mánadagur 8. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 236 - 8. desember 2008
Fundur í Miðlahúsinum: Hvussu hand-
fara vit búskaparligu framtíð Føroya?
Stígur í alheiminum - vantandi tilbúgving – hvør er frægasta farleiðin. Hvussu handfara vit
fíggjar- og búskaparligu framtíðina– metingar, útlit, vánir og ráð. Hesir spurningar verða
viðgjørdir á stórum fundi í Miðlahúsinum týskvøldið kl. 19.30, sum Tjóðveldi skipar fyri.
Luttakarar verða Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, Hjalti í Jákupsstovu,
stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og tingmaður, Marita
Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak. Uni Arge
undirhaldir, og Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur stjórnar fundinum.
Laksa- og sílaútflutn-
ingurin nærkast
40.000 tonsum fyri
árið í ár, men prísurin
er einki serligur í
løtuni. Nøgdin verður
størri komandi ár,
men prísurin fer
helst at lækka enn
meiri, sigur Ragnar
Joensen, formaður í
Havbúnaðarfelagnum
ALIVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað gongur væl í alivinnuni
í løtuni.
Útflutningurin fer at tátta
í 40.000 tons, og siga vit, at
meðalprísurin verður 24
krónur kilo, svarar hetta til
eitt
útflutningsvirði
á
knappa
milliard,
sigur
Ragnar Joensen, formaður í
Føroya Havbúnaðarfelag.
Hann sigur, at útlitini fyri
komandi ár er meðal.
Noreg økir sína framleið-
slu í stóran mun, meðan
kilenar hava stórar trupulleik-
ar vi sínari framleiðslu, sum
minkar í eins stóran mun.
Spurningurin er bara, um
vit megna at koma inn har,
sum kilenar hava havt sín
marknað. Men fíggjarkrepp-
an ger eisini, at keypararnir
verða færri, og tað kann so
aftur trýsta prísin niður,
sigur Ragnar Joensen.
Gongdin
í
alivinnuni
hevur annars verið hon, at
fram til 2005 gekk niður á
bakka við nøgdunum, men
síðani er vend komin í, at
frá 2005 av er nøgdin av
alifiski vaksin. Og hon kem-
ur væntandi upp á 45.000
tons fyri komandi ár.
Eg vænti, at fyrra hálvár
2009 verður hampiligt, men
at vit fara at síggja eitt fall í
prísunum seinna hálvár. So
útflutningsvirðið
verður
helst tað sama sum í ár,
sjálvt um nøgdin økist við
5.000 tonsum, sigur Ragnar
Joensen.
Ikki gott í løtuni
Formaðurin í Føroya Hav-
búnaðarfelag sigur, at árið í
ár hevur roynst sera væl hig-
artil, men at prísurin kortini
beint nú ikki er góður.
Prísurin er niðri á ella
enntá kanska undir fram-
leiðslukostnaðinum í løtuni,
so tað kundi sjálvandi verið
betri. Hinvegin hevur árið
sum so roynst væl í alivinn-
uni, sigur Ragnar Joensen.
Eitt annað, sum ávirkar
føroyska útflutningin nega-
tivt er lága virðið á norsku
krónuni.
Kilenar hava havt ein
stóran marknað í USA, men
vit hava ikki framleiðsluna at
koma inn á tan marknaðin.
Tað er fyrst og fremst
fryst fløk, sum amerikanarar
hava keypt frá kilenum, og
ta framleiðsluna hava vit
ikki, sigur Ragnar Joensen.
Men framleiðslan gongur
væl, og sum longu nevnt
verður hon væntandi økt
upp í 45.000 tons komandi
ár.
Tað verða nógv fólk í
starvi í alivinnuni frameftir,
men fortjenastan økist ikki.
Útlitini eru kortini hampilig
fyri komandi ár, tó at
roknast kann við, at prísurin
fer at falla, kanska serliga
tá vit koma út í seinna
hálvár 2009, sigur Ragnar
Joensen, formaður í Føroya
Havbúnaðarfelag.
Ragnar Joensen,
formaður í Føroya
Havbúnaðarfelag
Nøgdin veksur – prísurin lækkar
Føroya Banki
skipaði í síðstu viku
fyri temadegi fyri
alikundunum hjá
bankannum
TEMADAGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað sær rættiliga skilagott
út í alivinnuni.
Tað sigur John Rajani frá
Føroya Banka, sum skipaði
fyri einum temadegi í síðstu
viku, har ein norskur ser-
frøðingur greiddi frá altjóða
alivinnuni.
Talan er um ein aliana-
lytikara, sum hevði eina
framløgu, har hann gjøgn-
umgekk
alivinnuna
á
altjóða støði.
Víst var á, at Kili hevur
nógv ar sjúkur at dragast
við, og at framleiðslan tí
minkar har, meðan hon er í
stórum vøkstri í Noregi.
Tosað varð um vánirnar fyri
komandi ári, eisini við atliti
til fíggjarkreppuna, sum
eisini ávirkar prísirnar á
alifiski.
Alt í alt sær ikki so galið
út, tó at tað er trupult at
meta
um,
hvussu
árið
komandi fer at roynast.
Temadag fyri alivinnuna
Komandi ár sær ikki
so galið út, meta
Føroya Banki og
hansara alikundar