Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 5. desember 2008 37 Í eini grein, sum stóð í bløðunum týskvøldið, skrivar Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, at fullveld­ islandsstýrið kutaði somik­ ið av blokkinum, at hann í veruleikanum er 800 milli­ ónir krónur lægri um árið í dag, enn hann hevði verið, um onki varð gjørt tá. Víð­ ari sigur Tobbi: “Sama landsstýri hevði yvirskot á løgtingsins fíggjarlóg øll árini – samlað slakar 3 milliardir í sløk 6 ár.” Hetta er ein pástandur, sum verður endurtikin rættiliga ofta, men tølini eru skeiv. Tøl úr leysum lofti Fyri tað fyrsta hevur talið 800 mió. einki við veru­ leikan at gera, og eg veit heldur ikki, hvussu Tór­ bjørn hevur borið seg at, við at koma fram til hatta talið. Harafturat eru tær tríggjar milliardirnar í avlopi rundaðar rættiliga væl uppeftir. Rætta talið liggur um 2,6 milliardir. Men við í hesum avlopin­ um eru umleið 5,1 mia. í blokkstuðli, umframt aðrar veitingar frá ríkiskassanum. Um vit bara trekkja blokkstuðulin frá avlopin­ um, so hevði fullveldis­ landsstýrið eitt samlað undirskot á 2,5 milliardir krónur í 6 ár (í meðal 417 mió. krónur í undirskoti um árið), og hetta vóru somu ár, sum fólk ferðað­ ust landið runt við boðskap­ inum um, at vit skuldu hava “sjálvberandi búskap” og fullveldi. 2,5 mia. í undirskoti í bestu tíðum (tá eru ríkis­ veitingarnar, sum liggja uttan fyri blokkstuðulin taldar við á inntøkusíðuni) – er tað “sjálvberandi bú­ skapur”, harra Tórbjørn Jacobsen? Tobbi fuskar við tølunum Helgi AbrAHAmsen 47. partur Á dýrinum, sum eg umtal­ aði í seinasta parti, sat kvinna, sum verður sagt um, at hon er skøkjan Báby­ lon. Tað verður hildið, at hon umboðar falskan átrúna, sum óiva er rætt skilt. Í gamla testamenti lesa vit um skøkjulív og horð í samband við avguda­ dýrkan. T.d. Hoseas 1,2 og 3,1, og í Ezekiel 23. kap. Eisini um hana, skøkjuna, fáa vit ta fatan, tá ið vit lesa 18. kapitul, at hon fevnir um tíðina heilt frá fyrstu tíð menniskjans og til endan. (Les vers 3 og 24.) Í 19. kapitli lesa vit, at lovsongur er í himli um fall Bábylons. Jóhannes sær her aftur tær fýra ver­ urnar og teir 24 elstu. Hann hoyrir stóran skara lovprísa Gudi, tí brúdleyp lambsins er komið, og brúð­ ur hansara hevur gjørt seg til. Kristus fer út í bardaga, og dýrið og lygiprofeturin verða kasta í eldsjógvin. Í kapitli 20 verður Djevu­ lin bundin fyri túsund ár. Tá rennur upp túsundára­ ríkið, sum verður ein undur­ full tíð. Vit lesa í Gamla testamenti m.a., at kúgv og bjørn skulu liggja saman, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eitur­ ormsins, eingin skal gera nakað ilt. Esaias 11,7 og 8 og 9. Syndin býr tó enn í menniskjanum, og tá ið Djevulin verður loystur aftur, villeiðir hann aftur fólkasløgini og savnar tey til bardaga, og teir kring­ seta tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. – Men eldur fall niður av himli og oyddi teir. Op 20,8­9. Tá kemur tann endaligi dóm­ urin, og Djevulin verður kastaður í eldsjógvin. Menniskjuni, fyri tí hvíta hásætinum, verða dømd eftir verkum sínum, og hvør tann, ið ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð kastaður í eldsjógvin. Síðani sá Jóhannes nýggjan himmal og nýggja jørð. Hann sá hitt nýggja Jerúsalem, koma niður frá Gudi, prýtt sum brúður fyri brúðgómi sínum. Haðar kemur einki ilt inn. Tí mást tú, sum enn ikki hevur fing­ ið syndir tínar avtváðaðar, lurta eftir kalli Guds í dag, meðan frelsudagurin enn er. Kom til Harran Jesus áðrenn tað verður ov seint. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud ricHArd dAnielsen Enn havi eg ikki havt høvi til at lesa frágreiðingina hjá Pál Weihe, arbeiðs­ medisinara, um miklu heilsuvandarnar, ið stand­ ast av at eta tvøst og spik. Tað er tí við líka so miklum fyrivarni, at eg loyvi mær at hugleiða eitt sindur um tey skriðu­ leypandi ‘breaking news’, ið upptaka allar kjøtetandi føroyingar í hesum døgum. Tað, vit hoyra og lesa í fjølmiðlunum, er sera áhugavert, men eisini skakandi, tí eingin eigur at ivast í, at kyksilvur er alt annað enn gott fyri fólk, og Pál Weihe hevur fyrr víst á, at kyksilvurnøgdin í føroyskum børnum er munandi størri í búfjøldum uttanlands, har tvøst og spik ikki verður etið. Spurn­ ingurin er um vit føroy­ ingar nú í fleiri hundrað ár hava etið okkum frá lív og heilsu í tvøsti og spiki? Heilsuskaðiligu avleið­ ingarnar av kyksilvureitran eru sera álvarsamar, og Pál Weihe sigur, at tann skilligi títtleikin av parkinsonismu í Føroyum kemst av, at føroyingar eta grind. Fyri meg er meinbogin tann, at tær frágreiðingarnar, eg higartil havi fingið fatur í, av teimum Pál Weihe og aðrir hava lagt fram einans vísa eksponeringstíttleikin av kyksilvuri. Eingin ivi um, at kanningarúrslitini hjá Pál Weihe og øðrum, ið verða løgd fram í til dømis ‘Association between mercury concentration in blood and hair in methyl­ mercury­exposed subjects at different ages’ (ScienceDirect, available online 31. october 2004), er fullgott grundarlag fyri at seta fram eina hypotesu um samanhangin millum kyksilvureksponering og parkinsonismutíttleikan í Føroyum, men prógv fyri, at eksponeringstíttleikin av kyksilvuri í sjálvum sær er orsøkin til títtleikan av parkinsonismu í Føroyum, kann ikki dragast burtur úr hesari ella álíkum kanningum. Sostatt má onkur nýggj kanning vera gjørd, sum prógvar, at ovurstóri títtleikin av parkinsonismu í Føroyum stavar frá at vit eta grind. Ta frágreiðingina havi eg tíverrri ikki fingið fatur á enn, men eg eri sera spentur uppá at lesa hana, tá ið eg fái hana. Kanska er tað er ein ‘case­control’ kanning? Og uttan iva hevur Pál Weihe í hesari kanningini tikið aðrar møguligar orsøkir til at parkinsonismu við? Áhuga­ vert verður eisini at síggja hvussu kontrollbólkurin er funnin. Eitt aðalkrav er í hvussu so er, at kontroll­ bólkurin kemur úr einum samfelag, ið er líka so inngiftur sum føroyingar, og hann skal ikki hava etið grind. Tað verður avgjørt áhugavert at síggja hugsunnarsambandini. Granskarar hava leingi haft illgruna um, at sjúkan kann vera íkomin av umhvørviseitran – millum annað av kyksilvuri, sinki og cadmium. Chisso Corporation kyksilvur­ gølan í Minamata í Japan og eitranin av sáðkorni í Irak í 1970’unum eru kend dømi um deyðiligu avleið­ ingarnar av kyksilvur­ og pestisiddálking. Men sjúkan verður eisini hildin at vera arvalig. Seinastu árini eru fleiri genetiskar mutatiónir, ið elva til parkinsonismu, funnin. Um Pál Weihe hevur korrelerað møguliga arvaligheitina uppímóti tí faktum, at føroyingar hava tættari ættarsamband enn flestu aðrar búfjøldir, og hann kortini kann koma til ta niðurstøðu, at grundin til høga títtleikan av parkinsonismu í Føroyum bara stavar frá at eta grind, so hevur hann ikki gjørt minni enn eitt gransk­ ingarbragd burturav. Men um so er, at parkinsonisma kann vera arvalig, so er eisini sannlíkt, at hon er vanligari í Føroyum enn í samfeløgum, har ikki alt fólkið at kallað er av somu ætt. Og tað liggur nær at hugsað, at Pál Weihe hevur tikið kenda dømi um arvaliga parkinsonismu úr bygdini Contursani í Italia við í diskussjónina um dataviðger og granskingar­ hátt sín. Men fyribils trúgva vit Pál Weihe. Kyksilvur er eitt frumevni, og hevur verið til líka so leingi, sum hvalur hevur verið til. Tað er sostatt ikki heilt av leið at meina, at hvalur allar tíðir hevur verið eitraður av kyksilvuri. Hvalur er eitt av teimum súgdjóru­ num, ið liggur á umleið sama menningarstøði sum menniskjan, um hugsað verður um anatomiina, so man ikki sentralnerva­ systemið hjá hvali og menn­ iskja líkjast? Spurningurin er so, um vit vita nakað um, hvussu hvalur er ávirkaður av kyksilvur­ eitranini? Kanska er hetta ein heldur torførur spurningur at fáa greiði, tí tað verður ringt at gera eina samanberandi retrospektiva gransking í hesum sambandi. Men kanska ein prospektiv gransking hevði lýst spurningin? Eg meini so við: um vit, ið eta tvøst og spik, fáa bæði parkinson­ ismu og aðrakálking, hvussu er so vorðið við hvalinum? Miðalaldurin hjá grindahvali er umleið 45 ár hjá honhvalinum og 60 ár hjá hannhvalinum. Hjá menniskjanum byrjar parkinsonisma vanliga um 50­60 ára aldur. Finst parkinsonisma hjá gomlum hannhvali? Hetta er kanska ein tápuligur spurningur. Og kortini – parkinsonisma elvir til eyðkendar broytingar í heilanum hjá fólki. Hevur nakar kannað, um líknandi broytingar eru at finna í heilanum hjá gomlum hannhvali? Sum sagt – hetta vóru bara nakrar hugleiðingar. Men vit minnast enn, hvussu alt Europa fór upp á gos, tá ið BSE­sjúkan (neytaøði) varð tengd saman við BSE­sjúkuni hjá ungum bretum í 1990’unum. Eingin ivast í dag um, at politikararnir tá reageraðu við panikki. Nú hevur Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri boða frá, at hann fer at skipa fyri fundi millum politikarar og serfrøðingar um spurn­ ingin. Lat okkum vóna, at politikararnir ikki gera sama mistakið einaferð afturat. Latið okkum tyggja nýggja boðskapin hjá Pál Weihe við einum pístri av salti afturvið – fyri mær gjarna saltaða grind. Hevur Pál rætt, standa vit, ið hava rætta aldurin, ikki til at redda kortini. Og okkum nýtist ikki at bera ampa fyri børnum og ungum. Tey flestu av teimum eta ikki grind. Ung foreldur tora ikki at geva børnunum tvøst og spik. Tað bragdið ella vanlukkuna(?) hevur Pál eisini elvt til. Hinvegin tykist hugburðurin hjá mongum vera tann, at tað er bæði sunt og gott at børn okkara, í staðin fyri kyksilvureitraða grind, eta heming á seg í pitsa, burgarum, feittkókaðum høsnarungar – matvørur, ið eru fyltar við heilsu­ skaðiligum, kemiskum eiturevnum av øllum slag. Einasta ið líkist hvali av tí, tey eta, eru hesar hvalaskapaðu skúmfidusirnar við sjokulátuyvirdrátti. Í Kjakaríinum (Útvarpið tann 3. december) vildu Hans Pauli Strøm og Eyðgunn Samuelsen, løgtingslimur, vera við, at ongar matvørur, ið verða seldar í handlunum eru eitraðar, tí mørk eru sett fyri hvussu nógv eitur eigur at vera í mati. Hetta er ein tillagaður ‘sann­ leiki’. Vansin er tann, at mørkini fyri hvat ið kann koyrast av litingarevnum, matverndarevnum, smakkievnum og øðrum eitrandi kemikalium, verða sett av lobbyistum, ið umboða matframleiðarar­ nar. Og tey liggja í mongum førum væl omanfyri tey mørkini, serfrøðingar mæla til. Er tvøst og spik heilsuskaði­ ligt, er ídnaðarframleidd føði tað ikki minni. Enn einaferð er líkt til, at summir politikarar taka støðu til hesar sannroyndir, treytað av hvør boðberin er. Vælgagnist okkum øllum. Tvøst, spik, parkinsonisma og gransking WilliAm smitH viðmerkingar