Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. januar 2000síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 tíðindablaðið sosialurin Nr. 5 - 8. januar 2000 32 tíðindablaðið sosialurin Nr. 5 - 8. januar 2000 S t a r v L Æ R L I N G U R Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Vinnu- málastýrinum / Samskiftis- deildini. Høvuðsuppgávan hjá fyri- tøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farma- flutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav um- leið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutningsuppgávurnar fevna um alt landið. Hervið verður søkt eftir skrivstovulærlingi til Farmastøðina í Tórshavn. Uppgávurnar hjá farmaflutningsdeildini Høvuðsuppgávan hjá farmastøðini, sum er undir farmaflutningsdeildini, er at samskipa, viðlíkahalda og menna farmaflutningin millum meginøki og útjaðarøkini í Føroyum. Aðrar høvuðsuppgávur eru: • Tryggja ein støðugan rakstur av farma- flutninginum • Kundamóttøka • Frankering • Skipaavgreiðslur • Ráðlegging og samskipan viðvíkjandi koyring. Starvið fevnir um Sum lærlingur á farmastøðini kemur tú m.a. at arbeiða við fylgjandi uppgávum: • Frankering • Fakturering • Shipping • Hagtøl Vit rokna við, at tú • hevur HH, FHS ella líknandi prógv • kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at samstarva • er góður teldubrúkari • hevur góð evni at orða teg bæði skrivliga og munnliga • hevur góðan røkjuskap Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknir Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 17. januar 2000. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Heina á Borg, farmaflutningsleiðara, á tlf. 343060 ella senda e-post: hab@ssl.fo. Stuðulsfólk Søkt verður eftir avloysara fyri stuðulsfólk, til 8 ára gamlan deyvan, rørslu- og talutarn- aðan drong í Tórshavn. Arbeiði hjá stuðlinum verður í neyvum sam- starvi við drongin, familjuna, Almannastov- una og onnur fakfólk. Arbeiðið fevnir um at geva honum tað neyð- ugu røktina og at fara við honum til ymisk skipaði tiltøk. Serligur dentur skal verða lagdur á samskifti við drongin. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna og er um morgunin áðrenn drongurin fer í skúla og seinnapartar í Frítíðarskúlanum. Setunartíðin er frá 01.02.00 og fyribils til uml. 01.10.00. Neyðugt er, at viðkomandi, ið settur verður hevur koyrikort. Lønar- og setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og Før- oya Pedagogfelag. Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja til 31 48 22, Ragnhild Dahl. Umsóknir mugu verða okkum í hendi í sein- asta lagi 21.01.00 og skulu sendast til: Almannastovuna att. Ragnhild Dahl Box 196 110 Tórshavn Stuðulsfólk Vegna ov fáar umsóknir, lýsa vit av nýggjum eftir stuðulsfólki til seks ára gamlan drong í Kollafirði. Arbeiði hjá stuðlinum verður í neyvum sam- starvi við familjuna, Almannastovuna og onnur fakfólk, at stimbra dreinginum við spæli og venjingum, og annars vera við til at geva honum ein innihaldsríkan gerandis- dag, einsamøllum og saman við øðrum. Ser- ligur dentur skal verða lagdur á málmenn- ingina og samskifti við drongin. Stuðulin skal eisini kunna fara við honum til fysioterapi, taluvenjingar o.a. Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna. Setunartíðin er frá 01.02.00 og fyribils til 01.07.00. Lønar- og setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og Før- oya Pedagogfelag. Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja til 31 48 22, Ragnhild Dahl. Umsóknir mugu verða okkum í hendi í sein- asta lagi 21.01.00 og skulu sendast til: Almannastovuna att. Ragnhild Dahl Box 196 110 Tórshavn Pedagogar Søkt verður eftir tveimum pedagogum til Dagstovnin á Argjum. Annað er á vøggu- stovu 40 tímar um vikuna frá 1. feb. 2000 ella eftir nærri avtalu, og hitt er eitt farloyv- isstarv á barnagarðsstovu 30 tímar um vik- una frá 1. apríl til 15. sept. 2000. Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvsognar- stovnur. Á stovninum ganga 70 børn og sam- anlagt eru vit 18 starvsfólk. Á stovninum eru fýra barnagarðsstovur og tvær vøggustovur, har tann eina barnagarðs- stovan er ein teknmálsstova. Á hvørjari stovu ganga 12 børn, á teknmálsstovuni 10 børn. Vit ynskja, at tú saman við okkum skapar eitt umhvørvi fyri børnunum, har tey kunnu trívast og mennast. Somuleiðis, at tú er nýhugsandi og hevur ábyrgdarkenslu. Har- umframt ynskja vit, at tú ert virkin á stovnin- um við atliti at víðariútvikling av hesum. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri. Ynskir tú at vita meira um starvið, kann tú seta teg í samband við Gudrun W. Rasmussen, leiðara, á tlf. 319019. Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argj- um í seinasta lagi 22. januar 2000. Dagstovnurin á Argjum Traðagøta 55 160 Argir Pedagogar til Dagstovnin í Fuglafirði 1. Søkt verður eftir pedagogi, 35 tíma viku, at byrja 01.02.2000, ella skjótast tilber. Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrin- um 0-3 ár. 2. Søkt verður eftir pedagogi, 30 tíma viku, at byrja 01.02.2000, ella skjótast tilber. Starvið er á stovu við 18 børnum í aldr- inum 3-8 ár. Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Um ikki nóg nógvir pedagogar eru til størvini, kunnu hjálparfólk verða sett fyribils í peda- gogstørvini. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran á dagstovninum tlf. 444940. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu verða býráðsskrivstov- uni í hendi í seinasta lagi 21. januar kl. 10.00. Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður, 6. januar 2000 Fuglafjarðar býráð www.sosialurin.fo Pedagogur Vøggustovan við Velbastaðvegin søkir eftir einum pedagogi 25 tímar um vik- una, at byrja 1. februar 2000 ella eftir nærri avtalu. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, sum er normeraður til 42 vøggustovu- børn. Tríggjar stovur hava 10 børn hvør og ein stova hevur 12 børn. Tann, ið settur verður skal hava góð samstarvsevnir og skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður tað fyribils sett við fólki uttan pe- dagogútbúgving. Løn- og setanartreytir eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og Før- oya Pedagogfelag. Umsókn við avriti av prógvi og møgu- ligum viðmælum, skal verða stovninum í hendi í seinasta lagi 19. januar 2000. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Inga-Mariu Sørensen ella varaleiðaran Elsu Niel- sen. Vøggustovan við Velbastaðvegin Velbastaðvegur 39 100 Tórshavn Tlf. 314379 • Fax 321179 Landssjúkrahúsið FO-100 Tórshavn 1. assistentur til Skurðgongdina Eitt starv sum 1. assistentur á Skurðgongdini er leyst til setan 1. apríl 2000 ella eftir nærri avtalu. Fyrsti assistenturin myndar saman við deild- arsjúkrasystrini leiðsluna á deildini. Hendan ábyrgd umfatar m.a. sjúklingarøkt og starvs- fólkaumsiting, umframt frálæru til starvsfólk- ið og sjúkrasystralesandi. Starvið er eitt fulltíðarstarv við avmarkaðum tilkallivaktum frá bústaði. Vit søkja eina sjúkrasystir • við hollum royndum innan arbeiði á skurð- gongd • við áhuga fyri undirvísing • við kunnleika/áhuga fyri brúk av teldu Vit bjóða • eina deild við nógvum fjølbroyttum upp- gávum • eina deild har nógv er at gera • ávirkan á tilrættalegging av egnari arbeiðs- tíð Løn- og setanartreytir samb. sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Sjúkrasystrafelag Før- oya. Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Nainu Túgvustein, deildarsjúkrasystir á telefon 313540 lokal 138. Umsóknarfreist er 11.02.2000. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum verður at senda til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Tann rætta brúkta bilin til tann rætta prísin -finnur tú sjálvsagt hjá P/f Wenzel Nú dagførdir hvønn dag á heimasíðu okkara www.wenzel.fo Sosialurin - 311820 Fa. E.B. Tel. 28 12 18 Sosialistiskt Ungmannafelag SU er ungmannafelagið hjá Føroya Javnaðarflokki SU legan verður í Øravík 14.-16. januar 2000. Øll ung javnaðaráhugaði eru væl- komin við. Tú kanst tekna teg til leguna, við at ringja til Kristoffur tlf.: 281118 ella til Fíu tlf: 321011. Tú kanst eisini senda eitt mail: sosialistiskt_ungmannafelag@hotmail.com., Fía@sansir.fo., Rannva78@forum.dk. Skráin Fríggjakvøldið 14. januar kl. 20.00: Fyrilestur Ung í 21. øld v/ Jóannes Eidesgaard. Leygardagin 15. januar: Aktivitetur í lokal- feløgunum. Hvussu skipa vit nevndararbeið- ið og felagsarbeiðið úti í lokaløkjunum. Sosialistiskt Ungmannafelag í Føroyum Hárfríðkari søkist til Danmarkar Familjuhárfríðkanarstova í Keypmannahavn søkir hárfríðkara. Vit tosa føroyskt og hava góðar arbeiðsumstøður. Kunnu møguliga hjálpa við bústaði. Frisør Tonni Frederik Sundsvej 53 2400 København NV Tel. 0045 38194909 Avloysari til skrivstovustarv Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ein- um fólki til skrivstovuna at byrja sum skjót- ast sum avloysari fyri skrivstovufólk í barnsburðarfarloyvi. Arbeiðið fevnir um skrivstovuhald, skriv- araarbeiðið, avgreiðslu og samskiftið við limir og viðskiftafólk. Tað er ein fyrimunur um tú: • hevur hóskandi útbúgving og arbeiðs- royndir • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir • dugir væl at samskifta á føroyskum • hevur telduførleika á brúkarastøði (Win- dows Office forrit) Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert skrivstovustarv og løn eftir avtalu. Starvs- setanin varar væntandi til 1. september 2000. Skrivlig umsókn, merkt »Skrivstovustarv«, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. jan. 2000. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Jan Mortensen, ella Bjørgfríð Ludvig á tlf. 311864. Føroya Arbeiðsgevarafelag Vinnuhúsið, Postsmoga 179 110 Tórshavn Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri felags skrivstovuni hjá 11 vinnufel- øgum og í løtuni starvast 5 fólk í umsitingini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møgulig kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og politiskari ávirkan. Feløgini taka sær av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum. sosialin Halt