mánadagur 8. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 236 - 8. desember 2008
Life is a Flower verður
at hoyra um alt
blómuskrídda lendið
í Kirkjubø í døgunum
18.-20. Juli 2009. Ace
of Base er nevniliga
fyrsta altjóða navnið,
ið er kunngjørt til
festivalin við Múrin í
Kirkjubø
Festivalur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Til tíðindafundi heima á
Garði í Kirkjubø í morgun,
kom fram, at festivalurin í
Kirkjubø, ið graml hevur ver
ið at hoyra um leingi, enda
liga hevur fingið heiti. Hann
skal nevnliga eita við Múrin,
og fyrsta útlendska kenda
navnið verða svensku Ace of
Base, sum vit kenna frá hitt
unum, Life is a Flower, All
what she wants og nógv
fleiri. Av øðrum nøvnum eru
til dømis, danska gentan,
Anna David, ið ikki orkaði
sjeikin meira. Harafturat eru
tey flestu av størstu føroysku
nøvnunum longu komin á
plakatina, The Dreams, Týr,
Lena, Páll Finnur Páll, Mart
in Joensen, Hallur Joensen,
Boys in a Band, umframt
sjey onnur nøvn.
Hetta eru nøvnini vit
hava higartil, og tað koma
eini 1520 afturat, sigur
James Olsen, ið ikki vil
nokta fyri, at Deep Purple
er eitt møguligt navn mill
um hesi 20.
Familjufestivalur
Sambært
fyriskiparunum
skal talan verða um ein
festival fyri alla familjuna.
Vit fara at skipa okkum í
trý økir. Eitt gyklaraøki, har
eitt stórt tjald verður sett upp.
Ein høvuðspall og eitt tjald
ingarøki, ið verður býtt í tveir
partar, so bæði tey ungu og
familjurnar skulu kenna seg
væl, siga fyriskipararnir. Sum
tað ljóðar, skal serliga part
urin fyri børnini vera meira
interaktivur, soleiðis, at talan
ikki bara verður um at standa
í kø til hoppiborgir, sum ein
av fyrireikarunum tók til.
Stór økir
Fyrireikararnir greiða eisini
frá, at talan er um eitt heilt
stórt øki – bara høvuðspall
urin hevur eitt øki, ið er
seks ferðir so stórt sum
Vágsbøur – men at trygdar
viðurskiftini avmarka talið
av møguligum festivallutak
arum til eini 5000.
Vit hava sjálvandi tikið
øll fyrilit, og rokna ikki við
at koma í trupulleikar við
teimum nógvu søguligu lut
unum í Kirkjubø, greiðir
Fróði Vestergaard frá, hann
leggur afturat, at teir hava
verið og kannað, hvussu
mann hevur skipað trygdar
viðurskiftini á ymiskum festi
valum í Danmark, og at hetta
skal gera teir eitt vet tryggari
enn hinar festivalarnar.
Kirkjubøur
James Olsen og Mark Joen
sen, hava verið í øllum Suð
urstreymi og kannað eitt
møguligt øki til ein festival.
Tá vit komu til Kirkjubø
segði eg bara. Hetta er tað!
Sigur James Olsen, um hví
júst Kirkjubøur er valdur til
festivalbygd. Jóannes Paturs
son, bóndi í Kirkjubø, greið
ir frá, at tey eru sera positiv
fyri tiltakinum, og als ikki
bera banga fyri stóru fólka
mongdini, ið væntandi koma
til bygdina.
Vit hava verið á fundi
við fyrireikararnar, og eru
fyri so vítt von við at hava
nógv fólk í bygdini, sigur
Jóannes Patursson.
Ongar bilar
Í samband við festivalin, er
ætlanin, at fólk skulu koma
við bussum
Vit ætla at stongja bygd
ina av og nýta parkeringsøkir
við Gomlu Rætt, umframt at
hava nógvar bussar úr Havn.
Tað ber sjálvandi eisini til at
ganga úr Havn, og vit fara
helst at skipa fyri túrum,
greiða fyrireikararnir frá.
Teir leggja afturat, at ætlanin
ikki er at hava bátar til festi
valin, tí tað er so streymhart
uttanfyri Kirkjubø. Leggjast
kann afturat, at pallurin vend
ur niðan frá sjónum, so ongin
møguleiki
er
at
síggja
bólkarnar av sjónum.
Ofta hava fólk verið eitt
sindur kedd um, at tað
hevur verið so langt frá
tjaldingarøkinum til pallin.
Hetta vilja fyrireikararnir
til festivalin í Kirkjubø
syrgja fyri, tí sambært teim
um, verður tjaldingarøkið
beint við stóra pallin.
Positiv kommuna
Tórshavnar kommuna fylti
fyri kortum 100 ár, sum
fólkavald kommuna. Í hes
um sambandið hevur ment
unarnevndin hjá kommun
uni samtykt at lata 100.000
krónur til festivalin, men
hetta kann enn bremsast av
fíggjarnevndini. Restin av
luttøkuni til festivalin frá
kommununi eru ymisk loyv
ir, og aðrir lutir frá teknisku
nevnd, ið enn ikki hevur við
gjørt festivalin.
Fólkini handan við Múr
in, greiða eisini frá, at ætl
anin er, at tað skal vera eitt
afturvendandi tiltak.
Ace of Base
við Múrin
Reiðaríini mugu fáa hjálp
Leiðslan í danska reiðarínum A.P.MøllerMærsk er ørkymlað av,
at sjórænarar skutu við granatir eftir bingjuskipinum „Maersk
Regeneburg“ í síðstu viku, hóast skipið var statt næstan 500
fjórðingar úr eysturefrikonsku strondini. Álopið vardi umleið ein
tíma. Finn Brodersen,sum er trygdarstjóri hjá Maersk Line, sigur
við Ritzau, at skipaferðslan kann ikki liva við hesum
viðurskiftunum, og at reiðaríini mugu fáa hjálp frá
myndugleikum til at loysa trupulleikarnar. Álopið á „Maersk
Regensburg“ var á somu leið, har sjónrænarar rændu tangaskipið
„Sirius Star“ fyri stuttum.
Semja millum Fíggjarmálaráðið
og Havnar Arbeiðskvinnufelag
Fríggjadagin skivaði Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag undir
semju. Talan er um ein 3 ára sáttmála galdandi frá 1. okt. 2007 til 1. okt. 2010 og
byggir á ein karm uppá 9 prosent. Smávegis broytingar eru gjørdar í
sáttmálatekstinum og avgerðandi broytingar eru gjørdar um barsil, viðbøtir og
førleikaviðbøtir. Avtalað er, at viðbøtir skulu latast fyri eyka ábyrgd og førleika
og viðvíkjandi barsilfarloyvi, so eru nýggjar ásetingar sum geva starvsfólkunum
frí uttan løn uttan at missa starvsaldur. Harafturat er eftirlønargjaldið hækkað úr
7 prosentum upp í 11,5 prosent. Semjan er at finna á heimasíðuni www.lnd.fo
Festivalfyriskipararnir meta,
at festivalurin við Múrin fer
at hava eini 35 nøvn, tá listin
verður liðugur
Ein av fyrireik
arunum,
James Olsen,
greiðir frá,
at økið til
festivalin fyllir
tað mesta av
bygdini
James Olsen og Mark Joensen hava koyrt allan Suðurstreym á
tamb at finna eitt hóskandi festivaløki. Teir fullu fyri Kirkjubø