Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 11. september 2001 15 Hóast Skála hevur tikið mest sum øll á bóli við sínum leik- luti í oddastríðnum í 2. deild, so er venjari felagsins nú sagdur úr starvi UPPSØGN Jákup Mørk Á fundi hjá starvsnevndini hjá Skála Ítróttarfelag gjørdu starvsnevndin og leikararnir á aðrudeildar- liðnum í felag av, at Eugen Voda, sum í ár hevur vant liðið, skal sigast úr hesum sessi, nú bert tvey umfør eru eftir av kappingarárin- um. Neyðugt stig Á Skála ásanna tey, at tað kann tykjast eitt sindur løgið, at venjarin soleiðis verður sagdur frá, tá liðið annars hevur staðið seg nógv betri, enn tey flestu høvdu roknað við undan kappingini. Sagt verður um hetta, at tað serliga er gongdin í seinnu kappingarhálvu, sum hevur givið til kennar, at samstarvstrupulleikar hava verið ímillum leikarar og venjara, og at hetta eisini hevur verið sjónligt á vøll- inum. Tapið fyri Sumba á heimavølli var hin væl kendi dropin, sum fekk bik- arið at flóta yvir, og eftir at hava tosað aftur og fram um málið sunnukvøldið, gjørdu starvsnevndin og leikararnir so av at taka hetta stigið. Sagt verður annars, at hetta so avgjørt ikki var nøkur løtt avgerð at taka. Bæði tí Eugen í nógvar mátar hevur verið eitt sera stórt aktiv fyri felagið, men eisini tí liðið hevur staðið seg somikið væl. Upprunaliga var ætlanin annars, at liðið skuldi stabilisera seg í ovaru hálvu í deildini, men eftir at liðið tíðliga í kappingini fór í út- brot, varð miðið sett nakað hægri. Enn hevur Skála eisini møguleika at røkka odda- sessinum, ella einum øðrum plássi við rætti til upp- og niðurflytingar- dystir. Komandi dysturin verður í Fuglafirði móti ÍF, og tað var ikki minst við hesum dystinum í huga, at gjørt varð av, at okkurt skuldi henda her og nú. Sumba punkteraði oddaliðið av Skál, tá teir gjørdu fulla nýts- lu úr sínum møgu- leikum, meðan Skála hinvegin tvassaði sín- ar burtur 2. DEILD Jákup Mørk Skála hevur í nógvar mátar verið liðið, sum hevur tikið fólk á bóli í aðru deild hetta kappingarárið. Frá fyrsta umfari av hevur liðið verið partur av oddastríðnum, og tí var lítið at ivast í, at teir fóru at ogna sær trý stig, tá Sumba kom á vitjan leygardagin. Skutu málini Sumbingar ásannðu eisini, at Skála var favorittur, og teir løgdu tí út við eini sera varnari spæliætlan, har teir fyrst og fremst royndu at binda fyri í verjupartinum, fyri síðani at seta kvik mótálop ígongd, tá møgu- leiki var fyri hesum. Hetta vísti seg eisini at vera ein skilagóð ætlan, tí hóast Skála hevði yvirvág – og reiðiliga tað - í spæl- inum og møguleikum á vøllinum, so vóru tað sumbingar, sum fingu flestu málini. Hitt fyrsta kom eftir hornasparksstøðu í vinstru. Eftir at bólturin hevði ferð- ast nakað, sendi Sasja Tomajek eitt skrúvandi innlegg til handaru stong, og hóast lítil vandi tóktist vera á ferð, so endaði alt við, at Rene Thomsen úr sera spískum stútaði í mál- ið. Skála hevði fram til tá havt fleiri góðar møguleik- ar, og tí var hetta sum vátur vøttur at fáa hjá teimum. Skelkurin mundi heldur ikki gerast minni, tá tað nakað seinni enn eina ferð eydnaðist sumbingum at fáa fulla nyttu úr einum hornasparki. Sasja sendi innfyri, og tá málverjin hjá Skála dyst- aðist við Eirik um bóltin, endaði alt við, at bólturin stakk niður á lærið hjá Mortani í Hørg, hiðani hann støkk í málið. Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, og eftir enn ein deyðbólt kundu sumb- ingar økja um leiðsluna. Aftur var tað Sasja, sum sendi innfyri, og meðan Skála-málverjin stóð onku staðni í ongamannalandi, stútaði Eirikur Joensen bóltin í einum bleytum boga, so hann legði seg til rættis í málinum. Á heimaliðnum vistu teir nú, at dysturin var taptur, og teir mundu eisini vera greiðir um, at teir einamest áttu sær sjálvum at takka fyri hesum. Møguleikar í hópatali vóru longu mis- nýttir, og tí munaði tað lít- ið, at Tummas Olsen móti endanum minkaði við ein- um framúr langskotið. Dysturin var taptur, og hetta fekk so avleiðingar fyri oddasssin í deildini, og sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, fekk tað eisini avleiðingar í aðrar mátar Skála-Sumba 1-3 (0-2) 0-1: Rene Thomsen 0-2: Mortan í Hørg 0-3: Eirikur Joensen 1-3: Tummas Olsen Skála-Sumba 1-3 (0-2) Skála reyk afturá Skála hevur koyrt venjaran Skála tapti týdningarmikla heimadystin móti Sumba, og sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, hevur hetta fingið avleiðingar í felagnum Øll fýra málini í oddadystinum í Aalborg vórðu skorað fyrsta hálva tíman SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað var rættur toppdystur í Aalborg seinnapartin sunnudagin. Saman við FCK verða Brøndby og AaB mett sum bestu boðini upp á meistaraskapin. Tí var ikki undarligt, at 10.172 møttu upp, tá Brøndy vitj- aði. Tað var undirhaldandi og á allan hátt verdugt fyri oddadyst. Tá ein hálvur tími var farin, var støðan 3–1 til Brøndby, og tað gjørdist eisini úrslitið. AaB minkaði um munin til 3–1, og teir trýstu fyri at koma uppaftur nærri. Men tað miseydnaðist, m. a. tí teir sendu brotsspark skeivu megin stólpan. AB væl fyri Undan summarsteðginum stríddist AB fyri at sleppa undan niðurflytingini. Tað eydnaðist akkurát. Tá varð undrast yvir, at eitt lið við fleiri landsliðsspælarum skuldi liggja so illa fyri. Nú hevur AB selt landsliðs- spælararnar, men nú gong- ur nógv betri. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Lyng- by, sum hevur staðið seg væl á vøllinum, men sum uttanfyri vøllin stríðist fyri at sleppa undan húsagangi. AB var drúgvari og vann 3–1. Í Silkeborg hava teir selt sínar landsliðsspælarar, og har er ikki væl vorðið. Hesa ferð vitjaðu teir grannarnar í Viborg, sum vunnu 2–0. Tað varð mett, at Esbjerg ikki var væl fyri, tí næst- síðst taptu teir 7–0 á heima- vølli ímóti Esbjerg. Men teir fóru úr Ikast við øllum stigunum. Heimaliðið FCM tapti 2–0 ímóti felagnum, sum fegið vil hava Christ- ian Høgna Jacobsen at hjálpa sær. Hesa ferð skor- aði Michael Hansen bæði málini. Í gjárkvøldið skuldi AGF, sum higartil í hesum kapp- ingarárinum ikki hevur staðið seg væl, royna seg á heimavølli ímóti Vejle. Brøndby er flúgvandi 15 14 Nr. 174 - 11. september 2001 Eftir at tað í seinnu hálvu hevur gingið striltið hjá næstbestu runavíkingunum, tykjast teir nú hava tryggjað sær tilveruna í deildini 2. DEILD Jákup Mørk Tá farið varð í summarfrí, taldust runavíkingar mill- um fremstu liðini í 2. deild, men síðani tá hevur at kalla bert gingið niðurá. Tap oman á tap hava viðført, at liðið er dottið alsamt longur oman í stigarøðini, men eftir at støðan brádliga gjørdist heilt álvarslig, tykist liðið nú aftur at hava ment seg nakað. Leygardagin vitjaðu teri næst bestu hjá B36 í Runa- víkini, og hóast talan her var um eitt av oddaliðun- um, so lótu runavíkingar ongan iva vera um, hvat av liðnum var hitt betra. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, áðrenn Sverri Justinussen varð sendur avstað fyrstu ferð, og einsamallur við málverj- anum var hann ósvikaligur, tá møguleikin beyðst. Hetta gjørdi sjálvandi út- gangsstøðið truplari hjá gestunum. Teir høvdu kanska hampuliga gott tak á sjálvum spælinum, men málmøguleikarnir vórðu ikki teir nógvu í tali, og úrtøkan av hesum var púrt eingin. Hinvegin megnaði NSÍ at enda hálvleikin á sama hátt, sum teir byrjaðu. Í seinasta minuttinum undan steðgin varð Sverri aftur leiktur leysur, og úrslitið var nett hitt sama. Dovnaðu Í seinna hálvleiki mundu teir hvítu og svørtu ásanna, at tað ikki fór at eydnast teimum, at venda dystinum. Í øllum førum vóru teir nú nógv tamari, og runavík- ingarnir høvdu tí fáar trupulleikar av at halda fast um leiðsluna. Móti end- anum av dystinum eydn- aðist tað teimum enn tá at økja um munin, tá Mortan Hansen varð feldur í brots- teiginum, og Bergur Han- sen eftirfylgjandi legði bóltin í málið úr ellivu metrum. Fyri runavíkingar merkti sigurin ivaleyst, at teir endaliga sluppu leysir av niðurflytingarvandanum, sum annars hevur fylgt liðnum í skjótt fleiri umfør. Hjá havnarmonnunum hevur tað hinvegin verið tos um heiðursmerki, sum hev- ur eyðkent prátið seinastu umførini, men hetta prátið man nú vera lagt til viks eina løtu. Enn kunnu teir væl blanda seg upp í stríðið í so máta, men hetta fer helst at krevja sigrar teir báðar komandi dystirnar, umframt at liðini, sum stríðast fyri uppflytan samstundis skulu missa stig. NSÍ-B36 3-0 (2-0) 1-0: Sverri Justinussen 2-0: Sverri Justinussen 3-0: Bergur Hansen Hvørki NSÍ ella VB megnaðu veruliga at seta seg ígjøgnum, tá liðini hittust sunnudagin, og javnleikuri mundi yvirhøvur vera eitt hóskandi úrslit FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað vóru tvey lið, ið sum so ikki høvdu alla verðina at spæla fyri, sum fóru á vøll- in í Runavík sunnudagin. Bæði NSÍ og VB munnu hava slept vónini um at fáa heiðursmerki burtur úr hesum kappingarárinum, og hóast fjórða plássið kann bera Inter-Toto við sær, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið til veruliga at seta partarnar upp móti hvørjum øðrum. VB í fyrra Í fyrra hálvleiki var tað serliga VB, sum beit frá sær, og hóast spælið mundi vera so hampuliga javnt, so vóru tað so avgjørt gest- irnir, sum høvdu tær vanda- mestu royndirnar. Um tað var væntandi nærlagni, ella bert svartasta óhepni, skal ikki vera sagt her, men tað er so ein sannroynd, at hóast talan í fleiri førum var um heilt naskar royndir, so skuldi ganga meira enn hálvur tími, fyrr enn ein av møguleikunum hjá VB kastaði eitt mál av sær. Tveir risamøguleikar vóru longu misnýttir, men tá Birgir Jørgnesen slapp at standa óvardur tætt inni undir málinum eftir horna- spark, fekk NSÍ ikki gjørt meira. Kanska átti Jens Martin at komið út eftir bóltinum, men hvussu var og ikki, so endaði alt við, at Birgir slapp at stúta í mesk- arnar. NSÍ í seinna Runavíkingar, sum á pappírinum høvdu tríggjar álopsmenn, men bert gjørdu nýtslu av einum í fyrra hálvleiki, tóktust vera meira uppsettir, tá farið varð inn til seinna hálvleik. Við at seta ferðina upp og nýta síðurnar í uppspælin- um, fingu teir nú lagt nógv størri trýst á vágbingar, men eins og tað í stóran mun var galdandi fyri vág- bingar undan steðginum, so megnaðu runavíkingarnir ikki at umseta leikligu yvir- vágina til mál. Fleiri ferðir var vandi á ferð, men men Bjarni Johansen í VB-málinum var tó ein tryggur seinasti skansi, og dysturin fór alt meira at líkjast einum sigri til føroyameistararnar. Runavíkingar góvust tó ikki á hondum, og hóast út- javnandi málið, sum teir at enda fingu, taldist millum tey meira tilvildarligu, so jmundu spælararnir tó ikki leggja tað stóra í hetta. Vágbingar tóktust annars at hava ruddað burtur, tá NSÍ hevði havt horna, men tá Ian Højgaard so lyfti bóltin inn aftur, stóð Djóni N. Joensen púrasta leysur við handaru stong, so hann uttan stórvegis himpr kundi smekka bóltin í málið. Vágbingar vildu vera við, at í øllum førum ein runa- víkingur hevði verið rang- staddur, tá bólturin varð sendir inn aftur í brots- teigin, men hetta broytti so einki um støðuna. Lív kom í Høvdu teir undanfarnu 85 minuttirnir verið hampu- liga linligir, so kom veru- ligt lív í seinastu løtuna. Bæði liðini tóktust brád- liga at vakna úr dvala, og talan gjørdist um heilan hóp av møguleikum, meðan liðini søktu á hvør sítt mál. Hin størsta fekk leikandi venjarin hjá vágbingunum, men einsamallur við tóm- um máli megnaði hann onkursvegna at senda upp um tvørstongina. Tá hetta ikki gav mál, mundi tað tykjast mest sum greitt, talan mátti gerast um javnleik, og sæð yvir ein kamb, so mundi hetta eisini vera á eini góðari leið. Tað skerst tó ikki burtur, at bæði liðini mundu iðra seg um mistu stigini, heldur enn at fegnast um tað, sum tey høvdu vunnið. Soleiðis sum úrslitini í deildini lagaðu seg, hevði ein sigur viðført, at vinnarin kundi sett seg hampuliga trygt á fjórða plássið, og fyri vágbingar vildi tað nærum givið samband við bronsu- plássið hjá toftamonnum. Nú varð hetta so av ong- um, men framvegis kann vera, at fjórða plássið, sum vágbingar eiga í løtuni, kann geva atgongd til Inter- Toto. Ein part av hesum kunnu teir sjálvir vera við til at gera av, tá teir í sein- asta umfarinum taka ímóti B36 vesturi á Eiðinum á Vági. Dysturin í tølum: NSÍ-VB 1-1 (0-1) 0-1: Birgir Jørgensen 33 1-1: Djóni N. Joensen 86 Dómari: Suni Johansen (SÍF) NSÍ: Jens Martin Knudsen – Rúni Rasmussen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Lang- gard, Jónstein Petersen – Brynjálvur Nielsen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgard, Dánjal Hansen, Eddie Mikkelsen VB: Bjarni Johansen – Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Michael í Lága- bø – Palli Augustinussen, Gisli Sveinbjørnsson, Krzysotf Popczynzki, Marek Wierzbicki, Jón Pauli Olsen – Birgir Jørg- ensen, Robert Ciezlewicz NSÍ-VB 1-1 (0-1) Nærlagni restaði í VB og NSÍ áttu hvør sín hálvleik, og tí var javnleikur ikki heilt av leið, men ivaleyst iðra báðir partar seg um, at tað ikki eydnaðist at avgera dystin NSÍ-B36 3-0 (2-0): Runavíkingar tykjast tryggir C M Y K 14