Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 174 - 11. september 2001 Nr. 174 - 11. september 2001 17 Við væl upplagda Magna Jarnskor á odda, undirstrikaðu teir í GÍ munin, sum eigur at vera á einum toppliði og á einum liði, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Eftir stóra stríðið, sum B36 hevði av at fáa øll stigini í Miðvági, lúrdi møguleikin fyri, at FS Vágar skuldi fáa okkurt burturúr, tá meist- arabiðlarnir úr Gøtu komu vestur. Men gøtumenn lótu ong- an iva vera um, at tað eru teir, sum stríðast fyri at varðveita møguleikan fyri at vinna FM, og at tað er FS Vágar, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting- ini. GÍ vann 4–1. Vágamenn ásannaðu eftir dystarlok, at teir høvdu verið teir minnu, og teir hildu seg til at seta spjaldur á orsøkina til, at tað gekk, sum tað gjørdi. – Magni Jarnskor er ein fínur spælari. Hann tykist framvegis at hava stóran vilja, hann er alla staðni, og so vísti hann her vesturi, at hann megnar væl at skipa spælið hjá sínum monnum, staðfestu vágamenninir, samstundis sum teir løgdu afturat, at um teir høvdu havt roynda gøtumannin á miðvøllinum, so hevði ikki verið so víst, at tað hevði lagað seg soleiðis, at øll stigini fóru av oynni. Avrikið hjá vágamonnum var ikki á hædd við tað, sum teir sýndu, tá B36 var har vesturi og var um repp- ið at heilkiksað. Stólpaskot GÍ legði bragdliga fyri, og teir kundu havt lagt seg á odda, tá bara eini tíggju sekund vóru farin, men Helgi L. Petersen var ikki nóg neyvur, tá hann fekk møguleikan eftir misskilj- ing í FS Vágar verjuni.. Eitt brotsspark skuldi til, áðrenn GÍ megnaði at umseta leikligu yvirvágini til mál. Magni Jarnskor lyfti fríspark í brotsteigin, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki – ivaleyst fyri at halda ella skumpa. Henn- ing Jarnskor sveik ikki úr ellivu metrum. GÍ kundi havt økt um leiðsluna, men stútarin hjá Bartali Eliassen tók tvørtræið. Góða løtan hjá FS Vág- um hesa ferð var seinni parturin av fyrra umfar- inum, eftir at teir høvdu lagt um. Í útgangsstøðuni høvdu teir fýra spælarar aftast. Hetta gjørdu teir fyri at byrgja upp fyri longu skiftunum hjá gøtumonn- unum, men tað hilnaðist ikki serliga væl. Tí fóru teir í FS Vágum til 5–3–2 upp- stillingina, og tá gekk tað í eina løtu eitt sindur betri. Fyri FSV var tað ein smeitur, at liðformaðurin og stríðsmaðurin mitt á miðvøllinum, Hannus Ol- sen, heilt tíðliga noyddist at taka seg burturúr, tí hann var skaddur. Torkil Nielsen kom á vøllin, og hann vísti enn eina ferð máltev. Hann var kroystur av tveimum mótstøðumonnum, tá hann sendi framvið Halli Hansen í GÍ málinum, men bólturin brast í stólpan, og tað gjørdi royndin hjá Sonna Johansen eisini. Eingin ivi Í seinna umfarinum gjørd- ist munurin ímillum topp- liðið og botnliðið alt meiri eyðsýndur. Og tá umfarið var um at vera hálvrunnið staðfesti Gí, at tað vóru teir, sum høvdu fatur í rætta endanum, og at teir ikki ætlaðu sær at geva illa stadda heimaliðnum nakað sum helst. Eftir horna stútaði Bartal Eliassen upp á tvørs, og Óli Hansen stýrdi við høvd- inum bóltinum í kassan. Fimm minuttir seinni var Óli Hansen aftur upp á spæl. Hann spældi álops- felagan, Helga L. Petersen, púra blankan mitt fyri, og so var GÍ, sum hesa løtuna spældi FSV sundur og saman, á odda 3–0. Vágaliðið spruttaði eitt sindur, og teir minkaðu um munin, tá Tór–Ingar Aksel- sen gjørdist leysur og um- vegis stólpan sendi í kassan. Elfinn Ørvarodd, sum aftur hesa ferð spældi væl í vinstru, hevði eina góða skotroynd, men so var tað, at GÍ staðfesti sann- førandi sigurin. Við nærra stólpan var Bartal Eliassen fyrstur á hornasparksinn- leggi, og við høvdinum stýrdi hann bóltinum í kassan. Dysturin í tølum: FS Vágar-GÍ 1-4 (0-1) 0-1: Henning Jarnskor (br.) 25 0-2: Óli Hansen 67 0-3: Helgi L. Petersen 71 1-3: Tór-Ingar Akselsen 85 1-4: Bartal Eliasen 87 Dómari: Eiler Rasmussen (Skála) FS Vágar: Arturas Ra- moska – Jack Johansen, Vlad Osipov, Ruslan Scre- lea, Jákup Joensen – Tór- Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Elfinn Ørvarodd – Birgir Joensen, Sonni Johansen GÍ: Hallur Hansen – Poul Ennigarð, Bartal Eliassen, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor – Helgi L. Peter- sen, Óli Hansen FS Vágar-GÍ 1-4 (0-1) Gøtumenn duttu ikki í grøvina Henning og liðfelagarnir vunnu trygt á FS Vágum, og halda framvegist stutt tjóður í B36 Vágamenn duttu á aftasta plássið, og tað er lítið sannlíkt, at KÍ skal gera nakað við B36 SAMANUM Jóannes Hansen Í fjórði síðsta umfarinum gjørdu oddaliðini tað, sum tað kundi roknast við av teimum. At GÍ skuldi koma í somu trupulleikar í Vág- um, sum B36 var við at koma sær í fyri tveimum vikum síðani, mundi fáur hava roknað við. Gøtumenn høvdu lært av Eiðis ferðini, sum kann fara at vísa seg at kosta teimum FM heitið og av B36 ferðini í Miðvági. GÍ vann 4–1, og sigurin var ongantíð í vanda. Dagurin var einki ser- ligur hjá vágamonnum. Samstundis sum teir taptu ímóti GÍ, kundu teir fylgja við í dystinum á Sandi, har heimaliðið vann sær trý stig, og harvið slapp sær av beinleiðis niðurflytingar sessinum, sum FS Vágar nú hevur yvirtikið. Spurningurin er so, hvussu tað fer at laga seg. FS Vágar hevur síðani summarsteðgin víst, at tað eru ikki so fáir góðir spæl- arar í oynni. Jón Nielsen, Jack, Sonni og John Jo- hansen (hesin seinast nevndi er tíverri fyri FSV skaddur), Tór–Ingar Aksel- sen og fleiri aðrir hava 1. deildarstøði. Spurningurin er, um teir sleppa at halda fram í bestu deildini. Uppgávurnar hjá FSV eru eins torførar, sum tær eru hjá B71. FSV eigur B68 og HB á útivølli og KÍ á heimavølli. B71 eigur VB og GÍ á útivølli og NSÍ á heimavølli. Í tungum sjógvi Tað hevur verið spælt í landskappingini síðani í 1942. KÍ og HB hava í nógvum av árunum telvast um meistaraskapin, men nú er vent í holuni. Bæði KÍ og HB hava verið noydd at leggja rygg til eyðmýkjandi tap ímóti teimum, sum ikki hava verið roknað fyri at vera nakað. Aftur sunnu- dagin vóru dømi um hetta. KÍ tapti fyri aðru ferð í ár á EB/Streymi, og B71 sigurin á HB ber við sær, at HB hevur fingið eitt og B71 fýra stig í innanhýsis dystunum teirra millum. Komandi sunnudag skal EB/Streymur í Gundadal at spæla ímóti HB. Í HB mugu teir finna seg í, at hesa ferð verður EB/ Streymur roknað at vera favorittur. Um EB/Streym- ur vinnur tann dystin, so verður HB á 8. plássinum, sum teir ongantíð áður hava verið á. At KÍ og HB meiri ella minni eru steðgað upp kann gerast bjargingarlínan hjá vágamonnum. Tað er ikki so víst, at teir ikki fara at fáa stig, tá KÍ kemur vestur, og tá teir skulu í Gundadal at spæla ímóti HB, sum tað við søguni í huga kundi sæð út til. Ein annar spurningur, sum verður við til at gera niðurflytingina av, er, um VB og NSÍ fara at hava somu motivatiónina at spæla, sum sandoyingar fara at hava. Hóast B68 tapti í Gunda- dali, so tykist tað sum um teir sita rættuliga tryggir á bronsuni, sum teir – um tað lagar seg væl hjá teimum – kunnu tryggja sær endaliga, tá FS Vágar sunnudagin kemur á Svangaskarð. B36 styrkti sína støðu B36 sýndi ikki meistara- spæl í Gundadali, men teir vunnu, og harvið styrktu teir um FM møguleikan, sjálvt um GÍ eisini vann. Nú eru bara tríggir dystir eftir hjá B36 at kiksa í. Frammanundan vóru teir fýra, og tað var ivaleyst størst sannlíki fyri, at B68, sum ikki hevði tapt síðani summarsteðgin, skuldi spæla B36 eitt puss. B36 skal sunnudagin til Klaksvíkar, og har fara teir ivaleyst at vinna. Einki er at ivast í, at KÍ fer at gera sítt fyri at mynda ein góðan og spennandi dyst. Men á Mølini á Eiði sást, at klaks- víkingar meiri ella minni eru sinniliga farnir í vetrarfrí. At tað í altjóða høpi verður betri fyri KÍ, at B36 vinnur FM, enn at GÍ vinnur FM, er í hesum sambandinum ikki tað týdningarmesta. Hvørki KÍ ímóti B36 ella B68 ímóti GÍ annan sunnudag fara á vøllin við tí í huganum, at tey skulu geva mótstøðu- liðnum sigurin. Soleiðis er tað bara. Møguleikin fyri, at FM heitið verður plaserað longu komandi sunnudag er til staðar. B36 vinnur FM, um GÍ ikki fær fult ímóti HB í útsetta dystinum í annaðkvøld og ímóti NSÍ, og um árstalsfelagið ger arbeiðið hjá sær til lítar í Klaksvík komandi sunnu- dag. Tað er heyst í luftini, og í fleiri feløgum leingjast teir eftir vetrarfrí frá fótbólt- inum. Tað gera tey ikki í FS Vágum og B71 og í GÍ og B36. Í øllum feløgunum verður hugsað um, hvussu komandi kappingarár skal leggjast til rættis. Tað fara vit ivaleyst at frætta meiri um komandi vikurnar. B36 nærri FM og HB nærri botninum Bæði KÍ og HB hava verið noydd at leggja rygg til eyð- mýkjandi tap ímóti teimum, sum ikki hava verið roknað fyri at vera nakað. Aftur sunnudagin vóru dømi um hetta Mynd: SJ Nú eru bara tríggir dystir eftir hjá B36 at kiksa í. Frammanundan vóru teir fýra, og tað var ivaleyst størst sannlíki fyri, at B68, sum ikki hevði tapt síðani summarsteðgin, skuldi spæla B36 eitt puss Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 17 16