Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 174 - 11. september 2001 Nr. 174 - 11. september 2001 23 Í málsókna EB/ Streymi hava teir framvegis góðan hug at spæla fótbólt, meðan tað tykist tyngri hjá klaks- víkingum Klaksvíkingar hava ikki havt nakað serligt kapping- arár. Stóra vónbrotið var, tá teir á norðoyarstevnu taptu so dyggiliga ímóti EB/ Streymi. Sunnudagin høvdu teir møguleikan at gera tað gott aftur, men aftur hesa ferð var tað nýggjasta liðið í bestu deildini, sum fór við øllum. Og aftur hesa ferð eydnaðist tað EB/Streymi at skora fýra mál ímóti klaksvíkingum. Munur í hugi Nógvir av spælarunum hjá KÍ hava roynt eitt sindur av hvørjum. Hjá teimum í EB/Streymi er hetta kapp- ingarárið tað fyrsta í bestu deildini. Tað er einki at ivast í, at m. a. orsaka av hesum veruleikanum, er hugurin og motivatiónin hjá teimum í EB/Streymi størri, enn hann er hjá KÍ spælarunum, nú kappingin fer at halla. Klaksvíking- arnir hava líka sum inn- stillað seg uppá, at teir fara ikki at røkka nøkrum í landskappingini. Teir í EB/ Streymi spæla við stórum spenningi um, hvussu høgt teir fara at megna at røkka á støðutalvuni. Tað var ongantíð heilt stórur munur í spælinum á Mølini. Heimaliðið kom framum, tá ein av verju- monnunum hjá Kí var óheppin. Í roynd at temja, misti hann bóltin til Sorin Anghel, sum var ein støðug hóttan. Fremmandi mað- urin takkaði fyri og smekk- aði bóltin í málið. KÍ varð ikki tikið av fót- um av hesum. Teir spældu seg til málmøguleikar, og tað var um reppið, at teir javnaðu. Men Harley Bert- holdsen var óheppin, tí royndin hjá honum úr góðari støðu tók tvørtræið og støkk niður í vøllin. Í staðin megnaði heima- liðið stutt undan steðginum at økja til 2–0. Ronnie Samuelsen, sum var góður stýrimaður á miðvøllinum, átti síðsta fótin á, eftir uppspæl í høgru, har Knút Vesturtún alla tíðina hevði tyngd í gjøgnumbrotunum. Spenti bogin brast At KÍ var aftanfyri hevði við sær, at teir kendu seg noyddar at umskipa. Tomis- lav Sivic setti beinanvegin eftir steðgin seg sjálvan inn á framrættaða miðvallar- plássið, og so varð ein maður tikin út úr verjuni. At framrættaði parturin varð styrktur, og at verju- parturin hjá KÍ var gjørdur meiri opin, hevði við sær, at spentar støður stóðust í báðum endum. Gunnar á Steig hevði onkra góða bjarging, og eina ferð bjargaði liðfelagi fyri hann á mállinjuni. Og í hinum endanum vardi Meinhardt Joensen fyri, tá mótstøðu- menn tvær ella tríggjar ferðir komu púra einsa- mallir ímóti honum, tí rangstøðufellan var kiksað frammarlaga á vøllinum. Hesa løtuna tóktist tað sum um møguleikin var fyri, at KÍ skuldi koma upp í part aftur, um teir skoraðu fyrst. Men tað var heima- liðið, sum skoraði og har- við staðfesti leiðsluna. Sorin Anghel, sum var komin púra leysur, sendi í beinini á málverjanum, og vandin í KÍ brotsteiginum tóktist at vera av, tá Ronnie Samuelsen sera hegnisliga úr vinstru potaði upp í handara síðunetið. Fleiri ferðir í 2. hálvleiki endaði KÍ uppspæl við innleggum frá Harley Bert- holdsen í høgru. Kurt Mørkøre var ein støðug hóttan, men hann hevði ikki altíð marginalirnar við sær. Kortini stútaði hann til 3–1. Um eitt vet av spenningi tá kom í aftur, so punkteraði dysturin orduliga, tá Jón Sigurð Gleðisheygg fimm minuttir undan leikloki økti. Hann var mitt fyri málinum og ein metur frá, tá hann stýrdi innleggi av baklinjuni í høgru frá Soran Anghel í málið. Og so var bara talan um pynt, tá Kurt Mørkøre skoraði síðsta málið. Dysturin í tølum: EB/Streymur-KÍ 4-2 (2-0) 1-0: Sorin Anghel 18 2-0: Ronnie Samuelsen 45 3-0: Ronnie Samuelsen 63 3-1: Kurt Mørkøre 73 4-1: Jón Sigurð Gleðis- heygg 81 4-2: Kurt Mørkøre 90 Dómari: Petur Skarðenni (LÍF) EB/Streymur: Gunnar á Steig – Andrzej Pacek, Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen – Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Eyð- finnur Joensen, Christian Carlsson – Jón Sigurð Gleðisheygg, Sorin Anghel KÍ: Meinhardt Joensen – Andrass Jacobsen, Símun Waag Høgnesen, Atli Dan- ielsen – Harley Berthold- sen, Jan Joensen, Ove Ny- sted, Fríðin Ziskason, Hjalgrím Elttør – Alex- ander Djordjevic, Kurt Mørkøre EB/Streymur-KÍ 4-2 (2-0) KÍ aftur sett upp á pláss Lítið skil var í fótbóltsspælinum, tá botnliðini í 2. deild spældu avgerandi dyst á hálum vølli í nógvum vindi og regni 2. DEILD Jákup Mørk Líkindini vóru sera stak vánalig, tá LÍF og KÍ spældu í Leirvík leygar- dagin. Hetta ávirkaði dystin nógv, og tað var lítið fót- bóltsspæl at síggja. Bæði liðini royndu at flyta bóltin á liðnum, men umstøðurnar vóru heilt einfalt ikki til tað. Hetta ávirkaði ikki minst vitjandi liðið, sum hevði nógvar kvikar bóltspælarar á lið- num. Heimaliðið dugdi betri at spæla í ringa veðr- inum og hála vøllinum, og teir vunnu eisini uppiborið dystin. LÍF hevði vindin undan fyrstu trý korterini, og tað gjørdi, at nógv av spælinum gekk fyri seg á KÍ-hálvuni. KÍ kláraði tó at skapa vanda í skjótum mótálop- um, og meira enn einaferð vóru teir um at sleppa avgerandi ígjøgnum verj- una hjá leirvíkingum. LÍF legði nógvar inn í brotsteigin hjá KÍ í fyrra hálvleiki, men tað var sjáldan at veruligur vandi stóðst av hesum. KÍ-verjan kláraði fyri tað mesta at rudda burtur, hóast onkrar støður endaði við horna- spørkum. Stutta løtu fyri hálv- leikssteðgin eydnaðist heimaliðnum at koma fram um. Hetta hendi eftir álop í høgru síðu, bólturin endaði úti í vinstru, og tá hann varð sendur inn fyri málið aftur, stútaði ein púra leysur Bárður Heinason bóltin í málið. Tveir útvístir Í seinna hálvleiki hevði KÍ undanvind, men hetta hevði ikki við sær tað stóra trýstið á LÍF-málið, sum roknast kundi við. KÍ-liðið kláraði ikki at seta seg avgerandi á miðvøllin og trýsta spælið fram, og tí var LÍF væl við í seinna hálvleiki. KÍ kláraði ikki at spæla seg til stórar kjansir, og tað tóktist sum tað var eingin friður á spælinum hjá gest- unum. Teir høvdu ov stóran skund, og tað endaði við skotum langt úti frá og nógvum høpisleysum send- ingum. Vánaliga veðrið var eisini ein meinbogi fyri nøkrum skilagóðum spæli. LÍF økti til 2-0, tá Erik Lervig sendi eitt fríspark inn fyri málið. Um ætlanin var at senda beinleiðis í málið var ivasamt, men bólturin sigldi omanfyri málverjan og í handara síðunet. KÍ royndi at koma aft- uríaftur, men framvegis kláraði liðið ikki at skapa kjansir. Móti endanum av dystin- um fingu tveir KÍ-spælarar reyð kort. Fyrst Erling Fles og síðani innskifti Rúni Elttør vóru sendir av vøllin- um áðrenn tíð. Dysturin hevði við sær, at LÍF slapp sær fram um KÍ, og nú eru tað klaksvíkingar sum liggja á næstaftasta plássinum í deildini. LÍF-KÍ 2-0 (1-0) 1-0: Bárður Heinason 2-0: Erik Lervig LÍF-KÍ 2-0 (1-0): Dysturin feyk burtur Kurt Mørkøre fekk tvey mál á Mølini, men hetta var tó ikki nóg mikið at tryggja klaksívkingum stig Mynd: SJ Tá Hull sigurin var tryggjaður, valdi Brian Little før- oyska landsliðs- manninum at hvíla seg Tað gongur strúkandi hjá Hull og Juliani Johnsson. Hesa ferð var talan um grannadyst á heimavølli ímóti York, sum varð sent til hús við 4–0 tapi. Hull venjarin hevði framt nógvar broytingar á sínum liði, sjálvt um teir næstseinast eisini vunnu. Men Julian Johnsson varðveitti sítt pláss á sentrala miðvøll- inum, og har var hann, inntil tað restaðu tíggju minuttir, og sigurin var fullvísur. Sambært Hull heimasíðuna valdi venj- arin tá at taka Julian út fyri at spara hann. Julian hevði ein góðan møguleika at koma á málskjúttaralistan, tá støðan var 1–0, men skotið úr sjey metrum fór langt við síðuna av. Hull kom á odda við stútara í 23. minutti. Í 61. minutti øktu teir við brotssparki, og so skoraðu teir aftur í 72. og tí, sum teir siga vera í 95. minutti. jh FC Zwolle er eftir fýra umfør á odda í næst- bestu hollendsku deild- ini. Leygardagin vunnu teir 1-0 í heimadystinum móti Heracles, og hevur liðið sostatt framvegis fulla úrtøku fyri dystir sínar. Súni Olsen var ikki á liðnum hjá FC Zwolle. -jm Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Brøndby 7 6 - 0 -1 24 3 21 18 2 AaB 7 5 - 0 -2 13 9 4 15 3 FCK 7 3 - 2 -2 10 7 3 11 4 AB 7 3 - 2 -2 10 7 3 11 5 Lyngby 7 2 - 4 -1 8 7 1 10 6 Viborg 7 2 - 3 -2 9 8 1 9 7 FCM 7 2 - 3 -2 5 5 0 9 8 Vejle 6 2 - 2 -2 10 11 -1 8 9 OB 6 2 - 1 -3 5 8 -3 7 10 Esbjerg 6 2 - 1 -3 6 13 -7 7 11 AGF 6 0 - 2 -4 1 10 -9 2 12 Silkeborg 7 0 - 2 -5 2 15 -13 2 Støðan, danska 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Køge 6 5 - 1 -0 10 3 7 16 2 Frem 6 4 - 2 -0 14 6 8 14 3 Farum 6 4 - 1 -1 18 10 8 13 4 HFK Sønderj. 6 3 - 2 -1 13 9 4 11 5 Randers F. 6 3 - 1 -2 9 8 1 10 6 Herfølge 5 2 - 3 -0 7 4 3 9 7 B93 6 2 - 1 -3 14 12 2 7 8 AC Horsens 5 2 - 1 -2 4 3 1 7 9 FC Aarhus 6 1 - 4 -1 10 10 0 7 10 B 1913 6 2 - 1 -3 9 9 0 7 11 Brønshøj 6 2 - 1 -3 10 14 -4 7 12 Hvidovre 6 1 - 3 -2 7 8 -1 6 13 Skive 6 1 - 3 -2 9 11 -2 6 14 B 1909 6 1 - 1 -4 6 16 -10 4 15 Fredericia 6 0 - 2 -4 7 13 -6 2 16 Kolding IF 6 0 - 1 -5 7 18 -11 1 Støðan, norska tippeliganvunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Rosenborg 21 14- 5 -2 61 25 36 47 2 Viking 21 13- 5 -3 39 21 18 44 3 Lille- strøm 20 13- 4 -3 49 26 23 43 4 Brann 21 11- 5 -5 56 34 22 38 5 Molde 21 11- 4 -6 49 35 14 37 6 Stabæk 21 11- 2 -8 39 35 4 35 7 Odd. Grenl. 20 9 - 4 -7 37 32 5 31 8 Moss 21 8 - 2 -11 30 38 -8 26 9 Lyn 21 5 - 7 -9 35 39 -4 22 10 Sogndal 21 6 - 4 -11 33 50 -17 22 11 Bodø/ Glimt 21 4 - 8 -9 31 39 -8 20 12 Strøm- godset 21 3 - 7 -11 34 62 -28 16 13 Tromsø 21 4 - 2 -15 18 43 -25 14 14 Bryne 21 3 - 3 -15 22 54 -32 12 Støðan, hollendska toto-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FC Zwolle 4 4 - 0 -0 9 3 6 12 2 BV Veen- dam 4 3 - 1 -0 10 5 5 10 3 Cambuur /L. 4 2 - 2 -0 4 1 3 8 4 ADO Den Haag 3 2 - 1 -0 6 1 5 7 5 RBC Roos’daal 4 2 - 1 -1 7 4 3 7 6 Storm/ Telstar 4 2 - 0 -2 8 5 3 6 7 Excelsoir 2 2 - 0 -0 5 2 3 6 8 Haarlem 3 1 - 1 -1 5 4 1 4 9 Volendam 4 1 - 1 -2 4 6 -2 4 10 Top/Oss 4 1 - 1 -2 4 8 -4 4 11 Heracles A. 3 1 - 0 -2 4 3 1 3 12 Emmen 2 1 - 0 -1 4 3 1 3 13 Dordrecht ‘90 4 1 - 0 -3 6 9 -3 3 14 VVV 4 1 - 0 -3 6 9 -3 3 15 G.A. Eagles 3 0 - 2 -1 4 8 -4 2 16 Eindhoven 3 0 - 2 -1 3 7 -4 2 17 MVV 3 0 - 1 -2 4 8 -4 1 18 Helmond Sp. 4 0 - 1 -3 1 8 -7 1 Perioduvinnarnari eru merktir »+« Støðan, enska 3. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Rochdale 6 5 - 1 -0 11 4 7 16 2 Shrews- bury 6 4 - 1 -1 8 6 2 13 3 Mansfield 6 3 - 3 -0 11 5 6 12 4 Hull 5 3 - 2 -0 9 2 7 11 5 Luton 6 3 - 2 -1 11 7 4 11 6 Leyton O. 6 3 - 2 -1 9 5 4 11 7 Darlington 6 3 - 2 -1 8 5 3 11 8 Southend 6 3 - 1 -2 7 5 2 10 9 Bristol R. 6 3 - 1 -2 7 7 0 10 10 York 6 3 - 0 -3 8 9 -1 9 11 Swansea 5 2 - 2 -1 9 8 1 8 12 Oxford Utd. 6 2 - 2 -2 7 6 1 8 13 Scunthorpe6 2 - 1 -3 10 8 2 7 14 Plymouth 5 2 - 1 -2 5 5 0 7 15 Kidderm. 6 2 - 1 -3 4 7 -3 7 16 Lincoln C. 6 1 - 3 -2 7 6 1 6 17 Maccles- field 6 1 - 3 -2 6 11 -5 6 18 R&D 6 1 - 2 -3 5 7 -2 5 19 Halifax 6 1 - 2 -3 4 9 -5 5 20 Hartlepool 5 1 - 1 -3 5 7 -2 4 21 Torquay 6 1 - 1 -4 4 9 -5 4 22 Chelten- ham 6 0 - 3 -3 9 12 -3 3 23 Carlisle 6 0 - 3 -3 4 8 -4 3 24 Exeter 6 0 - 2 -4 6 16 -10 2 Julian framvegis í essinum Vunnu uttan Súna C M Y K 23 22