fríggjadagur 5. desember 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
fyri skinnini. Men tað tykist eitt
sindur tápuligt, at eg verði noydd
at fara allan vegin til Montreal at
keypa eitt skinn frá grannanum
hjá mær. Men soleiðis er skip
anin. Um veiðimenninir selja
skinnini uttan um uppboðssøluna,
missa teir stuðulin frá vinnumála
ráðnum, og tað hava teir snøgt
sagt ikki ráð til, greiðir Rannvá
frá.
Gavst sum arkitektur
Rannvá Simonsen er annars
útbúgvin arkitektur frá arkitekt
skúlanum í Århus. Komin til
Norður Kanada í 1997 varnaðist
hon, at hugburðurin til kvinnu
ligar arkitektar var rættiliga nógv
øðrvísi, enn hon var von við úr
Danmark.
– Tað lá líkasum í luftini, at eitt
ungt konufólk skuldi ikki koma
her og gera seg klóka uppá slíkt,
sum bara rættir byggiharrar
høvdu skil fyri. Eg kundi í besta
føri fáa onkra lítla uppgávu sum
hjálparfólk og so annars tiga fyri
rest. Til endans hugsaði eg: Illans
tíð, nei! Eg fari ikki at brúka mítt
lív uppá at royna at sannføra
negativ fólk um, at eg havi nakað
at bjóða, sigur Rannvá avgjørd.
At flyta aftur til Føroyar ella
Danmark kom ikki upp á tal.
Rannvá var nevniliga forelskað
upp um bæði oyru og nýgift við
manni úr Norður Kanada, og
saman vóru tey í ferð við at
byggja sína dreymatilveru í lítlu
bygdini Nunavut.
Kortini var avgerðin um at gev
ast sum arkitektur tung at taka, og
tað tók henni rúma tíð at koma til
sættis við, at tað ikki kundi vera
øðrvísi.
– Eg hevði leingi ringa sam
vitsku yvir ikki at skula brúka
mína dreymaútbúgving, sum eg
hevði brúkt so langa tíð uppá at
fáa. Og eg haldi framvegis, at eg
dugi betri at tekna hús enn klæðir.
Hinvegin er gleðin við at skapa
vøkur pløgg so stór, at hon ríki
liga uppvigar tað, eg møguliga
havi mist, sigur Rannvá, sum eis
ini altíð hevur dámt væl at seyma.
Longu meðan hon las til arki
tekt, seymaði hon búnar fyri
ymisk sjónleikarhús. Serliga væl
dámdi Rannvá at tulka eina søgu
gjøgnum pløggini. Í so máta líkist
kreativa tilgongdin hjá einum
arkitekti og eini seymikonu heilt
nógv heldur hon.
– Í báðum førum hevur tú eina
uppgávu, sum skal hava eina
loysn, sum bæði fungerar og er
vøkur. Og gleðin við at síggja títt
hugskot blíva til veruleika er líka
stór hvørja ferð. Tað er ein ótrú
liga nøktandi kensla, sum eg kann
liva høgt uppá leingi.
Kreativ oasa
Eftirspurningurin eftir klæðunum
hjá Rannvá er nú so stórur, at hon
livir av at vera sniðgevi burturav.
Og eftirhondini sum framleiðslan
er økt, hevur hon eisini fingið fólk
at seyma fyri seg.
– So kann eg savna meg um at
raffinera sniðini og menna nýggj
hugskot. Tað er eisini tá, eg havi
tað allarbest. Kenslan av at sita
og skapa okkurt vakurt úr sínum
egna hugaheimi er so góð, at
hana unni eg øllum, sigur
Rannvá.
Seinnu árini hevur Rannvá
javnan latið tilfar til eitt kvinnu
heim har í nánd, so kvinnurnar
har kunnu sita og seyma ymiskt,
um tær hava hug.
– Eg havi frætt, at tað hjálpir so
væl uppá humørið hjá hesum
neyðars bukaðu kvinnunum, tá
tær seta seg við seymitoynum.
Og eg trúgvi tí væl, tí kreativt
arbeiði kann veruliga kennast
lekjandi. Øll burdu átt sína egnu
lítlu kretivu oasu, sum tey kunnu
hvørva inn í, tá tey hava brúk fyri
tí, sigur føroyski sniðgevin í
Norður Kanada.
Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard
Myndir: Jens Kristian Vang
Styling: Salong Bronx
Modell: Gulla Mohr
– Eg plagdi at siga, at eg bara seymaði sovorðið óneyðuga pent. Men tað er nakað tvætl at siga, tí tað vakra kann lyfta eitt dapurt sinn og soleiðis gera stóra nýttu,
sigur Rannvá Simonsen, sum arbeiðir sum sniðgevi í Norður Kanada
37