mánadagur 8. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 236 - 8. desember 2008
Í hesum døgum er
nógv rumbul kring
Kringvarpið. Stovnur
in ynskir meiri pening
í kringvarpsgjaldi,
men stovnurin tekur
eisini stig sjálvur.
Ætlanin er nevniliga
at gera betri lýsingar
og bøta um tænastuna
á tí frontinum. Hetta
líkar ikki Jonhardi
Hammer, stjóra á
Rás 2, tí hann metir
at kappingin verður
ójøvn
loftmiðlar
Eirikur í Jákupsstov
eij@sosialurin.fo
Kringvarpið hevur fyri tíð
síðan sett eitt nýtt starv á
stovn. Talan er um ein lýs
ingarsamskipara á Miðla
deildini. Hesin er settur fyri
kortum, og skal sambært
kringvar psstjóranum,
Anniku Mittún Jacobsen,
betra um lýsingartænastuna
hjá Kringvarpinum, tí fyri
tøkur hava sum heild verið
eitt sindur missnøgdar við
tænastuna.
Vit hava til dømis stongt
fyri kunngerðunum klokkan
fýra seinnapartar, og tað
hava nógv verið kedd um.
Samstundis vilja vit eisini
vera við til at menna
lýsingarstøðið í Føroyum.
Ætlanin hjá okkum er ikki
at
útkonkurera
privatu
aktørarnar, men heldur at
veita eina betri tænastu, sig
ur Annika Mittún Jacobsen.
Hon leggur afturat, at lýsing
arøkið ikki er, har tey rokna
við at spinna gull, og at tey
ikki fara at hava dubbing
prísir á økinum.
Hetta kann sýnast undar
ligt, tá tey fyri kortum hava
sett eitt starv, ið bert skal
taka sær av lýsingunum.
Við
fíggjarligu
útlitunum sum eru, rokna
vit ikki við at fáa nakra ser
liga
meirinntøku,
men
heldur at royna at halda okk
um á støðinum, sum vit í
løtuni eru á. Tað er so ikki
ætlanin, at vit skulu tjena
minni pening við lýsing
unum, sigur Annika Mittún
Jacobsen.
Í
fíggjarætlanini
hjá
Kringvarpinum fyri 2009
stendur, at Kringvarpið skal
vinna 10,9 milliónir krónur,
í mun til ætlaðu 12,4
milliónir krónurnar í ár.
Grundin til, at vit hava
minkað um lýsingarinn
tøkurnar fyri 2009, er tí, at
lýsinagarinntøkurnar hava
verið nógv minni í ár, enn
vit roknaðu við, tí fíggjarliga
gongdin í samfelagnum er
vorðin verri seinastu tíðina,
sigur Annika Mittún Jacob
sen. Hon roknar eisini við,
at fyritøkur fara at spara
meira á lýsingarøkinum
komandi tíðina.
Uppskot um forboð
Tá kringvarpslógin varð
broytt í 2006, kom mentan
arnevndin við einum álitið,
har nógvar avmarkingar
vóru settar á lýsingar
virksemi hjá Kringvarp
inum. Grundgevingin fyri
hesum, var, at Kringvarpið
skuldi
verða
fíggjarliga
óheft av fyritøkum, fyri at
kunna halda fast við sítt
óheftni sum public service
stovnur. Hetta heldur kring
varpsstjórin vera skeivt.
Eg haldi at forboð sum
heild eru skeiv. Mann skal
eisini minnast til, at tá
Kringvarpið vinnur pening,
so er tað alt Føroya fólk, ið
fær ágóðan av tí, við betri
public service frá okkara
síðu, metir Annika Mittún
Jacobsen, sum leggur dent
á, at onki enn er, ið forbjóðar
Kringvarpinum
at
gera
meira burturúr lýsingar
partinum.
Hesum
er
Jonhard
Hammer ikki samdur í, tí
hann metir at kappingar
ráðið hevur eina greiða
støðu kring kringvarpið og
lýsingar.
Tað var eisini júst hetta,
sum Kappingarráðið vísti
á, tá galdandi Kringvarpslóg
var til viðgerðar í 2006. Og
tað var eisini júst hetta, sum
førdi til greiðu politisku
semjuna, um at lýsingar
inntøkur
Kringvarpsins
skuldu niðurlagast, skrivar
stjórin á Rás2 í lesarabrævi
í vikuskiftis Sosialinum.
Ójøvn kapping
Jonhard Hammer, stjóri á
Rás2, er sera ónøgdur við,
at Kringvarpið nú hevur
sett fólk, at fáa meiri pening
inn í lýsingum. Í lesara
brævinum
í
vikuskiftis
Sosialinum greiðir Jonhard
Hammer somuleiðis frá, at
hann ikki hevur nakað ímóti
kapping, men at hann er
sera argur inn á ymisku fyri
treytirnar hjá miðlunum
báðum.
Vit vilja fegin hava
kapping á lýsingarmarknað
inum, Men vit vilja ikki
hava eina kapping, har ein
av aktørunum hevur tryggj
að sær 62 milliónir krónur í
kappingarstuðli frá skatta
borgarunum, áðrenn kapp
ingin yvirhøvur byrjar. Við
slíkum fyrimuni eru sann
líkindini fyri, at nakar
privatur miðil skal hóra
undan kappingini ógvuliga
nær null, skrivar Jonhard
Hammer. Hann leggur í
brævinum afturat, at aðra
staðni er tað ikki vanligt, at
almenna Kringvarpið bæði
hevur ein lýsingarpart og
eitt kringvarpsgjald. Ella,
at um hetta er tilfeldi, so
fáa hinir miðlarnir eisini
ein part av kringvarps
gjaldinum.
Kringvapið økir lýsingarpartin
Kringvarpið hevur
ætlanir um at betra um
lýsingarnar, soleiðis, at
fyritøkur fáa eina betri
tænastu og føroyskar
lýsingar mennast
Nýggjur býráðsskrivari
á Tvøroyri
Tvøroyrar Býráð hevur sett Jónleyg Bech Petersen í starv
sum býráðsskrivara í Tvøroyrar kommunu. Á heimasíðuni
sigur býráðið, at Jónleyg b. Petersen hevur drúgvar royndir
innan kommunala umsiting. Hon varð útlærd innan
skrivstovuyrkið við sergrein í almennari fyrisiting í 2002 og
er Í fer við at taka akademiútbúgving í leiðslu á Føroya
Handilsskúla i Havn. Hon hevur arbeitt í umsitingini hjá
Tvøroyrar kommunu í nærum 9 ár, harav seinasta árið sum
virkandi býráðsskrivari.
Foreldur í tí privata heim
til sjúk børn
Miðflokkurin skjýtur upp, at foreldrum á privata
arbeiðsmarknaðinum fáa løn fyrsta sjúkradagin
hjá børnunum. Í viðmerkingunum vísirflokkurin á,
at ein tann mest eyðsýndi munurin á almenna og
privata arbeiðsmarknaðinum er rætturin at kunna
vera heima hjá sjúkum børnum við løn.
- Hetta eru virðismikil rættindi, men rættindi,
sum tó ikki unnast øllum íbúgvum í samfelagnum,
skrivar flokkurin í viðmerkingunum.