Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 174 - 11. september 2001 Nr. 174 - 11. september 2001 19 Aftur hesa ferð sýndi B36 seg sum veru- ligan FM-biðil, tá teir uttan á nakran hátt at virka sannførandi kortini fingu togað trý týdningarmikil stig til høldar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Endurtøkurnar ella »kliché- irnar« í fótbóltsheiminum eru nógvar. Ein teirra er, at tað, sum eyðkennir eitt veruligt oddalið, er, at teir eisini megna at vinna dystir, hóast spælið ikki altíð er so framúrskarandi. Mett út frá hesum, er lítið at ivast í, at B36 veruliga ætlar sær at gerast føroya- meistari í ár. Fyri tveimum vikum síðani vóru teir meira enn bara hepnir við at fáa trý stig við sær úr Vágoynni, og nú sunnu- dagin mundu toftamenn kenna seg sera vónsviknar, tá tað eftir dystin í Gunda- dali stóð eitt til heimaliðið og null til gestirnar. Líktist 0-0 Lat tað verða sagt beinan- vegin, at sæð burtur frá fyrsta korterinum, so líktist dysturin í nógvar mátar einum 0-0 dysti. Tofta- menn, sum ikki kundu gera nýtslu av leikbannað Jan Dam, tóktust sera varnir í útgangsstøðuni. Við báðum vongverjunum liggjandi langt afturi á vøllinum tóktust teir hugsa meira um at verja javnleikin heldur enn at fara eftir sigrinum, og fyrstu løtuna gav hetta B36 nakrar møguleikar, tá spælið varð trýst oman móti brotsteiginum. Einar tvær ferðir var eisini veru- ligur vandi á ferð, men spakuliga følnaði hetta trýstið tó burtur. At B36 ikki megnaði at halda fast um trýstið, komst fyri tað allar mesta av, at hugflogið yvir spælinum var lítið, og at B68 tí ikki nýttist at leggja so øgiliga nógv fyri í royndunum at byrgja fyri spælinum. Í frá- veruni av leikbannað John Petersen hevði Heðin á Lakjuni fingið leiklutin sum maðurin, ið bóltarnir skuldu sendast upp til, men við hálvum øðrum manni at verja fyri kvika klaksvík- inginum, hevði Heðin sera truplar arbeiðsumstøður. At bæði Jan Petersen og Marlon Jorge tóktust ansa væl eftir Heðini, átti annars eftir øllum sólarmerkjum at viðført, at betri rúmd gjørd- ist fyri øðrum leikarum, men hetta tóktust teir á B36 liðnum ikki at varnast. Tær fáu ferðirnar, tá Heðin ikki varð nýttur í sjálvum upp- spælinum, var ananrs, tær ferðirnar, har tað riggaði best hjá B36 at koma nið- aneftir, men tá innleggini so komu, vóru hesi aloftast ikki nóg neyv, ella megn- aðu álopsmenninir ikki at geva bóltinum seinasta skumpið inn um strikuna. B68 hevði eisini sín part av spælinum, og eins og hjá B36, so sá tað ofta rættiliga vakurt út á miðvøllinum, men ineffektiviteturin var alt ov stórur, tá komið varð niðan til brotsteigin. Onkra hendinga kundi vandi staðist av, men antin vóru skotroyndirnar ikki nóg neyvar, ella vóru menn ikki nóg avgjørdir, og tí var tað rár hending, at Tróndur Vatnhamar í B36-málinum varð noyddur at vísa síni kynstur. Stríðið millum landsliðsevnini Soleiðis gekk tað mesta fyri seg á miðvøllinum, og til tíðir var eisini sera áhuga- vert at síggja, hvussu Fróði Benjaminsen her stóð seg móti tveimum av teimum, sum fleiri rokna fyri kapp- ingarneytar hansara í stríðnum um sessirnar í landsliðshópinum. Ikki minst var hetta áhugavert, nú Fróði saman við Julian Johnsson er leikbannaður til komandi landsliðsupp- gávuna, og Allan Simonsen tí noyðist at finna sær eina nýggja samanseting til miðvøllin. Hóast hvørgin teirra telist millum leikararnar, sum lagt verður so øgiliga nógv til merkis á einum fótbólts- vølli, so eru Jan Guttesen og Klæmint Matras tveir av týdningarmestu monnunum á liðnum hjá B36. Stríðs- viljin hjá teimum er framúr, og defensivu evnini hjá teimum eru helst høvuðs- orsøkin til, at B36 í flestu dystunum megnar at spæla rættiliga framrættað spæl, uttan at hetta ber ov nógvar veikleikar í verjupartinum við sær. Jan er annars júst fluttur niður til Danmarkar at búgva, og tað sigur helst nakað um týdning hansara fyri liðið, at hann ætlandi kemur upp seinastu um- førini, soleiðis at liðið ikki skal vera hann fyri uttan í endaspurtinum um FM- heitið. Klæmint gjørdist ikki fastur maður á liðnum fyrr enn í seinnu kappingar- hálvu í fjør, men síðani tá hevur hann so avgjørt strítt seg inn í hjørtuni hjá áskoð- arunum. Tað sær kanska ikki altíð so vakurt út hjá honum, men hann gevur seg ongan tíð ein tumma í nærdystunum, og til tíðir hevur hann eisini víst, at fótbóltsevnini munnu vera á eini heilt góðari leið. Avgerðin Spælið hjá báðum pørtun- um tóktist ikki at broytast tað heilt stóra eftir hálv- leikin. Gestirnir dittaðu sær kanska eitt lítið sindur longur fram á vøllin, uttan tó at offra nakað í verju- partinum, og hóast Jens Kristian Hansen nú eisini royndi at skapa nakað av framdrift í B36 spælinum, so komu teir veruligu mál- møguleikarnir kortini ikki. Venjarin hjá B36, Piotr Krakowski, helt ivaleyst, at okkurt skuldi broytast, um sigurin skuldi togast heim, og ikki kann sigast annað enn, at pólverjin aftur var sera heppin við innskift- ingum sínum hesaferð. Tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin, gjørdi hann av at senda Áka Mørk inn á vøllin fyri ein heldur taman Magna á Lakjuni. Hetta var fyrsta ferðin síðani í 1998, at Áki kom inn á besta B36-liðið, men hann nýtti tó ikki langa tíð til at stað- festa sítt virði. Uppspælinum var Áki sjálvur meistari fyri, tá hann hegnisliga sendi Jan Guttesen avstað í høgru, men tá Jan so sendi útfrá, tóktist vandin vera av, tá Kjartan Nesá hálvbjargaði skotinum. Toftamenn kundu tó ikki semjast um, hvør skuldi rudda bóltin burtur, og so var Heðin á Lakjuni sum eitt fok mitt í rokanum og prikaði út frá til Áka, sum hesa ferð ikki hevði trupulleikar við at senda í tóma málið. Frøin á B36’arunum var sjálvsagt almikil, og hóast B68 royndi at broyta spælið við at fremja eina fram- rættaða skifting, so røktist einki fyri, at fleiri mál komu. Í yvirtíðini var tó um reppið, at Súni Fríði bjarg- aði toftamonnum ein javn- leik, men í fullari longd eydnaðist honum ikki at fáa nóg nógva ferð á ein flukt- ara, so Tróndur ístaðin lætt- liga loftaði seinastu tofta- royndini. Gullið nærkast Sum sagt í byrjanini, so var spælið í dystinum ikki av tí slagnum, sum sannførdi um, at B36 skal roknast sum fremsti FM-biðilin, men tað er so ein sonn dygd, at liðið so kortini megnar at vinna sær trý stig. Árstalsfelagið hevur nú tríggjar dystir eftir, og tá metsigurin á FS Vágum fyrr í ár tykist hava verið hálvt fjórða stig verdur, tykjast sjey stig í hesum vera nóg mikið at tryggja teimum FM-heitið, men helst skulu teir ikki rokna við so nógvari hjálp frá Fortúnu, sum teir hava fingið seinastu tvey um- førini. Dysturin tølum: B36-B68 1-0 (0-0) 1-0: Áki Mørk 76 Dómari: Oddmar Andrea- sen (HB) B36: Tróndur Vatnhamar – Pól Thorsteinsson, Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen – Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Klæmint Matras, Bjarni Prior – Magni á Lakjuni, Heðin á Lakjuni B68: Kjartan Nesá – Mar- lon Jorge, Hans Fróði Han- sen, Oleif Joensen, Jákup Eli Olsen – Messias Par- reira, Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam – Arnold Joensen, Súni Fríði Johannesen B36-B68 1-0 (0-0) Eyðkennið hjá einum oddaliði Kjartan skeldar helst um, at bólturin ikki varð ruddaður burtur. Marlon tykist at iðra seg, meðan Jákup á Borg og Áki Mørk fegnast um málið, sum sendi B36 enn nærri gullmerkjunum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 19 18