Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 174 - 11. september 2001 Nr. 174 - 11. september 2001 25 Sjálvt um hann er vorðin 50 ár so megnar hann enn væl at fylgja við í heimselituni, og júst tað prógvar hann í Argentina í hesum døgum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í hesum døgum verður sterkasta kapping í Ar- gentina í sjey ár telvd - nevnd Najdorf Memorial 2001 - og ikki eru tað ókend nøvn sum vísa síni kynstir fyri minni Miguel Najdorfs (1910 - 1997). Stutt um Naidorf kann sigast at hann upprunarliga var polakkur, men tá hann í 1939 varð staddur í Argen- tina í talvørindum, valdi hann av góðum orsøkum ikki at flyta heimaftur í bræði. Týskland hevði nevnliga hertikið Póland í hesum sama ári, og kríggið brast á av álvara. Hann bleiv argentinskur borgari og flutti ongantíð heim- aftur. Hann mentist sum telvari í Suðuramerika, og eitt skifti kallaði hann seg sjálvan sum besta telvara sum ikki átti HM — tittulin. Hansara kanska størsta eyðkenni var blind- simultan telving. Oftani leikti hann blindsimultan við óhoyrdum úrslitum. Eitt frábrigdi í sisilionsku byrjanini kallast Najdorf, og eitt nú er Kasparov serfrøðingur í júst tí frábrigdinum. Í nærum 50 ár var hann fremsti telvari í nýggja landi sínum, og serliga í 50´unum og 60´unum var hann millum fremstu telvararnar í heim- inum. Najdorf andaðist í 1997, 87 ára gamal, og telvaði kring heimin til sín seinasta dag. Sterk manning Umframt Anatoly Karpov, eru eitt nú Judit Polgar, Nigel Short og Viktor Korcnoi í sterka hópinum. Tvey onnur áhugaverd nøvn skulu eisini nevnast, nevnliga 14 ára gamli Tei- mour Radjabov, sum í fjør telvaði við í GM-kapp- ingini í Tórshavn. Hann hevur ment seg alsamt síðani, er vorðin stórmeist- ari, hin yngsti nakrantíð, og hevur nú eitt ratingtal áljóðandi 2558. Xie Jun er hitt navnið, sum mangan hevur vunnið HM fyri kvinnur, men hevur tó ongantíð av álvara hótt Judit Polgar. Tíggju telvarar eru í hópinum og tískil níggju umfør. Fimm umfør eru leikt, og sum væntað er Karpov í toppinum, men fyribils er hann noyddur ar býta fyrsta plássið við Judit Polgar og stjørnuna Radja- bov, sum í roynd og veru hevur telvað best í fyrru helvt. Hesu trý hava hálvtfjórða stig og eftir teimum við trimum stigum kemur veteranurin Korch- noi. Nevndu telvarar hava til felags at ikki hava tapt nakað talv. Ikki hevur gongst so væl hjá Short, sum bert hevur tvey stig, eins og Henrique Mecking hevur. Mecking er gamal í garði, og í 70´unum vann hann nógvar sterkar kappingar framanfyri navn- framar russarar. Tann ungi Ruben Felgaer úr Argentina hevur eisini ognað sær tvey stig, og framanfyri hesi trý liggja Xie Jun og Ricardi Pablo við hálvumtriðja stigi, og aftastur er Gilberto Milos við hálvum stigi. Stuttligt hevði verið um Radjabov hevði givið teim- um gomlu ein vørr, serliga Korchnoi, sum við sínum 70 árum hevði kunnað verið abbi hansara. Ársaðalfundur Talvsambandsins 2001 Aðalfundurin varð hildin á Hotel Hafnia leygardagin 8. September. Fyri uttan nevndina vórðu umboð fyri HT, VT og KT uppmøtt, og var tað sera soltið og óheppið. Formaðurin Rani Nolsøe hevði gjølla frásøgu frá sera hendingaríka farna árinum, og eftir at rokn- skapurin - sum javnvigaði - varð lagdur fram, vóru broytingaruppskot løgd fram. Eitt nú er leiktíðin til komandi liðkapping broytt soleiðis, at eftir tveimum tímum til 40 leikir, verður ein tími í part til restina. Eisini verður umdóms- nevnd sett. Suni Merkistein og Steintór Rasmussen bóru undan afturvali, með- an Rani Nolsøe bleiv aftur- valdir. Nýggir mans í nevndini, sum ikki enn er skipað, eru John Jacobsen og Martin Berg. Hinir í nevndini eru Rani Nolsøe, Sámal Christiansen og Eyðun Lamhauge. Tríggir útisetar fara at royna seg í Amagermeist- araheitinum, sum verður leikt yvir trý vikuskifti í september, og teir eru Heini Olsen, Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen. Fyrsta umfar verður komandi fríggjadag. Hóast úrslitini hava verið svikalig, so hava fuglfirðingar nú aftur fatur í gullmerkj- unum 2. DEILD Jákup Mørk Hóast venjarin hjá ÍF, Pauli Jarnskor, er gøtumaður, og í nógv ár var partur av sigursvanda GÍ liðnum, so hevði hann ongar ætlanir um at hjálpa illa sperdu bygdafeløgunum, tá hann við fuglfirðingum tók ímóti botnliðinum í aðru deild. Hóast trý stig vóru lívs- neyðug hjá GÍ, so hevði ÍF somuleiðis tørv á stigum, og tað var eisini rættiliga skjótt, at teir høvdu gjørt greitt, hvørjar ætlanir teir høvdu. Rógvi Róin, sum nú aftur er at síggja í reyðu troyggj- uni, dró upp á tvørs uttan fyri brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til, og hóast mótvindur var, so smoygdi bólturin sær inn um sam- ankomingina til 1-0. ÍF hevði vindin ímóti í fyrra hálvleiki, men hóast tað, so høvdu teir greiða leikliga yvirvág. Fleiri málmøguleikar gjørdist talan eisini um, men tað gekst tó sera striltið at fáa nakra úrtøku burtur úr hesum. Móti endanum av hálvleikinum bragdaði tó, tá Heini Heinason varð spældur leysur. Feðgar á ferð Í seinna háolvleiki var tað ÍF, sum hevði vindin undan, men hetta merkti tó ikki, at teir fingu størri yvirvág í spælinum. Bólturin hevði ofta hug at ferðast heldur skjótt, tá teir sendu álops- menninar avstað, og tí spurdist sjáldan nakað burtur úr hesum. Hinvegin megnaðu gøtu- menn at skapa spenning í aftur dystin. Bjarni Justin- ussen, sum er sonur hin navnframa Símun Petur, stútaði í málið eftir horna- spark, og so kundu gøtu- menn leggja nógv fyri, í royndunum at bjarga til- veruni. Símun Petur Justinussen spældi annars eisini við sjálvur í hesum dysti, og hagtalsliga hevði tað helst verið stuttligt, um hann eisini kundi komið á talvuna, soleiðis at hann saman við soninum kundi bjarga gøtumonnum. Tað eydnaðist tó fuglfirð- ingum at sláa sigurin fast- an, tá Heini Heinason enn eina ferð gjørdist leysur við málverjanum, og so var at kalla leyst og liðugt. Saman við tapinum hjá Skála merkti siguirn, at ÍF nú aftur er á odda í aðru deild, og vinna teir kom- andi heimadystin móti júst Skála, fer at standa heilt væl til hjá teimum. Hjá GÍ merkti tapið hinvegin, at teir eftir øllum at døma eru lidnir í aðru deild á hesum sinni. Bert tveir dystir eru eftir, og hesir skulu í øllum førum kasta fýra stig av sær, um talan ikki skal ger- ast um beinleiðis niður- flyting. ÍF-GÍ 3-1 (2-0) 1-0: Rógvi Róin 2-0: Heini Heinason 2-1: Bjarni Justinussen 3-1: Heini Heinason Talvið hesa vikuna GM Korchnoi,V (2617) — IM Felgaer,R (2471) Miguel Najdorf Memorial (2), 05.09.2001 Benko-byrjanin 1.d4 Rif6 2.c4 c5 3.d5 b5 4.Rif3 g6 5.cxb5 (Eftir talvið segði Korchnoi við unga mótstøðumann sín, at ein aldrin skal offra finnu ímóti stórmeistara, og hetta noteraði Felgaer á pappír sítt!) 5...a6 6.Fc2 d6 7.e4 Bg7 8.Ric3 0-0 9.a4 axb5 10.Bxb5 Ria6 11.0- 0 Rib4 12.Fe2 Rie8 13.h3 Ric7 14.Bg5 h6 15.Bd2 Ric2 16.Rac1 Rid4 17.Rixd4 cxd4 18.Rib1 Rixb5 19.axb5 Bd7 20.Fd3 Fb6 21.Ria3 (Korchnoi velur heilt einfalt at verja og halda uppá finnuna) 21...Rfb8 22.Rc4 Fd8 23.Rb4 Rb6 24.Ric2 (avviklar støðuna) Kh7 25.Rixd4 Bxd4 26.Fxd4 Rxb5 27.Rxb5 Bxb5 28.Fe3 Ff8 29.Rc1 Rb8 30.Rc7! (Rókurin hevur funnið sítt pláss, á sjeyndu linju) 30...Ba6 31.Ra7 Bc4 32.Fd4 Bb3 33.Bc3 Rc8 34.f4 Bc2 35.e5 Rd8 36.exd6 1-0 (36_exd6 37.Ff6! og 36...Rxd6 37.Ra8 Fxa8 38.Fg7#) Og tí gavst Felgaer ÍF-GÍ 3-1 (2-0) Fuglfirðingar halda fast Karpov í eldin aftur Samstarvsfólk til Framtaksgrunn Føroya Søkt verður hervið eftir samstarvsfólki til Framtaksgrunn Føroya. Viðkomandi kemur saman við stjóra grunnsins at luttaka í dagligu uppgávunum, bæði viðvíkjandi verkætlanum, grunnurin hevur sett pening í, og í viðgerðini av nýggjum verkætlanum. Starvið Við tilvísing til stjóran, kemur samstarvsfelagin at luttaka í dagliga arbeiði grunnsins. Framtaksgrunnur Føroya er vinnurekandi grunnur. Tvs. at íløgur, ið verða gjørdar, verða mettar út frá handilsligum grundreglum. Út frá hesi aðalreglu verður mett um nýggjar verkætlanir og neyvar uppfylgingar gjørdar av framdum íløgum. Høvuðsuppgávur • Fyriskipa partar av skrivstovu grunnsins. • Verða við at meta um nýggjar verkætlanir. • Finna fram nýggjar verkætlanir. • Luttaka í viðgerðini av verkætlanum. • Uppfylging av gjørdum íløgum. • Skjalaviðgerð. Persónurin Nýggja samstarvsfólkið skal vera røkið og hava innlit í føroyskt vinnulív. Harafturat er neyðugt at hann dugir væl at skyna á vinnuligum møguleikum í Føroyum. Neyðugt er eisini at nýggja starvsfólkið hevur góð samstarvsevni og lætt at samskifta við vinnulívsfólk. Førleiki Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur vinnuligar royndir og búskaparligan førleika at meta um nýggjar verkætlanir umframt at vera analytiskur. Vit bjóða Vit bjóða eitt sera mennandi og áhugavert starv. Framtaksgrunni Føroya, ið er sera sentralt plaseraður í føroysku vinnuni og sum settað fólkið fær, saman við stjóranum, møguleika at ávirka komandi árini. Lønin verður sett eftir útbúgvingum og royndum. Umsóknin Umsókn við avriti av prógvum og lýsing av arbeiðsroyndum verður at senda til Framtaksgrunn Føroya, Bøkjarabrekka 9, Postrúm 3157, í sanasta lagi 24. sept. 2001. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Jens Kára Vilhelm, stjóra á tlf.: 31 59 66 ella 21 59 66. Framtaksgrunnur Føroya er ein vinnurekandi grunnur,ið hevur sum endamál,at gera íløgur í nýggj ella víðkað vinnutiltøk í Føroyum.Íløgurnar skulu hava eitt langsiktað kapitalavkast,ið stendur mát við váðan. Eisini leggur Framtaksgrunnurin dent á verkætlanir við høgum vitanarinnihaldi. Íløgan hjá Framtaksgrunninum kann verða ílagdur partapeningur ella sum ábyrgdarlán.Tá íløgan verður íløgd sum partapeningur, skal Framtaksgrunnurin avhenda síni partabrøv tá rakstur og felag metast at hvíla á einum burðardyggum grundarlag. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3197 Navn: Sp/f Hvítvørutæanastan Adressa: 410 Kollafjørður Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 28.06.2001 Viðtøkudato: 28.06.2001 Kapitalur: Kr. 410.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 410.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Signar Djurhuus, 410 Kollafjørður. Nevnd: Sólfríð Djurhuus, 410 Kollafjørður (formaður), Kári Djurhuus, 410 Kollafjørður og Signar Djurhuus, 410 Kollafjørður. Stjórn: Signar Djurhuus, 410 Kollafjørður. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum ella nevndarformanninum ella av allari nevndini. Grannskoðari: : P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, tænastu, umvælingar o.a. í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir um umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 7. september 2001 Kristin Balle _____________________ Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Starvsfólkaveitslur Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar -tað loysir seg C M Y K 25 24