Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið 52 10 tips til jóla 10 løtt hugskot til, hvussu tú kanst hugna um á jólum … Lagt til rættis: Inna Tørnroos & Ragnhild Dam Tilfar: H.N.J. Bókahandil Frostað frukt At brúka: Frukt Eggjahvíta Sukur Mannagongd: Smyr eggjahvítan á fruktina og vend henni í sukri ella stroy tað omaná. Set fruktina at torna og legg hana pent í eina skál ella brúka hana í einari dekoratión. 1 3 Sum í gomlum døgum At brúka Brúnt pappír Blað ella bók Grovt band Lakk Stempul Grann 2 Urtapottur við kanel At brúka: Ein gamlan pott Heil kanel Band Mannagongd: Vaska og turka pottin. Sker kanelstengurnar til og líma tær á pottin við límpistóli. Lat torna og bind eitt fínt band um. Turkaðar appilsinir At brúka: Appilsinir Køkspappír Mikroovn Mannagongd: Sker appilsinina í skivur, sum tú leggur á eitt køkspappír. Set tað inn í mikroovnin at torna á tiðni- programminum. Tað tekur vanliga einar 15-20 minuttum, men ansa eftir, at tær ikki torna ov skjótt, tí so verða tær ov brúnar. 4 Blikk-staki At brúka: Brúkt blikk Spray Mannagongd: Sker lokið av. Sker blikkið í álir nakrar centimetrar niður. Bend teir út. Set ljós í. Ávaring: Ansa væl eftir fingrunum. Hvítur eingil At brúka: Hvítt filt gulltráð Mannagongd: Klipp tveir einglar út. Seyma teir saman við stórum stingum í gulltráði. 5 6 Mannagongd: Pakka gávuna inn í brúna pappírið. Skræð eitt petti úr blaðnum ella bókini og líma á pakkan. Bind band um. Smelta lakkið við at halda tað yvir logandi eldi og lat tað dryppa niður á pakkan og bandið. Stempla niðurí, meðan lakkið enn er flótandi og lat tað harðna. Pynta við granni.