Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 174 - 11. september 2001 Greinasavn við tíð- artekstum eftir Gunnar Hoydal er komið út ÚTGÁVA Turið Kjølbro M e n t u n a r g r u n n u r Studentafelagsins gevur í hesum døgum út greina- savnið Land í sjónum eftir ein av okkara fremstu høvundum, Gunnar Hoydal. Í savn- inum eru tekstir skrivaðir seinastu tjúgu árini. Før- oyar - Danmark og stóra verð eru snúningsdeplar í skrivingini hjá Gunnari. Føroyar eru heimsins nalvi og als ikki langt burturi frá øllum, tí, sum íslendingar plaga at taka til, jørðin er rund, og so- statt eru við øll miðdepil. Munurin ímillum Dan- mark og Føroyar í miðj- ari tjúgundu øld verður lýstur við ommuni av Sandi og henni í Keyp- mannahavn. Ólíkari ommur kunnu ikki hugs- ast, og kortini er meira enn einki í felag undir yvirflatanum. Áhugin og virðingin fyri frásøgnini knýtir tær saman. Greinirnar um viður- skiftini millum Føroyar og Danmark eru støðu- fastar, men fyriuttan harðligar ákærur. Í hes- um minnir Gunnar Hoy- dal um Jørgen-Frantz Jacobsen, sum eisini var bæði føroyskur og danskur og tí hevði ser- ligar fyritreytir at skilja báðar partar. Í sínum skaldskapi er Gunnar Hoydal vanur at síggja landið uttanífrá. Í úr- valdu tekstunum í grein- asavninum er hann heima á klettunum, men framvegis eru Føroyar partur av øllum heimin- um. Honum líkt ferðast hann víða í huganum og blandar javnan seg sjálv- an og sína støðu upp í frásøgnina. Eygleiðing- arnar eru álvarsamar, kensluríkar og stundum kátar. Land í sjónum er eitt bæði hugtakandi og hug- vekjandi íkast til lýsing- ina av okkara tíð og okk- ara landi. Savnið er 217 blaðsíð- ur og kostar 190 krónur í bókasbúðunum. Fyri at vekja ans millum føroysk børn fyri arbeiðinum hjá Amnesty Inter- national, skipar barnabólkurin hjá Amnesty Inter- national - Føroya Deild í heyst fyri teknikapping fyri skúlabørn í Føroyum TEKNIKAPPING Turið Kjølbro Endamálið við teknikapp- ingini, sum barnabólkurin hjá Amnesty International - Føroya Deild skipar fyri í heyst, er at gera vart við, at nógv børn úti í heimi hava vánalig kor, at eisini før- oyingar hava skyldu til at rætta eina hjálpandi hond, og at vit veruliga kunnu gera ein mun. Tekningarnar skulu lýsa arbeiðið hjá Amnesty International og ella málbólkin hjá felags- skapinum, tað vil siga tey fólkini, sum Amnesty royn- ir at hjálpa. Børnini kunnu tekna eina tekning, sum vísir hvussu tey ímynda sær illa stødd børn og vaksin úti í heimi hava tað og hvussu tey kunnu fáa hjálp. Øll børn í fjórða og til og við sjeynda flokk kunnu taka lut, og tríggjar tær bestu tekning- arnar fáa virðisløn. Fyrsta virðisløn er eitt AIWA CSD-E100 radio, fløgu- og bandspælari frá Elding í SMS umframt bókina Heimsins lond frá Føroya Skúlabókagrunni. Onnur virðisløn er gávukort frá Schan í SMS umframt bókina Heimsins lond. Triðja virðisløn er umframt bókina Heimsins lond ein hugnatúrur í høvuðsstað- num við pizza til fýra frá Pizzacafé Sjómansheimin- um, bowling fyri fýra í Bowlingarhøllini á Hálsi og ríðitúrur fyri fýra hjá Berg- Hestum. Ein dómsnevnd metir um listarligu dygdina á tekn- ingunum og hvussu væl tær lýsa tað, sum Amnesty arbeiðir fyri. Tekningarnar verða sýndar fram á torg- inum í SMS í døgunum 12. til 17. nov., og har verða virðislønirnar handaðar. Tekningarnar skulu sendast Amnesty International - Føroya Deild, Tinghúsvegi 18, 100 Tórshavn. Navn, flokkur, bústaður og tlf. nummar skulu skrivast á baksíðuna á tekningini. Seinasta freist at senda inn er 8. oktober 2001. Amnesty arbeiðir fyri at fáa londini kring heimin at virða mannarættindini. Felagsskapurin arbeiðir í- móti deyðarevsing, píning og aðrari ómenniskjans- ligari viðgerð. Barnabólk- urin hjá Amnesty tekur sær serliga av barnarættindum. At vera barn ella ungur er nevniliga eingin forðing fyri at vera illa viðfarin - í summum førum tvørturí- móti. Fýra skøld lesa upp á bókmentakvøldi í Norðurlandahús- inum BÓKMENTAKVØLD Turið Kjølbro Norðurlandahúsið skipar í kvøld 11. september fyri bókmentakvøldi við upplestri. Luttakarar eru Poul Vad og Søren Ulrik Thomsen úr Danmark, og Alexander Kristiansen og Steinbjørn B. Jacob- sen úr Føroyum. Tiltakið, sum er alment, verður kl. 19.30. Land í sjónum Bókmentakvøld Alexander Kristiansen og Steinbjørn B. Jacobsen Vit kunnu gera mun Íslendska Flugleiðir hevur stórt undirskot FERÐAVINNA Turið Kjølbro Sambært íslendska Ferða- ráðnum grunda millum átta og níggju hundrað fyritøkur í Íslandi virksemi sítt á ferðavinnuna. Nógv tær flestu fyritøkurnar eru bundnar av einari fyritøku, nevniliga Flugleiðir ella Icelandair, sum er bretsk fyritøka. Hendan fyritøkan er sostatt mátturin aftanfyri hálvfems prosent av øllum tí ymiska ferðavinnuvirk- seminum, sum er kring Ís- land. Men Flugleiðir hevur havt eitt stórt undirskot seinastu árini, og síðsta hálva árið hevur fyritøkan mist umleið 1.600 milli- ónur íslendskar krónur. Seinasta tvey og eitt hálva árið er missurin tvær og ein hálv milliard íslendskar krónur. Trupulleikarnir í fyritøkuni merkja, at neyð- ugt verður at skerja. Tað merkir eitt nú, at færri flog- før fara at flúgva millum Ís- land og onnur lond, leiðir millum Ísland og onnur lond verða lagdar niður, og flestu av hinum leiðunum verða skerdar munandi. Skaldsøgan Niðunátt, sum Sprotin júst hev- ur givið úr, hevði ógvusligt árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-herseta Evropa ÚTGÁVA Turið Kjølbro Forlagið Sprotin hevur givið út skaldsøguna Niðu- nátt eftir John Steinbeck. Finnbogi Ísaksson hevur týtt úr enskum. Í hesi undr- anarverdu skaldsøguni um menniskjaligt dirvi og treiskni fagnar Steinbeck fólkaræðinum og máttinum hjá einstaklinginum at seta seg upp ímóti harðrendum yvirvaldi. Niðunátt er søga um fólk í kríggi, og norsk kola- námsbygd undir seinna heimsbardaga er leikvøll- urin fyri søgugongdina. Eitt land í Norðurevropa er hersett. Í einum lítlum býi frystir tann fjáltur, ið upprunaliga kemur á fólk, til tigandi, gnagandi øði sum bita fyri bita máar grundarlagið undan her- setingarvaldinum, til eisini tað skilir, hvat ótti og angist er. Skaldsøgan nevnist á amerikonskum The Moon Is Down, hon kom á fyrsta sinni út í 1942, og hon hevði ógvusligt árin sum propaganda hjá teimum sameindu í Nazi-herseta Evropa. Hóast alt varð gjørt at forða útbreiðsluni - í fasistiska Italia vóru fólk dømd til deyða fyri at eiga eitt eintak av bókini - so vóru túsundir av eintøkum í umfari í Evropa, og tey bóru vitnisburð um máttin í hugsjónum, tá ið tær standa andlit til andlits við ónd- skap og harðskap. Niðunátt er í eftirtíðini av teimum minst umrøddu verkunum hjá Steinbeck meðan fleiri aðrar eru klassikarar. Bókin hevur lætt og einfalt mál, sum ger, at øll kunnu lesa hana skjótt og væl. Hon broytir tína mynd av pørtunum í kríggi, eisini teg við at vekja serligar kenslur. Í ummæli av bókini skrivaði San Francisco Chronicle, at líkur øllum øðrum lista- fólki legði Steinbeck stóran dent á at lýsa umstøðurnar hjá menniskjum, og hann var í so máta óvanliga kvæmur. Niðunátt kostar 220 í bókabúðunum. Vánaligt úrslit órógvar Niðunátt eftir Steinbeck Kaj Leo Johannesen øvundar ikki granna- felagnum, men hann ásannar, at tað er neyðugt við broyt- ingum, sjálvt um teir í HB hava sama málið sum áður KREPPUTOS Jóannes Hansen Tað er einki stuttligt at vera HB viðhaldsmaður, nú tað líður ímóti kappingarenda. Tap omaná tap, eitt sjeynda pláss og ein fyri HB lítið verdug støða. At tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbóltinum kunnu ikki minst teir í HB skriva undir uppá. Í bólka- umfarinum í steypakapp- ingini vóru teir sera sann- førandi. M. a. vunnu teir tvær ferðir á GÍ, sum teir í annaðkvøld skulu spæla útsettan landskappingar- dyst ímóti. Góðu úrslitini gjørdu, at HB av mongum varð mett sum eitt gott boð upp á FM heitið. Nú eru teir í botninum, og um teir tapa bæði í annaðkvøld og tá EB/Streymur, sum hevur undanvind og er fult í sjálvsáliti, kemur í Gunda- dal sunnudagin, so verður HB á 8. plássinum. Tað er óhoyrt. – Í yngru deildunum gongur væl, men í løtuni stendur 1. deildarliðið orduliga í skugganum. Ikki minst av grannunum í B36, sum eg haldi eiga nógv tað besta liðið í landinum. Teir eru væl fyri á øllum plássum, og tað er kapping um øll plássini hjá teimum, sigur Kaj Leo Johannesen, sum er formaður í parta- felagnum Havnar Fótbólt- ur, ið rekur 1. lið hjá HB. Øvundar tú teimum? – Eg eri ikki uppaldur við øvund. Dagliga fáist eg við fiskivinnu. Har gongur tað upp og niður. Tú mást arbeiða út frá støðuni, sum hon er, og tað mást tú eisini í fótbóltinum. Tað, sum ræður um hjá okkum, er at koma á støðið, sum B36 nú er á og helst uppaftur longri fram. Tað vil siga, at vit skulu hava nógvar góðar spælarar, sum kappast um øll plássini á besta liðnum. Tað ljóðar sum ynski- dreymar, sum eru langt burturi? – Kanska. Men tað kann ganga skjótt hvønn vegin. Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til fyri at fáa gongdina at venda. Hjá okkum er talan um stutt- skygda veruleikan, sum vit mugu gera nakað við og so langtíðar málið, ið er at vit skulu hava nógvar spælarar, sum altíð hava verið HBarar. Hetta seinna halda vit rimmar fast við. Men hvat gera tit við tað fyrra, sum tú nevndi? – Tað fara at koma broytingar. Hvørjar tær verða, kann eg ikki siga akkurát nú. Men tað er greitt, at vit skulu gera okkurt. Eru tað víðfevndar broyt- ingar, sum hava við hetta kappingarárið at gera? – Vit røkka ongum í ár, men tað er týdningarmikið, at vit verða væl fyri, tá farið verður undir komandi kappingarár. Vit vóna, at lyklaspælararnir, sum hava verið skaddir, aftur vera tøkir tá. Eitt stórt og gott felag eigur at tola, at spælarar eru burtur frá, tí teir eru skaddir. Tað hava vit ikki tolt í ár. Og so mugu vit eisini fáa nýtt blóð til. Tað vil siga, at tit sleppa málinum um, at tað skulu vera spælarar, sum eru uppaldir í felagnum, sum skulu manna besta liðið? – Avgjørt ikki. Øll eru vælkomin í HB. Men tað er klárt, at vit umhugsa at fáa nýggjan íblástur, og vit hava betri møguleika fyri tí nú, enn vit hava havt. Hvussu tá? – Tað ljóðar kanska undarligt, men fíggjarliga hevur hetta árið roynst væl. Tað vil siga, at bæði áskoðararnir og stuðlarnir hava verið trúfastir, sjálvt um tað hevur skorist illa á vøllinum. Tað vil siga, at tit ætla at keypa spælarar? – Vit hava einki gjørt av, men at vit fara aðra staðni eftir einum ella tveimum spælarum er avgjørt ein møguleiki. Fara tit at fiska í Før- oyum ella uttanlands? – Tað dugi eg ikki at siga í løtuni, tí eg veit tað ikki. Hevur tað verið upp á tal at skifta venjaran út? – Tað hava vit ikki tosað um. Hann hevur sáttmála í fleiri ár, og tað hevur ikki verið tosað um annað enn at halda seg til ta avtaluna, sigur Kaj Leo Johannesen. Einki er at ivast í, at tað fara at verða fleiri tíðindi at frætta frá HB. Spurningurin er, nær tey fara at koma, og hvørji tey fara at vera. HB formaðurin heldur, at B36 eigur besta liðið í Føroyum, og tað kunnu teir í norðara húsinum í Gundadali ikki bara sita hendur í favn og staðfesta. Nr. 174 • týsdagur • 11. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Zuma var í mið- deplinum, men ikki fyri fótbóltsspælið, og avloysarin hjá Toda skoraði SUPERLIGA Jóannes Hansen Áhugin fyri at síggja FCK spæla í Parkini er framvegis rættuliga stórur. Hesa ferð vóru 11.129 og hugdu at, og tey fingu dramatikk fyri allar pengarnar, tá OB vitjaði. Seinasta árið hevur suðurafrikanski Zuma verið mest umrøddi FCK spælarin, tí hann hevur verið so dugna- ligur. Sunnudagin var Zuma aftur í miðdepl- inum. Men hesa ferð var tað meiri fyri tað, sum ikki hevur við fótbólts- spælið at gera. Gestirnir ansaðu vandamikla manninum sera væl, teir gjørdu nógv fríspørk ímóti honum, og Zuma var ørkymlaður. So mikið illa hýrdur var hann, at hann hevði hug at hevna seg, og hann átti at verið rikin av vøllinum, tá hann fyri nøsini á dómaranum traðkaði á oyra á liggj- andi mótstøðumanni. Tað kókaði á vøllin- um, og dómarin valdi at geva Michael Hemm- ingsen hjá OB reyða kortið. Tá restaðu tað seks minuttir. Tá spælararnir komu undir tak, vóru bæði teir og summir av leiðarun- um framvegis rættuliga heitir. Teir munnhøgdust øgiligt, og kanska høvdu onkrir hug at fara til hendurs. Todi hevði møguleikarnar Einki sást til Toda, tá tað eftir dystin kókaði upp á tað mesta. Todi er av- gjørt ikki nakar bardaga maður, men hesa ferð mundi hann vera heilt kølnaður, tá tað leikaði mest á. Eftir 63 minuttir varð hann tikin út. Heine Fernandez kom inn í staðin, og hann javnaði til 1–1. Hann varð spældur leysur mitt fyri og sendi bóltin framvið Zasa í OB málinum. Lítil ivi tóktist vera um, at talan var um rang- støðu, men linjuverjin segði einki. Tað østi OB spælararnar øgiligt. Todi Jónsson hevði havt fleiri møguleikar at skora, men eydnan var ikki við honum. Í 1. hálvleiki heilfluktaði hann sera væl, men málverjin refleksbjarg- aði, og eina aðra ferð var málverjin akkurát fyrri enn Todi, sum toygdi seg eftir returbólti. Í 2. hálvleiki hevði Todi, sum saman við fleiri liðfeløgum fær eitt átta tal í donsku bløð- unum, ein fínan møgu- leika at stúta í málið, men bólturin brast í tvørtræið. Munur á málverjum Karim Zasa var í síni tíð málverji hjá FCK. Teir hildu ikki, at hann var nóg góður, og so flutti hann til OB. Síðani hevur FCK havt fleiri málverjar. Nú er tað sviin Magus Kihlstedt, og tað var munur á málverjum í Parkini. Karim Zasa var sera sannførandi og gjørdi einki mistak. Svenski FCK málverjin var so ótryggur, sum tað sjáldan sæst, at nakar málverji er á hasum støðinum. Hann misti eitt vánaligt langskot í málið, tá OB eftir ein hálvan tíma setti hol á, og seinni var tað um reppið, at hann aftur klossaði bóltin í málið. Talan var um fyrsta dystin hjá Niels Christ- ian Holmstrøm sum FCK venjara. Hann rósti sínum monnum og helt, at teir høvdu havt møgu- leikar at vinna. Mest eyðsýndi FCK maðurin hesa ferð var Carsten Fredgaard, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru. Tað var rættuligt rok í Parkini HB formaðurin: B36 eigur nógv besta liðið Kaj Leo Johannesen heldur, at tað er við fótbóltinum, sum við fiskivinnuni. Tað gongur upp og niður C M Y K 11 10