fríggjadagur 5. desember 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 5. desember 2008
lýsingartilfar
‘08
53
BabySam í Miðlon er
partur av danskari ketu,
ið hevur meira enn
30 ár á baki. Handilin
hevur undirklæði til
mammurnar, og tá talan
er um vøru til tey smáu,
so er trygdin í hásæti
Í handilsdeplinum Miðlon eru
nógvir handlar undir somu lon, og
ein teirra er BabySam, ið selur
barnaútgerð.
BabySam húsast nú í Miðlon, men
innan handilin flutti í Miðlon í
februar 2007, kallaðist handilin
Baby&Barnaútgerð.
BabySam er donsk keta, ið hevur
meira enn 30 ár á baki, og leggur
ketan seg eftir at vøran er trygg og
lýkur øll krøv.
Um ein leitar sær í handilin
BabySam, so er úrvalið til tey smáu
sera stórt, t.d. bilstólar, vognar,
sengur, pusliborð, vøggur og alt
annað tilhoyr til eitt lítið barn.
Trygd og dygd
BabySam er ein handil, har trygdin
og dygdin er í hásæti, so foreldur
kunnu kenna seg trygg, tá keypt
verður til børnini.
Merkir, ið BabySam hevur, er t.d.
innan vognar merkið Odder, ið er
donsk framleiðsla ið byrjaði í 1925.
Hettar er avgjørt besti vognur á
marknaðinum. Tryggur, og í bestu
góðsku. Hann er sera góður til
okkara veðurlag.
Onnur merkir av vognum eru
Brio, Simo, Teutonia, Basson og øll
tey merkini, ið BabySam umboðar.
Tá umræður bilstólar, so hevur
BabySam teir tryggastu, sum eru á
marknaðinum; Rømer og Maxi Cosi.
BabySam selur nógvar sera
góðar og mennandi leikur í
merkinum Lamaze, Sassy, Tiny Love,
Maki og nógv onnur góð merkir.
Undirklæði til mammuna
BabySam hugsar ikki bara um at
veita teim smáu kundunum tað
besta av tí besta. Eisini mammur
kunnu leita sær í BabySam at finna
sær okkurt til sín sjálvs.
BabySam selur nevniliga eisini
undirklæði av merkinum Anita til
mammurnar.
Hjá BabySam eru tey ikki í iva;
Bestu jólagávuna fær ein í
BabySam, og støkkur ein innar, so
fæst eitt katalog frá BabySam.
_____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tryggar vørur til tey smáu
Skifti tú 1. desember...
Mintist tú til at skifta battaríini
á roykvarnaranum 1. desember
sansir.fo
Ketil
kr. 499,-
ALT TIL HEIMIÐ
Dr. Jakobsensgøta 15
Tel 322555
Vit selja Rosendahl fyri DK prísir
FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo
X-box innbúgv,
Oras kranar,
Danline gosbað,
peisir v.m.
HITI | VATN | SANITET | VENTILATIÓN
h