mánadagur 8. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 236 - 8. desember 2008
Í dag eru 75 ár
liðin síðan Sankta
Frans Skúli í Havn
bleiv vígdur. Fyrstu
franciskanara
systrarnar komu til
Havnar í 1931, og
byrjaðu tær skúla í
húsunum hjá Klett í
Bringsnagøtu
Skúli
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Fyrstu franciskanarasystrar
nar komu til Havnar við
DFDS
ferðamannaskipi
num Dronning Alexandrine
á kvøldið tann 24. apríl
1931. Tann nunnuskipan,
sum franciskanarasystrar
nar í Havn hoyra til, varð
stovnað í 1876.
Í 1931 byrjaðu tær skúla í
Bringsnagøtu í húsunum
hjá Klett, næmingatalið lá
um 25. Í 1932 stovnaðu tær
ein barnagarð til umleið 20
børn.
Sama
ár
keypa
franciskanarasystrarnar
saman við bispadøminum í
Keypmannahavn økið niðan
fyri Viðarlundina, og árið
eftir varð farið undir at
byggja skúla, kirkju, kleyst
ur og barnagarð. Talan var
um ein stóran bygning, sum
H.C.W. Tórgarð arkitektur
teknaði.
Síðan skúlin av fyrstan
tíð varð tikin í nýtslu, er
hann nakrar ferðir útbygdur,
eins og skúlagarðurin eisini
er víðkaður. Eitt nú kom
fimleikahøll fyrrapartin í
60unum.
Kirkjuvígslan
var
19.
november 1933, og skúlin
varð vígdur 8. desember
sama ár. Umleið 60 fólk
vóru
samankomin,
og
katólski presturin Boekeno
ogen vígdi skúlan. Til vígsl
una vóru millum onnur
M.A. Jacobsen, borgarstjóri,
Símun av Skarði, háskúla
stjóri, Zachariassen, amts
lækni
og
umboð
fyri
føroysku bløðini. Sankta
Frans Skúli varð øll tey fyrs
tu árini og líka til 1952 rikin
sum
privatskúli,
uttan
almennan stuðul. Fyrstu
mongu
árini
undirvístu
systrarnar, men so við og
við komu aðrir lærarar.Í
1965 byrjaðu fransiskanara
systrarnar forskúla.
Fyrsti føroyski skúla
stjórin var Bjarni Skaalum.
Hann byrjaði sum lærari í
skúlanum í 1967 og frá
197380 var hann varaskúla
stjóri og skúlastjóri frá
198097. Áðrenn Bjarna
Skaalum var systir Stinissen
skúlastjóri.
Í 1985 var tíðin farin frá
hesum sermerkta skúla.
Nunnurnar handaðu skúlan
til Tórshavnar Kommunu 1.
apríl, tí tær ikki sóu seg
førar fyri at halda fram.
Systrarnar fingu nýggjan
bústað og kirkju, sum liggur
í grannalagnum av skúla
num. Í dag er eingin nunna
eftir á skúlanum, men navn
ið hongur eftir.
Skúlin hevur bara havt
grunddeild, og skúlastjóri í
dag er Selmar Jacobsen,
sum tók við í 1997.
Sosialurin
ger
meira
burturúr
hátíðarhaldinum
seinni.
Nonnuskúlin 75 ár
Hátíðarhaldið í dag verður
skipað soleiðis, at næmingar
skúlans fara at hugna sær
fyrrapartin. Klokkan 18 til
21 verður móttøka fyri øllum,
sum hava ella hava havt
samband við skúlan. Byrjað
verður í fimleikahøllini
klokkan 18:00 við felagssangi,
røðum og framførslum, har
øll eru vælkomin
Í bókini, Havnin, fólk og yrki, skrivar Birgar Johannesen soleiðis
um Nonnuskúlan: Í apríl 1931 komu tvær franciskanasystrar til
Føroya. Í august fluttu tær inn í húsini hjá Klett í Bringsnagøtu.
Fólk fingu skjótt greiði á, hvørjar tær vóru, og fóru at søkja sær
hjálp hjá teimum viðvíkjandi útbúgving og barnaansing. Innan
árið var úti, høvdu tær sett á stovn fyrsta barnagarð í Føroyum
og høvdu ábyrgd av 22 børnum. Í 1933 flutti barnagarðurin
saman vð Katólsku kirkjuni niðan í Villumslág, og í januar
mánaði árið eftir varð katólski skúlin vígdur
Keldur:
Sankta Frans Skúli
v. Erhard Jacobsen
Havnin, fólk og yrki
v. Birgar Johannesen
www.skulin.fo
Veðurlagsráðstevna
15. desember 2008
15. desember 2008 skipar Innlendismálaráðið fyri allmennar ráðstevnu á
Hotel Føroyum um tiltøk at minka um føroyska CO2útlátið. ”Skjótt syftir
seiðir og tunga takið” er heitið á frágreiðing, sum veðurlagsbólkurin undir
landsstýrinum hevur latið úr hondum. Frágreiðingin lýsir uppskot til
virkisætlan og tiltøk at minka um føroyska CO2útlátið. Á ráðstevnuni fara
politikarar, embætisfólk og fólk úr vinnulívinum at røða um evnið og
seinnapartin verður tikið samanum. Ráðstevnan er allmenn og neyðugt er
við tilmelding á telefon 358094. Skráin er at síggja á www.imr.fo.
Trummuskeið í Havn
Mánadagin 8. desember og alla vikuna á tamp verða allar
trummur tiknar fram í mentanargøtuni Tórsgøtu í Havn. Tá fer
Kvøldskúlin at skipa fyri trummuspæli á altjóða støði í
Margarinfabrikkini og Reinsarínum. Lærari í trummuspæli verður
Gulli Briem, ið er kendur trummuleikari í íslendska
fusjónsbólkinum Mezzoforte. Øll eru vælkomin og undirvíst
verður bæði við einstaklingum og í bólki. Tekning á telefon
227700, kostnaður 500 krónur. Nærri upplýsingar um Gulla Briem
eru á heimasíðunum www.gullibriem.com ella www.mezzoforte.
com, sigur heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu.