Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 235 - 5. desember 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Meinhardt Joensen til NSÍ NSÍ kunngjørdi í kvøld, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyskan málmann, sum áður hevur spælt fyri KÍ, B68, GÍ og B36 Meinhardt Joensen hevur gjørt avtalu við NSÍ um næsta kappingarár. Meinhardt kemur úr B36, har hann spældi í fjør, eftir at hann í nøkur ár hevði vart málið hjá barndóms­ felagnum KÍ. Meinhardt er 29 ára gamal og hevur umframt B36 og KÍ eisini spælt fyri B68 og GÍ. ­ Á málmansplássinum er neyðugt við einum roynd­ um manni, og nú Meinhardt er komin til felagið, metir venjarin at NSÍ er rættuliga væl fyri, á tí plássinum til komandi kappingarár, skriv­ ar heimasíðan hjá NSÍ. -mørk FSF móttøku fyri Jógvan Martini Í september í ár boðaði Jógv­ an Martin Olsen frá, at hann gevst sum landsliðsvenjari. Dysturin á útivølli móti Litava gjørdist hansara seinsta landsdystur í hesum umfarinum, og komandi ár verður tað í Víkingi, at hann fer at royna seg. Fótbóltssabandið skipar í dag fyri móttøku, har høvið verður at siga landsliðsvenj­ aranum formliga farvæl, og verður móttøkan millum klokkan 15 og 16.30 í FSF­ húsinum við Tórsvøll. -mørk Nýggj sjónvarpsavtala FSF boðaði í vikuni frá, at frá 2009 verður tað sveis­ iska felagið Kentaro, sum hevur sjónvarpsrættindini til føroysku landsdystirnar. Avtalan er galdandi fyri komandi undankappingar um EM og HM. Í hesum tíðarskeiðinum, frá 2010 til 2014, fær sveisiska fyritøkan rættin til at víðariselja sjónvarps­ myndirnar frá øllum heimadystum hjá føroysku landsliðunum. Í avtaluni er eisini rættindini til at selja lýsingar kring leikvøllin. FSF­forsetin Høgni í Stórustovu sær fram til nýggja samstarvið við Kentaro: ­ Kentaro er ein av undangongufyritøkunum innan sítt øki í heiminum, og eg ivist ikki í, at avtalan verður til gagns fyri før­ oyskan fótbólt, sigur Høgni í Stórustovu, FSF­forseti. -mørk FM vinnararnir vórðu funnir um vikuskiftið, og nú er greitt, hvørji skulu umboða Føroyar í NM-kappingini komandi vár. Tríggir av luttakarunum eita Gregersen Talv Jógvan Joensen jogvan@kallnet.fo Eysturskúlin var karmur um FM endabrakið í talvi fyri ung, sum varð telvað leygardagin. FM­finalur­ nar 2008 vórðu – sum væntað varð frammanundan ­ sera spennandi. Borðreitt varð við góðari telving og undirhaldi í serflokki. Fleiri nýggir spennandi telvarar. Umframt at telvað varð um FM­heitið í 5 aldurs­ bólkum, ráddi um í minsta lagi, at røkka 2. plássið í aldursbólkinum, tí harvið varð NM­luttøka í Føroyum í februar mánað 2009 – tryggjað. Ein “gularót” sum ár undan ári, ger FM final­ una til nakað heilt serligt. IM Helgi Dam Ziska gjørdi sína skyldu í U20 bólkinum og vann FM heit­ ið sannførandi. Hjalti Toft­ um Jógvansson var somu­ leiðis eirindaleysur við FM sigrinum í U16 bólkin­ um. Høgni Egilstoft Nielsen borðreiddi enn einaferð við telving í serflokki í U12 bólkinum ­ vann øll talv­ ini. Tá avtornaði varð neyð­ ugt við dupultum umdysti í U14 bólkinum um FM heitið og bronsuna, áðrenn steypini kundu handast. Pætur Poulsen vann saman­ umtikið trygt U14 bólk­ in. Julian Gregersen gjørdi bart í U10 bólkinum og vann FM­heitið. Sera spenn­ andi umdystur varð neyð­ ugur til tess at finna bronsu­ vinnaran í yngsta bólkinum. 3XGregersen Heilt serligt bragd varð stað­ fest í Eysturskúlanum, leyg­ ardagin. Gregersen­brøð­ urnir úr Klaksvík megnaðu ­ ikki sørt sensationelt ­ allir at kvalifisera seg til NM 2009 ! Einar Gregersen nr. 2 í U14, Julian Gregersen FM vinnari U10 og Heðin Greg­ ersen nr. 2 í U12. Eina­ standandi avrik ! Klaksvíkar Talvfelag er ávegis at grund­ festa eina sera spennandi Talv­TRIO ! S a m a n l a g t vunnu klaksvíkingar ­ aftur hesuferð ­ flest heiðursmerki. Triðingurin – 5 steyp ­ fóru norðurum: 1 Gull, 2 Silvur og 2 bronsusteyp. Hinvegin vann Havnin flest FM­ heiti: 2 Gull, 1 Silvur og 1 Bronsu. Sandavágur vann 1 Gull og 2 Silvur, með­ an Skopun vann 1 Gull og Vestmanna 2 bronsur. NM hópurin er saman­ settur við 3 telvarum úr ávikavist Tórshavn, Klaks­ vík og Sandavági ­ umframt 1 telvara úr Skopunar Talv­ felag. NM­hópurin 2009, sum luttekur í februar mánað 2009 í Føroyum ­ ímóti 50 javnaldrum úr hinum Norð­ urlondunum, er hesin: IM Helgi Dam Ziska, Margar Berg og Hjalti Toft­ um Jógvansson úr Tórshavn. Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson úr Sandavági. Einar Gregersen, Heðin Gregersen og Julian Greger­ sen úr Klaksvík. Pætur Poulsen úr Skopun. Silas Eyðsteinsson og Julian Gregersen eru nýggir í NM­ høpi. 3XGregersen til NM Einar, Heðin og Julian Gregersen úr Klaksvík vunnu sær allir rætt til at umboða Føroyar, tá norðurlendska meistaraheitið í talvi verður á skránni til várs www.faroechess.com U20 IM Helgi Dam Ziska, Tórshavn (4) Margar Berg, Tórshavn (2½) Rógvi Dragaberg, Klaksvík (2) Vagnur Dam, Norðskáli (1½) Borgar J. Stórá, Vestmanna (0) U16 Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn (5½) Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur (4) Rúni Vørmadal, Vestmanna (1½) Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, Tórshavn (1) U14 Pætur Poulsen, Skopun (4½) + 2 í umdysti við Einar Gregersen, Klaksvík (4½) Sára Traber Olsen, Tórshavn (3½) + 3 í umdysti við Johan Hentze, Norðskáli (3½) + 2 í umdysti við Jóhann Vørmadal, Vestmanna (3½) + 1 í umdysti við 3. og 4. Bárður Jónsson Stórá, Vestmanna (1) Torkil Jespersen, Sandavágur (½) U12 Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur (7) Heðin Gregersen, Klaksvík (5½) Sjúrður Olsen, Vestmanna (4½) Rúni Tindskarð Jacobsen (4) Alfred Olsen, Vestmanna (3) Leivur í Buð Justinussen, Árnafjørður (3) Jákup á Rógvu, Vestmanna (1) Magni J. Hansen, Hoyvík (0) U10 Julian Gregersen, Klaksvík (6½) Silas Eyðsteinsson (5½) Janus Skaale (4½) + 2 í umdysti við Magni Weihe, Sandavágur (4½) Mikkjal Bjartalíð, Sandur (3) Rói Johannesen, Kaldbak (2½) Súsanna T. Jacobsen, Tórshavn (1) Valborg T. Jacobsen, Tórshavn (½) FAKTA