Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-05, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. desember 2008síða 57

‹ fyrra síða allar 119 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 5. desember 2008 Rákið 57 jólagávuna móttakaranum betri, ella um tú ikki hevur gáað um, hvat viðkomandi hevur ynskt sær ígjøgnum árið, ber til at hyggja nærri at hvørji áhugamál móttakarin hevur. Tí upplivingar kunnu fevna um so mangt. Tað kann t.d. vera eitt haldaragjald til eitt blað, ið móttakarin hevur áhuga fyri. Tað kann vera gávukort til vælverustovu, til biografin, til matstovu ella til ein túr út í Stakkin. Alt eftir hvør móttakarin er, og hvat viðkomandi tímur. Um á stendur peningaliga, sum tað jú ger hjá nógvum hesa ársins tíð, ber til at lata persónlig, heimagjørd gávukort. Slík gávukort kunnu t.d. fevna um 5 x bilvask til beiggjan, mannin ella pápan, 5 x barnagentu til vinkonuna ella systrina, 1 x sunnudagsbronsj til vinfólkini, 3 x drekka uppá seingina til makan, ja, bert hugflogið setur markið. Og um tú gert tær ómak við at evna tey til, gerst gleðin uttan iva enn størri. Hesi gávukortini fara heilt víst ikki út við ruskinum, og vandin fyri, at tey gerast húsaskor er nokk heldur ikki stórur. Tað, sum tú í grundini letur, er tína tíð, og tíð er eftirhondini vorðin ein luksusvøra, sum enn ikki fæst fyri pengar. So hóast hesi gávukortini ikki kosta nakað, kunnu tey saktans gerast ársins jólagáva. Og tað frálíka er, at tú altíð kanst finna okkurt gott at gera fyri ein og hvønn – eisini vinkonuna og vermammuna, sum eiga alt. Lagt til rættis: Eydna Skaale Tá tú keypir jólagávur: ★Minst til, at endamálið við gávuni er at gleða móttakaran. Legg tí tín persónliga stíl til viks. ★Legg dent á, at gávan kann skiftast um, og at móttakarin ikki er noyddur at brúka hana fyri tína skyld. ★Minst til, at dýrar gávur als ikki nýtast vera tað sama sum góðar gávur. ★Smáu børinini eru ofta glaðast fyri pappírið. Tað er tí eingin grund til at útseta avdráttirnar til húsini, fyri at keypa design-klæði og merkja-leikur til børnini. ★Keyp jólagávur í góðari tíð og hugsa um, hvat tú keypir og hví. Tað minkar um vandan fyri at keypa, bara fyri at keypa okkurt. ★Um tú onga hóming hevur av, hvat tú skalt keypa, er eitt gávukort til eina uppliving ella eitt persónligt gávukort helst besta valið. So sleppur tú undan at geva eitt húsaskorð, sum ikki gleðir móttakaran. ★Allarbesta gávan er ofta heimagjørd