt bóka
savn), syngja, spæla kort,
gera mat ella bara tosa
saman.
At eta saman er ikki
nøkur sjálvfylgja. Tú skalt
hava onkran at eta saman
við.
Fyri meg hevur hetta
hugtakið fingið eitt nýtt
innihald.
At eta saman við ættar
liðnum undan mær, sum
undir kønari leiðslu og við
lívslongum royndum
stórari arbeiðsgleði heldur
hús fyri javnaldrunum, er
av sonnum nakað, ið setur
eitt miðaldrandi fjálturslív
í perspektiv.
Eg kundi nevnt mong
dømi um tey virði, ið hetta
hús og tess leiðsla úr
bankaboksini hevur fyri
ein sera virðismiklan part
av okkara fólki, men lat
fara, vit gerast øll eldri og
livst so spyrst.
Mítt ættarlið sýnist hava
gloymt, at lívið hjá øðrum
fólkasløgum og aldurs
bólkum ikki kann gerast
upp í tølum.
Liva vit nóg leingi, so
kemur ein dagur, har vit alt
oftari hittast í Kapellinum
ella á kirkjugarðinum.
Lívið tódnar og dagarnir
fækkast, men hvør
einstakur dagur hevur tess
størri virði, og alt størri
gerst tilvitanin um týdn
ingin av at vera.
Tølini siga kanska, at tey
”gomlu” liva kanska eins
leingi uttan eitt Tilhald,
men tølini siga einki um
lívsinnihald og lívsvirði.
Ein fepurstokkur í
øðrum endanum og ein
sonda í hinum er uttan iva
upp á sítt pláss í summum
førum og av røttum
týdningarmikil kolonna í
tølunum hjá teimum
ráðandi.
Men at seta hesi dømi
upp hvør móti øðrum er
í hvussu er lítið hugaligur
lesnaður hjá okkum, ið
skjótt hava sondina og
fepurstokkin fyri neyðini
við hvørt, og bert kunnu
tosa um Tilhaldið í tátíð, tá
vit hittast á kirkjugarðinum
ella tilvildarliga í SMS.
Tilhaldini marglæti?
paulisan@email.dk
Pauli í
Sandagerði
Eldri havnarborgarar hava
stóra gleði av Tilhaldinum í
Tórsgøtu í Havn
viðmerkingar