Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið Hon snarar sær á frammanfyri speglinum. Smílist og letur hend­ urnar glíða kínandi oman eftir bringuni og inn móti miðjuni. Tað følist, sum hvørva fingrarnir inn í silkimjúka kópaskinnið. Hvíti anorakkurin situr sum stoyptur. – Eg vildi føla meg vakra, sigur sniðgevin Rannvá Simonsen, meðan hon koyrir hettuna uppá, so eldreyða hárið blandar seg við kritahvíta pelskantin. – Eg var so eviga troytt av altíð at líkjast einari rullupylsu, tí eg var noydd at ganga í heitum vetrarklæðum meginpartin av árinum. Tí fór eg at royna, um eg ikki kundi sniðgeva míni egnu, vøkru heitu klæðir, sigur Rannvá Simonsen, sum býr í bítandi kalda Norður Kanada, har tað ofta frystir niður í minus 40 stig. Neyðuga vakurt Har, í lítlu bygdini Nunavut, hevur føroyska Rannvá búð og sniðgivið síni sermerktu vetrarklæðir sein­ astu átta árini. Tað eru serliga mynstrini hjá eskimoiska uppruna­ fólkinum, sum geva íbastur til sniðini, sum Rannvá so kryddar við modernaðum detaljum og egnum hugskotum. – Eg gjørdist beinanvegin so hug­ tikin av at síggja, hvussu heima­ gjørdu upprunaklæðini líka sum hátíðarhalda veturin, heldur enn at berjast móti kuldanum, sum hóp­ framleiddu nylon vetrarklæðini gera, sigur Rannvá, sum ikki dylur yvir, at tað í so máta eisini liggur okkurt politiskt í hennara sniðum. – Tað er, eins og tey hópfram­ leiddu, einsháttaðu vetrarklæðini úr kunststoffi sunnanífrá, eru ein roynd at kroysta eina ávísa heims­ mynd niður yvir upprunafólkið her. Fyri meg tykist tað sum, at tey, sum framleiða hasi klæðini, ræðast alt fremmant, og at klæðini skulu halda umhvørvinum og náttúruni úti, sigur føroyski sniðgevin, sum heldur roynir at taka umhvørvið við inn í síni snið. Klæðini hjá Rannvá eru úr kópa­ skinni og revapelsi, og hvørt plaggið er heilt unikt. Og so strála tey av gleði, sum Rannvá tekur til. Hetta við gleðini gav hon sær kanska ikki so nógv far um í fyrst­ ani, tá fólk spurdu, hvørji klæði hon seymaði. – Eg plagdi at siga, at tað bara var sovorðið óneyðuga pent. Men tað er nakað tvætl at siga, tí tað pena ger avgjørt stóra nyttu. Vøkur klæðir fáa teg at føla teg væl, og tá tú følir teg væl, verður tú bæði vøkur og glað. Og her í økinum hava vit bruk fyri øllum, sum kann lyfta sinnið eitt sindur, sigur Rannvá, og sipar til sosialu neyðina, sum er rættiliga umfat­ andi har um leiðir. Vakurt og praktiskt Men eisini um okkara leiðir kunnu kvinnur hava gleði av klæðunum, heldur Rannvá, sum herfyri hevði søluframsýning í Smiðjuni í Lítlu­ vík. Hetta var eisini fyrstu ferð hon vísti klæðini fram uttanfyri Kanada. Og Smiðjan var á tremur av forvitnum kvinnum hesar dagarnar. Sjálv heldur Rannvá, at áhugin fyri hennara klæðum hongur saman við mátanum, hon kombinerar tað vakra við tað praktiska. – Vøkur pløgg kanst tú altíð skapa, men tað vakra hvørvur skjótt, um plaggið ikki situr væl og tú ikki fært rørt teg í tí. Og ongin kvinna tímir at ganga í klæðum, sum hon sær tjúkk út í, og hetta er jú ofta trupulleikin við vetrarklæðum, sigur Rannvá. Tí hevur hon serliga lagt seg eftir at skapa slankandi snið, sum ikki stramma. Eisini hitar tilfarið so væl, at tað er óneyðugt at lata seg í troyggju innanundir. Stuðlar veiðamentanini Alt tilfarið, sum Rannvá brúkar, er av djórum, sum eru veidd á burðardyggan hátt av uppruna­ fólkinum har um leiðir. – Hetta er mín máti at stuðla eini av fáu vinnunum, sum eru her í økinum. Tað merkir so eisini, at eg ofta má bíða í langa tíð, til eg fái fatur á rætta skinninum. Men tað má eg so bara taka við og so finna uppá okkurt annað, meðan eg bíði, sigur Rannvá og leggur afturat, at fleiri onnur viðurskifti eru, sum gera fram­ leiðsluna óneyðuga tvørliga. Til dømis lata almennu myndug­ leikarnir í Norður Kanada bert stuðul til veiðimenninar, um teir selja síni skinn á stóru uppboðs­ søluni í Montreal. Langi flutning­ urin til stórbýin økir nógv um prísin, samstundis sum kappingin á uppboðssøluni millum keyparar úr øllum heiminum trýstir prísin enn longri upp. – Eg unni sjálvandi í allar mátar veiðumonnunum at fáa sum mest 36 … Vøkru klæðini tendra ljós í vetrarmyrkrinum Heimasíða: www.rannva.com