Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 174 - 11. september 2001 Nr. 174 - 11. september 2001 21 Í Molde miðja teir nú ímóti at sleppa upp í part í Europa Cup NOREG Jóannes Hansen Eins deyð er annars breyð, sigur orðatakið. Onga staðni man hetta vera meiri beinrakið, enn tað er í fótbólti. Tað fekk Jákup Mikkelsen at sanna, tá hann eftir landsliðsferðina í Føroyum kom aftur til Molde. Tá hann kom aftur av væl eydnaðu ferðini í Jugoslavia, varð hann settur av besta liðnum. Tí hevði hann ikki roknað við so nógvum, tá hann hósdagin kom aftur til Molde, men tá vóru viðurskiftini broytt. Knut Lillebakk, sum fyrr í summar vann plássið frá Jákupi, hevur ein ikki serliga sterkan rygg – heilt bókstaviliga meint. Meðan Jákup var í Føroyum varð hin málverjin skaddur undir venjing. Hann hevur ikki vant seinastu vikuna, og hann fer ikki at venja aftur fyrrenn í fyrsta lagið hós- dagin í hesi vikuni. Skaðin hjá kappingar- neytanum hevði við sær, at Jákup Mikkelsen var á besta Molde liðnum, tá teir sunnudagin høvdu vitjan av Odd Greenland, og lítil ivi man vera um, at hann verð- ur aftur millum stólparnar, tá teir komandi sunnudag fara at spæla á útivølli ímóti Lyn, sum brúkar tjóð- arleikvøllin Ullevaal. Á kambinum Molde vann 6–1 sunnu- dagin. Hetta var størsti sigurin hjá teimum í eitt ár, og svenski venjarin, Gunde Bengtsson, hinir í Molde og norska pressan vóru samd í, at talan var um so nógv tað besta avrikið hjá liðnum í hesum kappingarárinum. – Nú miðja vit eftir fjórða plássinum, sum ber at- gongd til Europa Cup við sær, siga teir í Molde, og málið er ikki so langt burtur, men tað verður ikki lætt. Molde skal spæla í- móti fýra av hinum lið- unum, sum eru við í oddastríðnum. 10. oktober skulu teir spæla á heimavølli ímóti Brann úr Bergen, sum í løtuni er á fjórða plássinum. Tað verð- ur ein sera avgerandi dyst- ur. Um Jákup Mikkelsen fer at verja málið ta ferðina – tað verður beint aftaná landsliðsferðina til Sloven- ia – veldst um, hvussu før- oyski landsliðsmálverjin fer at standa seg í lands- kappingardystunum. Fimm tær seinastu ferð- irnar hevur Molde skorað tjúgu mál, og teir hava fingið tólv stig. Tá tað gongur so væl, verður ikki hugt so nógv eftir málverj- anum, sum ikki hevur so nógv at gera. Miðal ummæli Í VG fekk Jákup í gjár saman við fleiri av liðfeløg- unum eitt fimm tal. Besti maðurin fekk sjey, onkrir fingu seks, og onkrir fingu fýra. Molde var frammanfyri 1–0 í 1. hálvleiki, og beinanvegin eftir steðgin øktu teir til 2–0. Lítla løtu seinni minkaði Odd Greenland um munin. Ein av verjumonnunum tamdi bóltin til ein av mótstøðu- monnunum, sum um brots- sparksplettin smekkaði flatt millum tveir verjuspælarar og í málið. Jákup tveitti seg, men tað var eingin møguleiki at bjarga. Í 1. hálvleiki høvdu gestirnir eina skotroynd. Jákup tók sær trygt av onkrum inn- leggum, og so vísti hann enn eina ferð gott fótbólts- spæl, tá viðspælararnir løgdu aftur. – Tað var hugaligt aftur at sleppa upp í part á besta liðnum, serliga tá tað nú gongst so væl, sigur Jákup Mikkelsen, sum ikki veit, hvussu tað verður, tá sátt- málaskeiðið verður liðugt seinni í heyst. – Í løtuni savni eg hugs- anirnar um at fáa spælið at ganga, so fáa vit seinni í heyst at síggja, hvussu tað verður við sáttmála spurn- inginum. Gott ummæli Norsku fjølmiðlarnir vóru í gjár mest upptiknir av, at tað var val til stórtingið. Men saman við øllum politiska tosinum staðfestu teir, at Molde sunnudagin hevði staðið fyri besta fótbóltsavrikinum sunnu- dagin. Síðsta hálva tíman skor- aði Molde fýra mál. Íslend- ingurin Andri Sigthórsson staðfesti til 6–1. Tá restaðu tveir minuttir, og nýggi fremmanda maðurin hevði bara verið á vøllinum í tríggjar minuttir, tá hann fyrstu ferð skoraði. Tá reistu teir 5.083 áskoðarar- nir seg og góvu við lógva- brestur til kennar, at teir vóru heilt væl nøgdir. Felagið hjá Øssuri Hansen søplaði síðstu løtuna sigurin burtur DANMARK Jóannes Hansen Tað var sunnudagin eitt sindur upp og niður hjá føroysku landsliðsmonnun- um í næstbesta donsku deildini. Óli Johannesen og Hvid- ovre høvdu vitjan av botn- liðnum B 1909 úr Odense. Hvidovre vann 2–0. Teir skoraðu í 34. og í 63. minutti. Komandi sunnu- dag skulu teir spæla á úti- vølli ímóti felagnum hjá Atla Gregersen, Randers Freja, men tá verður Óli Johannesen ikki við. Tá tað restaðu tólv minuttir sunnudagin fekk hann reyða kortið. Hetta var fyrsta reyða kortið, síðani hann kom til felagið hjá Peter Schmeichel, sum fyri fyrstu ferð í hesum kapp- ingarárinum lyfti seg upp úr botninum. Øssur Hansen var á B93 liðnum ímóti Randers Freja. Alt tóktist skulu ganga, sum tað framman- undan var roknað við. B93 setti hol á í 44. minutti, og í 61. minutti øktu teir til 2–0. Men so vendi tað. Tað rest- aðu sekstan minuttir, tá Randers Freja minkaði um munin, teir javnaðu níggju minuttir undan leikloki, og í síðsta minuttinum skor- aðu teir sigursmálið. Øssur Hansen var á B93 liðnum inntil støðan var 2–1. – Eg kendi meg troyttan í beinunum eftir landsdystin mikukvøldið. Framman- undan hevði eg avtalað við venjaran, at tað kanska fór at vera neyðugt at fara av vøllinum, men eg hevði avgjørt ikki roknað við, at vit fóra at tapa. Hetta sigur Øssur Hansen úr Keypmannahavn. Um orsøkina til tapið sigur hann, at tað kom panikkur í, tá mótstøðuliðið minkaði um munin og sigurin, sum tóktist vera tryggur var eitt sindur hóttur. Synd er at siga, at før- oyska landsliðsmenninir í næstbestu donsku deildini spæla fyri nógvum áskoð- arum. Í Hvidovre møttu 558 upp, og á Etysturbrúgv vóru 310 og hugdu at B93. Í báðum førum var talan um færri áskoðarar, enn tað eru til nógvar dystir í bestu deildini í Føroyum. Óli sá reytt Jákup aftur við á aldukambinum Jákup Mikkelsen var aftur á liðnum, tá Molde um vikuskiftið vann stórsigur á Odd Greenland Sandoyingar lyftu seg sjálvar av aftasta plássinum, tá HB fyri fimtu ferð fór av vøll- inum uttan at hava vunnið FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Lagið var gott á Sandi sunnudagin. Eftir at fótbóltsliðið hjá teimum ikki hevði fingið stig, síð- ani teir í síðsta umfarinum undan summarsteðginum – tað var 7. juli – vunnu 2–1 á Eiði, megnaðu teir at fáa fulla úrtøku. Og tað smakk- aði teimum ikki minni væl, at tað var ímóti stórfelag- num úr høvuðsstaðnum, at teir fingu fulla úrtøku. Men tað var um reppið, at tað gekk, sum sandoy- ingar so ofta hava sagt, at tað hevur tørnað út. Eftir at teir høvdu verið framman- fyri 2–0, megnaði HB at koma afturíaftur og at javna. Og tá tað bara var ein lítil løta eftir, fingu teir í HB bóltin í málið til tað, sum teir hildu vera sigurs- málið. Tað var innskifti Eyðun Samuelsen, sum átti síðsta fótin á og aftaná fegnaðist saman við liðfeløgunum og teimum 20–30 trúgvu HB viðhalds- fólkunum, sum vóru við á Sandi. Men linjuverjin hevði flaggið á lofti, og dómarin tók til eftirtektar, at talan var um rangstøðu, og so kolldømdu teir málið, með- an HB menninir vóru spinnandi illir og kendu seg burturdømdar. Ivaleyst mundi orsøkin vera henda støðan til, at Bárður Mort- ansson stutt undan leikloki fekk reyða kortið. Bara lítla løtu eftir, at teir vórðu kolldømdir fyri rang- støðu noyddust HB menn- inir at staðfesta, at nú eru tað teir, sum hava leiklutin, ið oftast er tann hjá illa staddum liðum. Eftir B71 álop í høgru, innlegg og eitt sindur av afturi og fram setti Eli Hentze krúllin undir bóltin, og so vóru tað sandoyingarnir, sum savn- aðust at fegnast um sigurs- málið, eftir at málskjúttin og veteranurin í myllulíki – sum so mangan áður tey seinastu tólv árini – hevði verið runt um seg sjálvan. – Tað lættnaði nógv hjá okkum. Um vit megna at bjarga okkum og sleppa undan niðurflyting, er nú upp til okkum sjálvar, men allar súðir eru ikki syftar enn, heldur Eli Hentze, sum hesa ferð var á framrættaða miðvallarplássi, har hann hevði Kára Nielsen undir liðini. Í høgra borði var Svenning W. Hansen, Sverrir Kjærbo var í vinstru, og Jón Brekku hevði verjukendasta mið- vallarplássið. Gummibeinini HB fyrstu løtuna á Sandi var langt frá útgávuni av tí HB liðnum, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið við í kappingini um FM heitið. Hesa ferð høvdu teir í neyðini gravað tríggjar veteranar framaftur: Ingi Rasmussen og Gunnar Mohr vóru ímillum teir fyrstu ellivu, og Eyðun Samuelsen var á beink- inum. Saman við fýra ung- lingaspælarum og royndum monnum á miðvøllinum komu teir ikki væl frá fyrra umfarinum. B71 skoraði tvey mál, og fyrsta hálva tíman var HB um ein háls. Í fyrra førinum spældi Kári Reynheim út í høgru, Eli Hentze legði flatt innfyri, og spælandi venjarin og fyrrverandi HB maðurin varð skrásettur sum málskjútti. Í seinna førinum skoraði B71 upp á brotsspark, sum varð dømt fyri hond á bóltinum. – Fyrsta hálva tíman høvdu vit tveir aðrar púra upplagdar møguleikar, sum vit misnýttu. Eftir at vit vóru komnir framum 2–0, gekk tað, sum vit so ofta áður hava upplivað. Spælið gjørdist eyðkent av ógreiðu um, um vit nú skuldu verja leiðsluna, ella um vit skuldu halda á við tí, ið hevði givið so góða úrtøku, og so kom HB meiri við, greiðir tvey mála skjúttin Eli Hentze frá. Dygst undan steðginum minkaði HB um munin. Eftir innlegg úr høgru fór B71 verjan eitt sindur skeiv, og Bjørn Thorsteinsson royndi at taka bóltin við vær við arminum, men tað gekk dómarin ikki við til. Bárður Mortansson um- setti úr ellivu metrum, og fimm minuttir eftir steðgin var Gunnar Mohr upp á spæl. Eftir innlegg úr høgru var hann fyrstur á við nærra stólpan og setti krúllin undir bóltin. Og fleiri aðrar ferðirnar noyddist Valde- mar Nowisci í B71 mál- inum at minna um, at hann framvegis er ein góður málverji, sjálvt um hann er 40 ára gamal. – Eftir at teir høvdu javnað, haldi eg, at vit aftur fingu meiri futt í galosj- urnar, sjálvt um teir høvdu bóltin nógv. Undir øllum umstøðum eru vit sera fegnir um, at tað eydnaðist okkum at fáa øll stigini, staðfestir Eli Hentze. Stór kreppa Munurin á liðunum var ikki so stórur, sum hann átti at havt verið, um HB hevði livað upp til tað, sum tað verður roknað við – bæði í og uttanfyri felagið. HB er í djúpari kreppu. Ungu menninir hava ikki tyngdina, sum skal til fyri at venda gongdini, og royndu menninir á mið- vøllinum eru bara skuggar av tí, sum áður hevur borið nógvar sigrar og skreyt við sær. At tað gongur av skrið- uni hevur sjálvandi við sær, at sjálvsálitið og spæligleð- in eru lítil. Nú er langt millum góðu løturnar. HB hevur ikki vunnið, síðani teir vóru í Vágum, og soleiðis sum tað hevur tørnað út síðani summarsteðgin, so skulu teir vera glaðir um, at tað fyrrapartin av árinum eydn- aðist at skava ikki so lítið av stigum saman. Áðrenn HB’arnir høvdu funnið seg til rættis á vøllinum, høvdu tvørámenn skorað tríggjar ferðir, og so var alt avgjørt 2. DEILD Jákup Mørk Tvørámenn gjørdu skjótt av, tá teir um vikuskiftið vitjaðu hjá HB. Sum nevnt aðra staðni, so hevði HB tikið fleiri av royndu leik- arunum úr 2. deild upp á besta liðið, og hetta gjørdi sjálvandi fleiri umskipanir neyðugar hjá teimum næst bestu. Tvørámenn høvdu tó ongan hug at lata mót- støðumenninr finna seg til rættist, men gjørdu ístaðin skjótt av, tá HB var sera illa skipað fyrstu løtuna. Fyrst var tað Bárður Dimon, sum streyk ígjøgn- um í høgru síðu, áðrenn hann sendi innfyri til Sasja Radosavljevic, og løtu seinni vóru leiklutirnir býttir um, tá Sasja sendi inn til Bárð, eftir at hava snarað fleiri mótstøðumenn av sær. Triðja málið kom eftir hornaspark, tá Magni Petersen var hægstur, og so var alt at kalla avgjørt. Eftir hetta settu gestirnir ferðina nakað niður, men teir høvdu koritni fult tamar- hald á seinastu fimm kort- erini. Heldur enn at HB kundi minkað um munin, átti TB at økt, og í øllum førum trutu møguleikarnir til hetta ikki. Hin størsta mundi Zoran Mancic fáa í seinna hálvleiki, men úr 11 metrum misnýtti hann brotsspark Zoran fekk tó sett eitt punkutm fyri dyst- inum, tá hann í seinna hálv- leki hevði seinasta fótin á TB-uppspæli, og so var trivaligi sigurin fingin til høldar. Við sigrinum vann TB seg upp á næst fremsta plássið, og við dystum móti LÍF á heimavølli og Sumba á útivølli tykist tað nú ikki heilt ógjørligt hjá teimum at vinna seg longur upp, so ivaleyst vóna tey á Tvør- oyri, at oddadysturin mill- um ÍF og Skála komandi vikuskifti ikki fær nakran vinnara. HB-TB 0-4 (0-3) 0-1: Sasja Radosavljevic, 0-2: Bárður Dimon 0-3: Magni Petersen 0-4: Zoran Mancic B71-HB 3-2 (2-1): Eli fleiri ferðir runt um seg sjálvan HB-TB 0-4 (0-3) TB tjóvstartaði Dysturin í tølum: B71-HB 3-2 (2-1) 1-0: Kári Reynheim 20 2-0: Eli Hentze (br.) 28 2-1: Bárður Mortansson (br.) 44 2-2: Gunnar Mohr 50 3-2: Eli Hentze 88 B71: Valdemar Nowisci – Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson – Svenn- ing W. Hansen, Kári Nielsen, Jón Brekku, Eli Hentze, Sverrir Kjærbo – Símun Hansen, Kári Reynheim HB: Pól N. Joensen – Eyðfinn Fjalsbak, Bjarni Jørgensen, Jón Rói Jacobsen, Bárður Christiansen – Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Ingi Rasmussen – Bárður Mortansson, Gunnar Mohr Hesa ferð eydnaðist tað endiliga hjá B71 at vinna ein dyst, og meðan teir við hesum lyftu sær av niðasta plássinum, tykist kreppan í HB ongan enda at taka Mynd: Emil Simonsen C M Y K 21 20 Kemilux industri P/F, sum varð stovnað í 1965, er ein fyritøka í menning.Fyritøkan framleiðir sápuúrdráttir og umboðar harum- framt ymiska reingerðarútgerð og kemisk evnir og hevur 11 fólk í starvi. Felagið, ið selir vørur innanlanda og uttanlanda, arbeiðir í løtuni við at menna søluna á heimamarknaðinum og søkir í tí sambandi eftir Sølufólki at byrja 1. oktober 2001. Starvið, ið er eitt fulltíðarstarv, verður fyribils sett fyri eitt hálvt ár, ið verður at roknað sum ein roynd- artíð. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og snýr seg í høvuðsheitum at selja okkara vørur til heima- marknaðin t.v.s. skip, bátar, virkir og stovnar runt um í landinum. Tú kemur saman við sølustjóranum og øðrum sølu- fólki at leggja arbeiði til rættis, soleiðis at okkara vælvirkandi søludeild kann mennast. Førleikakrøv: Vit vænta at tú hevur royndir innan søluarbeiði og at tú dugir at nýta tey mest vanligu telduforritini. Sum persónur vænta vit at tú ert ágrýtin og dugur at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú hevur góð sam- starvsevnir. Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 24. september 2001, og verða at senda til: Mykinesgøta 1 Box 1231 FO 110 Tórshavn