Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 8. desember 2008 13 Í farna mánað var løgtingsmál um blokk­ stuðul til heilsuverkið, almannaverkið og serforsorgina til viðgerðar. Til tíðir var orðadrátturin frá tingsins røðarapalli á so lágum støði, at einki mark var millum andborna tjóðskaparkenslu og fáfongda nationalismu. Heimskendi rithøvundurin og humanisturin Stefan Zweig – Janus Djurhuus og hann vóru javnaldrar, føddir í 1881 – skrivaði klassiska bókmentir eitt nú bókina Die Welt von gestern, umsett á donskum til Verden af i går. Fyrst í bókini lesa vit: ”Jeg har set store masseideologier vokse frem og udbredet for mine øjne: Fascismen i Italien, nation­ alsocialismen i Tyskland, bolsjevismen i Rusland og frem for alle ærkepesten nationalisme, som har forpestet vor europ­ æiske kulturs blomsterfylde.” Hann var sera høgt í metum eisini í sínum heim­ landi, men av tí at hann var av jødiskari ætt, varð hann frá 1933 jakstraður av sínum egna við nationalismu pestfongda fólki, til hann og kona hansara í útlegd at enda tóku lívið av sær í 1942. Ein annar heimskendur í útlegd, Albert Einstein, skal hava sagt, at nationalisma er ein hættislig barnasjúka. Onkur hittinorðaður vil vera við, at nationalisma er degenererað tjóðskaparkensla. Nationalisma við oratoriskari orku er trupul at verja seg ímóti. Sum kunnugt lækkaði ríkisstjórnin tann 1. januar 2002 blokkin við 366 milliónum, tí landsstýrið og Løgtingið høvdu gjørt av at yvirtaka skúlaverkið og almenna for­ sorg, og samstundis skuldi prístalsviðgerð av restini av blokkinum – 630 milliónir – steðga í fimm ár eftir boðum frá lands­ stýrinum. Hesar 630 milliónirnar eru sambært lógum og avtalum frá 1987 oyramerktar til heilsuverkið, almanna­ verkið, serforsorg og Havrann­ sóknarstovuna. Tað hevur almennan áhuga at vita, hvussu blokkurin og freistin ikki at prístalsviðgera hann nú í 7 ár hevur ávirkað landskassan, sum er sjálvt nervatyssið í landsins húsarhaldi. Frægasti mátin at gera hetta uppá, man vera at nærlesa landskassans ársroknskapir 5 ár undan og 5 ár eftir 1. januar 2002: 1997-2001 Inntøkur: Skattir og avgjøld uml. 12 mia. Blokkurin uml. 4,7 mia. Nationalbanken uml. 0,1 mia. Samanlagt uml. 6,8 mia. Útreiðslur: §§ 1­15 uml. 12,6 mia. Løgur uml. 0,7 mia. Rentur uml. 1,2 mia. Samanlagt uml. 14.5 mia. Eftir hesum hevði landskassin í 1997­ 2001 eitt rakstraravlop upp á 2.3 milliardir. Í 1998 strikaði ríkisstjórnin 900 milli­ ónir av landskassans skuld til ríkiskassan. Upphæddin er ikki við í rakstraravlopinum upp á 2.3 milliardir. 2002-2006 Inntøkur: Skattir og avgjøld uml. 15 mia. Blokkurin uml. 3.2 mia. Nationalbanken uml. 0.1 mia. Samanlagt uml. 18.3 mia. (18.267) Útreiðslur: §§ 1­15 uml. 16.7 mia. Løgur uml. 1.2 mia. Rentur uml. 0.4 mia. Samanlagt uml. 18.3 mia. (18.274) Eftir hesum hevði landskassin í 2002­ 2006 eitt rakstrarhall upp á 7 milliónir. Tann ógvisliga broytingin frá rakstrar­ avlopi til rakstrarhall er orsakað av blokkniðurskurðinum og steðginum av prístalsviðgerðini. Hallið í 2002­2006 hevði verið hundraðtals milliónit størri, um Løgtingið íkki gjørdi nýggjar inn­ tøkulógir í 2005. Niðurfrysting av blokkinum: skerd fígging til almanna- og heilsuverkið. Við støði í prístalsviðgerðini av blokk­ inum í 1997­2001 ber til at siga, at í tíðini 2002­2006 varð blokkfíggingin við ongari prístalsviðgerð til almennar pensiónir, heilsuverkið og serforsorg skerd við umleið 100 milliónum. Av tí at umrøddu málsøki ikki eru yvirtikin av Løgtinginum, eru tey fíggjað við blokkinum við 50% (t.d. sjúkrahúsini og almennar pensiónir) og í onkrum føri við 100% (t.d. Ríkishospitalið og sjúkra­ kassarnir), men hóast hetta, so gav lands­ stýrið ríkisstjórnini boð um ikki at prístals­ viðgera ríkiskassans fígging av hesum málsøkjum í fimm ár frá 1. januar 2002 at rokna. Ein mynd: Tá ið myndugleikin er varugur við, at ávís fólk ella feløg volda landskassanum peningamiss eitt nú við smugling ella skattasviki ella øðrum óreglusemi, verða tey revsað, sum vituligt er, tí slíkt er kriminelt. Men tá ið politik­ arar volda landsskassanum peningamiss, sum í hesum føri nú meira enn 100 milliónir, er tað ikki kriminelt, tí avtalan frá 1987 um at prístalsviðgera blokkin varð av landsstýrinum steðgað (stillet i bero) í fimm ár tann 1. januar 2002. Men nú eru 7 ár runnin, og framvegis liggur dagføringin av fíggingini til ta føroysku vælferðina sum lús millum tvær negl. Ein onnur mynd: Dóms­ og løgreglumál eru heldur ikki yvirtikin. Duga vit at ímynda okkum avleiðingarnar, um lands­ stýrið gav ríkisstjórnini boð um ikki at prístalsviðgera hesi málsøki í 7 ár? Skuld við upptiknum lánum. 1. januar 1997 skyldaði landskassin í upptiknum lánum 6.5 milliardir, tað mesta til ríkiskassan, men við vælvild frá bróðurhond strikaði ríkisstjórnin 900 milliónir í 1998. 1. januar 2002 var skuldin komin niður á 4.6 milliardir. 1. januar 2007 var skuldin komin niður á 2.7 milliardir. Av hesum er eitt rentu­og avdráttarfrítt lán frá ríkiskassanum upp á eina hálva milliard. Aftur bróðurhondin. Tøkur peningur. 1. januar 1997 hevði landskassin tøkan pening upp á 916 milliónir. 1. januar 2002 hevði landskassin tøkan pening upp á 2.6 milliardir. 1. januar 2007 hevði landskassin tøkan pening upp á 1.5 milliardir. Hesi samanstúvaðu tøl, sum ikki kunnu koma óvart á relevantar persónar, gera tað gjørligt hjá vanligum fólki – tær og mær – at meta um, hvussu umstøðurnar hjá lands­ skassanum broyttust tann 1. januar 2002. Nakrir løgtingsmenn duga at lesa skrift­ ina á vegginum. Tað er ikki lukkuligt, um fíggjarstøðið undi okkara vælferð fer at rilla. Tað skerst ikki burtur, at fíggingin – blandið ikki saman við játtan – til her umrøddu málsøki við fullum vilja eru munandi skerd, og hetta hóast givin gylt lyfti um nakað heilt annað upp undir seinasta løgtingsval. Fyrr var tað soleiðis, at Løgtingið og landsstýrið ansaðu væl eftir, at játtan og fígging hingu saman sum í ertnahami. Undirritaði hevur áhaldandi skrivliga og munnliga gjørt vart við hættisligan almennan politikk við støði í villleiðandi ósannindum um blokkstuðulin, sum, sam­ bært lógum og kunngerðum, var og er ætlaður til fígging av teimum bleytu virðunum í okkara vælferðarsamfelag. Tað var als ikki blokkurin, men Løgtingsins lóggeving og politisk fyrisiting, sum rendu Føroyar á heysin í 1992. Skrivingin hevur verið sum at sletta vatn á gás. Í øðrum londum er upplýsandi, objektiv, revsandi pressa treyt fyri vælvirkandi demokrati. Tað ger munin. Í Weekendavisen í farnu viku skrivar Sólveig Gunnarsdóttir um ræðandi óskilið í Íslandi: ” Pludselig står vi med korruption, magtens arrogance og nød… Der er udsigt til ødelagte familier, ødelagt vælfærds­ system…” (!!) ”… og hvor almindelige mennesker som dig og mig snart skal tigge om mad til vores børn hos mødrehjælpen…...” Nær fara vit, les: ein meiriluti á Løg­ tinginum, at stinga hond í egnan barm og síggja tann sanna veruleikan í eyguni? Landskassin Dimmalætting hevur eina grein um meg á forsíðuni í kvøld. Eg havi einki ímóti at verða á forsíðun­ um í bløðunum og verða brúktar til at selja bløð. Tað skal bara ikki verða fyri nakað, sum er ósatt. Yvirskriftin í Dimmalætting er beinleiðis skeiv. Felagið Kay Kay International er ikki farið á húsa­ gang. Felagið hevur aðalfund í næstu viku, og har skal framtíðin hjá felagnum viðgerast. Eg harmist um, at eg skal verða hongdur út á forsíðuni á Dimmu á hendan hátt. Og annars verður nýggja árið skotið inn í Hollywood. Tað er grov ákæra at koma við ­ at føroyingar eitra børn við grind og spiki! Áðrenn dálkingin ­ frá m a. hansara heimlandi ­ eitraði okkum grindina, var tað sunnasti matur í verðini. Bið hann ansa eftir egnum børnum, sum verða stappaði við feittdryppandi fish and chips, hvítum toastbreyði og sokallaðum kjøt­pies ballaðar inn í kakudeiggi. Hongdur út á forsíðu Hans Fróði Hansen JoseFina smitH Landsmenn Watson eitraðu grindina Útvarpið kundið 2. desembur borðreiða við “hægsta heilsufakliga mynduleika” í landinum, har landsstýrismaður Hans Pauli Strøm metti seg noyddan til at seta vinnu­ málaráðið til viks og dik­ tera Heilsufrøðiligu Starv­ stovu hvat tey eiga at gera. Nú tá menn eru farnir á hestbak ber eisini til at ríða niðarlaga. So niðarlaga, at sleppast kann undir gyrð­ ingarnar og inn á øki hjá øðrum. Matvørulógin verður umsitin av Heilsufrøðiligu Starvstovu, sum liggur undir Vinnumálaráðnum. Starvstovan tekur sær av til­ og frámælum viðvíkj­ andi mati. Men hvat ger so Hans Pauli so langt uttan fyri sítt ábyrgdarøki. Jú hann ger tað í sínum einleika sum “hægsti heilsufrøðiligi myndu­ leiki”. Næsti spurningur er so: er grind og spik ein av teimum stóru heilsufrøði­ ligu spurningum í dag. Og svarið er sjálvandi nei. Tað eru altso aðrar orsøkir til, at Hans Pauli ríður á fremmandum vøllum. Kann tað vera, at Hans Pauli hevur ov lítið at gera sum Heilsumálaraðharri? Er tað nakar trupulleiki, at bíðilistarnir til sjúkrahús­ ini vaksa sum ongantíð fyrr? Er tað nakar trupulleiki, at størsta sjúkrahús í landi­ num liggur lamið og ikki hevur framt ætlaðar skurð­ viðgerðir í eitt hálvt ár hóast stórstu játtanar øking í søguni? Er tað nakar trupulleiki, at børn verða fødd árliga við heilaskaða orsakað av royking og alkoholi? Er tað nakar trupulleiki at 10% av børnunum undir 20 ár hava nú æðraforkálkingar og eru í stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í ungum aldri orsakað av yvirvekt og at tað bara versnar. Ein kundi hildið áfram. Men vit og skil er ikki tað, sum hevur merkt orðaskift­ ið um grind og spik sein­ astu dagarnar. Fólk við lítlum og ong­ um førleika í at meta um samlaða matvandan eru í fremtu røð, og nú er so komin samfelagsfrøðing­ urin Hans Pauli og hevur gjørt sítt íkast sum heilsu­ málaráðharri. Enn hevur so sakkunnleikin ikki fingið orðið fyri seg, men er so dyggiliga kroystur undir einum granskara, einum lækna og einum samfelags­ frøðingi. So lat meg heldur leggja eitt sindur av tilfari fram til metingar. Eg veit, at hetta er ikki lætt og, at gransk­ arar eru als ikki á einum máli, sum ført hevur verið fram. Harafturat er neyðugt við langtíðar granskingum í hesum sambandi, og tær eru fáar. Við øðrum orðum so er grundarlagið ikki tað besta. Og at enda – hvussu nógvan mat stappa vit ikki í munnin dagliga og hava ikki varhugan av, hvussu skaðiligt tað er, tí tað ikki er granskað. Tað góða við kyksilvur í smáum nøgdum er, at tað er rímiliga væl kannað, og granskarar eru ikki á einum máli. Far og dongla eitt sindur inni á niðanfyri nevndu síðum og so víðari harfrá. Misbrúkar landsstýrismaður Hans Pauli Strøm sítt starv? Jákup petersen Heri moHr viðmerkingar