Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 5 - 8. januar 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 5 - 8. januar 2000 Vinnudeildin S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo Frá Hotel Föroyum Tilboð ynskist at innhegna ognina hjá Hotel Föroyum og gerð av rulluportri við omankoyringina frá Oyggjarvegn- um. Áhugaðir biðjast seta seg í samband við Tlf. 317500 Aðalfundur Umboðsráðið boðar til aðalfundar í B36 húsinum leygardagin 19. feb. 2000 - kl. 13.00 Dagskrá samb. lógum felagsins. Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfund- inum, skulu vera send Føroya Pedagog- felag att. Umboðsráðið - í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin - t.e. leygar- dagin 5. februar. Umboðsráðið Føroya Pedagogfelag Spurnablaðskanning um framtíðar ynskiligt bústaðarmynstur Vísandi til at Húsalánsgrunnurin fyrst í desember 1999 sendi út spurnabløð fyri at kanna tørvin á einum framtíðar ynski- ligum bústaðarmynstri, undir heitinum eldrabústaðir, verður sagt frá at møguleiki er fyri at svara hesa vikuna afturat, og verður innlatingarfreistin sostatt sett til 10. januar 2000. Húsalánsgrunnurin Starv á Føroya Gjaldstovu sum skrivari hjá stjóra/stjórn er leyst at søkja til setanar beinanvegin: Skrivari Ábyrgdarøki: - Samskifti - Journal - Bókhald stovnsins Av uppgávum kunnu nevnast: - Avgreiða telefon, kalendara og røkja skrivara- uppgávurnar hjá stjórnini - Skipa journal og taka móti posti - Avgreiða skjøl hjá stovninum til bókingar og stemma av - Fyrireika fundir - Viðlíkahalda skriv, formalar o.t. á intra-/ internetinum Útbúgving og krøv til viðkomandi, ið verður sett/-ur: Viðkomandi, ið settur verður - skal duga væl at skriva rætt føroyskt - skal hava ástøðiligan kunnleika innan fyrisiting og roknskap - skal verða førur fyri at átaka sær uppgávur fyri leiðsluna - skal helst hava royndir sum skrivari - skal helst hava kunnleika til journalisering Setanarviðurskifti: Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknarfreist: Umsóknir við viðmælum og prógvum skulu vera Føroya Gjaldstovu í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2000. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Leif Abrahamsen, stjóra. Á gjaldstovuni starvast umleið 30 starvsfólk. Gjaldstovan førir roknskap yvir játtanirnar á fíggjarlógini og førir m.a. eisini roknskap yvir ogn og skuld landskassans. Gjaldstovan stendur fyri inn- og útgjaldingum landskassans og hevur um hendi ein part av almennu lønaravgreiðsl- unum. DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Barnaverndarnevndin í Tórshavnar kommunu søkir eftir familju í høvuðsstaðarøkinum at taka tvær gentur 7 og 10 ára gamlar til umlætting í vikuskiftum og eftir tørvi. Umráðandi er, at familjan, ið sett verður, er vælvirkandi og kann samstarva við foreldur og barnavernd. Nærri fæst at vita, við at ringja á sosialu deild Tórshavnar býráðs tlf. 31 51 60 og tosa við Onnu- Kari Thomsen ella Selmu Ellingsgaard. Umsóknirnar skulu stílast til: Tórshavnar kommuna, Barnaverndin, postrúm 32, 110 Tórshavn. Tórshavnar kommuna Umlættingarfamilja Søkt verður eftir lærara til Træ- deild skúlans Søkt verður eftir lærara til træ-deildina. Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður at seta sum skjótast. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum húsasmiður og hava minst 2-ára starvsroyndir í hesum yrki. Fyrimunur er at hava víðari útbúgving. Lønin verður samb. sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skúlan á tlf. 311957. Umsóknir til starvið skulu vera skúla- num í hendi í seinasta lagi 17. januar 2000. Við umsóknini skal fylgja avrit av próvskjølum og møguligar starvs- váttanir. Umsóknin skal merkjast »lær- ari til Trædeildina«. Tekniski Skúlin í Tórshavn Marknagilsvegur 75, P.o.b. 239, FO-110 Tórshavn Fíggjarmálastýrið Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið Deildarstjóri Stýrið fyri Toll- og Skattstovu Føroya søkir eftir deildarstjóra til avbjóðandi starv at byrja 1. mars 2000 ella so skjótt til ber. Starvsstaður: Lógardeildin í Stýrinum. Útbúgving: Umsøkjarar skulu hava útbúgv- ing sum løgfrøðingur ella líknandi útbúgving. Arbeiðsuppgávur: Lógardeildin hevur m.a. hesar uppgávur: - Málsviðgerð innan meirvirðisgjald, skatt, toll og onnur avgjaldsumráði, - innheintingarmál, - ráðgevi hjá Toll- og Skattstovuni kring landið í løgfrøðiligum spurningum innan umsitingarumráði stovnins, - at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og av- gjaldsøkinum, - at gera ummælir í kærumálum og - at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði. Stýrið tekur sær av yvirordnaðari planlegg- ing, stýrings-, eftirlits- og menningaruppgáv- um, av sambandinum við Toll- og Skatta- ráðið, aðalstýrið og Landsstýrið, og virkar sum ráðgevi hjá økjunum í løgfrøðiligum og øðrum fakligum spurningum um toll, skatt, meirvirðisgjald, onnur avgjøld og innheint- ing. Á lógareildini eru størv til 4 akademikarar og 3 málsviðgerar. Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, og er tað lønt sum deildarleiðarastarv. Tað er av týdningi, at tann, sum settur verður, hevur royndir og góð samstarvsevni. Setanarøkið fevnir um aðalstýrini, Løgmans- skrivstovuna og deildir hennara, og tann, sum settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið: Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til stjórn- ina í Stýrinum, tlf. 35 20 26. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2000. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postboks 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya er stovnur hjá landinum hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg- og inntøkuskattalóggávuna. Stovnurin hevur 150 starvs- fólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum, sum heldur til á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, sum eru í Klaksvík, Saltang- ará, Sørvági, Skopun, á Tvøroyri og í Tórshavn, røkja raksturin. Fyribilsstarv Lastbilamekanikari til bilverkstaðið Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Vinnu- málastýrinum / Samskiftis- deildini. Høvuðsuppgávan hjá fyri- tøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farma- flutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav um- leið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutningsuppgávurnar fevna um alt landið. Í sambandi við farloyvi verður hervið søkt eftir lastbilamekanikara at byrja skjótast gjørligt og fram til 30. september 2000. Arbeiðsuppgávurnar á bilverkstaðnum Høvuðsuppgávan hjá bilverkstaðnum er at um- væla, samskipa og menna tekniska viðlíka- haldið av lastbilum, bussum o.ø. koyriútbúnaði hjá fyritøkuni, sum hevur 15 stórar lastbilar, 9 stórar bussar, 8 vørubilar og annan útbúnað. Á bilverkstaðnum eru íalt 8 fólk: 1 leiðari, 4 lastbilamekanikarar, 1 goymlsu- vørður og 2 lærlingar Aðrar høvuðsuppgávur eru: • Tryggja ein støðugan rakstur av koyri- útbúnaðinum • Seta upp viðlíkahaldsmannagongdir- og ætlanir • Gera ætlanir um størri viðlíkahaldsarbeiði • Hava dagligt eftirlit við koyriútbúnaðinum, herundir samstarv við Bileftirlitið, verkstøð og aðrar myndugleikar Starvið fevnir um Lastbilamekanikarin skal verða við til at tryggja, at koyriútbúnaðurin er í so góðum standi sum gjørligt, og at veita leiðsluni eina skilagóða rakstrarfyrisiting. Aðrar høvuðsuppgávur hjá lastbilamekanikar- anum eru at vera við til at: • Tryggja at trygdin á øllum koyriútbúnað- inum er í samsvari við formlig og teknisk krøv • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á koyriútbúnaðinum • Tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar • Vanligt dagligt viðlíkahald á øllum last- bilum, bussum o.ø. koyriútbúnaði Førleikakrøv • Lastbilamekanikari ella tilsvarandi mekaniska útbúgving • Koyrikort til trailara • Prógv í sveising • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Kunnleiki til formlig krøv og royndir við- víkjandi rakstri av lastbilum og bussum • Kunnleiki og royndir viðvíkjandi arbeiðs- hátti á bilverkstøðum • Góðan røkjuskap Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, og er starvið lønt í lønarflokki 13. Umsóknir Áhugaðir lastbilamekanikarar skulu senda um- sókn til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 20. januar 2000. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Heðin Mortensen, leiðara á bilverkstaðnum tlf. 34 30 00 lokal 146, ella e-post: hem@ssl.fo Frá Hotel Föroyum Tilboð ynskist at hampa um grótgarðin á ognini hjá Hotel Föroyum. Áhugaðir biðjast seta seg í samband við Tlf. 317500 Broyting í upplatingartíðunum á posthúsunum í SMS og í miðbýnum í Tórshavn Frá mánadegnum 17. januar 2000 verða upplatingartíðirnar á posthúsunum í SMS og í miðbýnum hesar: Mánadag til mikudag 10.00 til 16.00 hósdag og fríggjadag 10.00 til 17.00 Tórshavnar býráð Tórshavnar býráð hevur í ár 2000 fastan fund hesar hósdagar, kl. 18.00: 27. 17. 9. 6. 4. 25. 22. 7. 5. 2. 23. 14. januar februar mars apríl mai mai juni september oktober november november desember Kunngerð