fríggjadagur 5. desember 2008síða 56
‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 5. desember 2008
Rákið
56
At finna júst røttu
jólagávuna kann
vera ómetaliga
torført. Hvat gevur
man vinkonuni,
sum eigur alt, sum
hon vil eiga? Ella
vermammuni,
sum hevur skáp
og skuffur fullar
av øllum, sum
keypast kann?
Her eru nøkur góð
ráð…
Ætlanin við at geva gávur er at
gleða hvønnannan.Ofta endar tað
tó við, at vit í evstu løtu keypa
eitthvørt, sum vit innast inni væl
vita, helst ikki fer at geva heilt
stóru gleðina.
Og vit munnu somuleiðis øll
hava fingið onkra gávu, sum vit
als ikki gjørdust glað fyri, og sum
antin hevur staðið sum húsaskorð
í áravís –ella sum reyk á
ruskstøðina, tá ruddað varð eftir
jól.
At fáa hugskot
Hugskotini til góðu jólagávuna
koma sjáldan av sær sjálvum,
men við eitt sindur av snildni ber
til at finna røttu gávuna til ein og
hvønn.
Í øllum jólastressinum endar
tað ofta við, at vit so glaðbeint
fara út í handlarnar at leita eftir
røttu gávuni, men tað er ein
tungur vegur, sum ofta endar við,
at vit bara keypa eitthvørt, »tí so
hevur man keypt okkurt«.
Skal góða jólagávan finnast, er
ofta betri at seta seg niður og
hugsa um gerandisdagin hjá
móttakaranum. Heilt frá
viðkomandi fer upp um
morgunin, og inntil farið verður
til songar.
Er nakað, sum hevði lætt um í
gerandisdegnum? Er nakað, sum
ofta verður brúkt og sum treingir
til at skiftast út við nýggjari og
snildari modell? Ella er kanska
okkurt, sum hevði gjørt
gerandisdagin stuttligari ella
meiri marglætis?
Um tú kennir viðkomandi nóg
væl, er hetta ofta ein góður háttur
at koma í tankar um góðar
jólagávur.
Eitt annað, tú kanst gera, er at
skriva upp ígjøgnum árið, hvat
fólk ynskja sær. Um vermamman
í apríl ynskir sær eina bók við
bindingarmynstrum ella vinkonan
á ólavsøku ynskir sær eina stóra
dós við sikkurheitsnálum til
føroysku klæðini, so skrivað tað
upp! Hava tær ikki fingið sær tað,
tá stundar ímóti jólum, er tað ein
uppløgd jólagáva.
Reaktiónin verður helt víst, at
»Hvussu kundi tú vita, at hetta var
júst tað, eg ynskti mær?« Ella
»Hetta hevur mær manglað í fleiri
ár, hvussu visti tú tað?«
Ein annar møguleiki er eisini at
biðja fólk sjálvi um at skriva upp
á ein lista, so hvørt, sum tey
koma fram á ting, sum tey ynskja
sær. Men tá hvørvur yvirraskilsi
við góðu gávuni.
Tá á stendur
Seinni árini hevur tað vundið
alsamt meiri uppá seg at lata
upplivingar sum gávu. So um tú
ikki kemur fram á nakra jólagávu,
sum kann gera gerandisdagin hjá
Kynstrið at finna røttu