Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 236 - 8. desember 2008 Kvirt sum í grøvini Í eini tvey ár hevur kritikk­ ur heglað niður yvir Land­ sjúkrahúsið fyri oyðsl og manglandi fíggjarstýring. Útreiðslurnar eksploder­ aðu, einki tamarhald var á útreiðsluvøkstrinum. Eingin ov høgur og eingin ov lágur at luttaka í tí sundur­ lemjandi kritikkinum. Fyri einum ári síðan var so avgjørt at seta eina mió. kr. av á fíggjarlógina til Fíggjarmálaráðið, so tey kundu seta í verk eina kanning av fíggjarstýring­ ini á Landssjúkrahúsinum. Fyri, at tað skuldi síggja vakrari út, vóru sjúkra­ húsini í Suðuroy og í Klaks­ vík tikin við. Bert í kann­ ingini, ikki í tí dagliga kritikkinum. Í samgonguskjalinum var avtalað, at tilmælið frá kanningini skuldi fylgjast. Við kanningini í hond skuldi endaliga fáast skil á Landssjúkrahúsinum. Nú er kanningin liðug, og Fíggjarmálaráðið og Almannaráðið hava havt stundir til at lesa og gera viðmerkingar til frágreið­ ingina, áðrenn hon var kunngjørd 20. november. Men so var tøgn, larmandi tøgn. Tómar tunnur buldra mest, sum tikið verður til Einasti, sum lat við seg koma, var Tórbjørn Jacob­ sen, sum á tíðindafundi skrálaði upp um, at nú var endiliga prógv fyri oyðsli­ num og manglandi fíggjar­ stýring á Landssjúkra­ húsinum. Hann má hava lisið frágreiðingina, sum hin versti lesur bíbliuna. Sum hálvlisin teologur átti hann at dugað betri at lisið. Tankin sló meg, at um tað var líka lítið hald í øðrum, sum hann geylar upp um sum í hesum, so er tað ivasamt, hvat býr millum oyrini hjá honum. Tómar tunnur buldra mest, sum tikið verður til. Bíligasta sjúkrahús í norðanlondum Bíligasta sjúkrahús í norð­ anlondum. Soleiðis verður tað so vakurt orðað í frá­ greiðingini. Bíligari enn sjúkrahús í Danmark, sum annars fáa stóran kritikk, tí sjúkrahúsinini har liggja lægst í Evropa. So hetta merkir í verunleikanum, at vit hava bíligasta sjúkrahús í Evropa. Er hendan plaseringin so ein heiður, ella er hetta eitt tekin um, at játtandi myndugleikar ikki vilja síggja í eyguni, at tað kostar at reka eitt sjúkra­ hús. Er hetta ikki meira eitt tekin uppá, at játtanin til Landssjúkrahúsið ígjøgn­ um nógv ár, ja nógv longri enn kanningin fevnir um, hevur verið alt ov lítil og ført til, at flest allir bygn­ ingar og útgerð hjá sjúkra­ húsinum er niðurslitin. Raksturin av sjúkra­ húsinum útarmaður Vanliga er útreiðslubýtið millum rakstur og lønir soleiðis, at 60% av útreiðslunum fara til lønir og 40% fara til rakstur. Á landssjúkrahúsinum er býtið ávikavist 80% og 20%. Sjúkrahúsið á Bornholm verður millum annað tikið sum dømi. Har hava tey dupult so nógv til raksturin, sum Landssjúkrahúsið hevur. Í februar legði eg leiðina framvið Randers Sjúkrahús og tosaði har við ein starvsfelaga. Spurdi hvussu 2007 hevði hilnast hjá honum. Hann greiddi frá, at tá hann hevði gjørt alt tað viðlíkahaldið, sum skuldi gerast og eina nýggja kaffistovu til eina deild, sum hann helt, trongdi til, so hevði hann eina hálva mió. kr. eftir, sum hann lat aftur til leiðsluna fyri sjúkrahúsið. Hann hevði ongar trupulleikar við at fáa játtan til raksturin. Hatta ljóðaði sum eitt ævintýr í mínum oyrum. Á Lands­ sjúkrahúsinum skal hvørt oyra vendast, og so stendur tað kortini og forfellur, tí játtanin er alt ov lítil. Orðingin í samgongu­ skjalinum Heilsumál: Í heilsuverkinum skulu fyribyrgjandi, viðgerandi og røktarligu heilsutænast­ urnar styrkjast m.a. við bygnaðarligum broytingum og samskipan. Dygdarmenning av sjúkrahúsverkinum Sum høvuðsstovnur í heilsuverkinum skal sjúkra­ húsverkið dygdarmennast og nútímansgerast sambært álitinum um Framtíðar sjúkrahúsverk. Í høvuðs­ heitum skal hetta bera í sær, at: • Sjúklingar skulu hava betri tænastu, sjúklinga­ umboð setast, viðgerðar­ ætlanir gerast fyri • høvuðssjúkuøkini, og bíðitíðirnar styttast stigvíst móti tveimum mánaðum. • Strategiskar menningar­ ætlanir skulu gerast fyri heilsustarvsfólk við størri denti á eftirútbúgving og áhaldandi førleikamenning. • Sjúkrahúsini skulu samskipast til betur at kunna virka sum ein eind, bæði við yvirskipaðari leiðslu og við at skipa tvørgangandi funktiónir millum sjúkrahúsini. • Sjúkrahúsverkið skal knýtast at viðurkendari góðskustýringarskipan fyri at tryggja, at sett mál um dygd og trygd verða rokkin og støðugt eftirmett. • Fastar mannagongdir skulu skipast um samskifti og samstarv um einstaka sjúklingin millum sjúkra­ húsini, kommunulæknar og Nærverkið. • Samstarvið við sjúkra­ hús uttanlands skal víð­ kast. Reglurnar fyri visita­ tión til viðgerð uttanlands verða endurskoðaðar. • Nútíðargerð av Lands­ sjúkrahúsinum heldur fram sambært langtíðarætlan. Viðv. Klaksvíkar sjúkra­ húsi verður arbeiðsbólkur settur at gera eina tilráðing um nútíðargerð. • Arbeiðið við at seta í verk Talgildu Heilsuskip­ anina fyri sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina skal fulførast í 2009. • Fíggjarstýringin og gagnnýtslan av tilfeingi­ num skal effektiviserast út frá niðurstøðunum í so­ nevndu búskettanalysuni av sjúkrahúsunum. Hetta má saktans merkja, at vit skulu hava somu upphædd fyri tað arbeiði, vit gera sum grannar okkara. Er nú vend komi í holuna ella bert deyðatøgn? Úrslitið av kanningini var ikki, sum væntað. Har er einki oyðsl á Landssjúkra­ húsinum, og tað, at útreiðsl­ urnar eksplodera, er einki óvanligt. Ætla tit ábyrgdar­ fullu politikarar at fylgja orðaljóðinum í samgongu­ skjalinum, nú kanningin gekk tykkum ímóti, koma tit við einari játtan til Lands­ sjúkra­húsið, ella halda vit fram, sum vit plaga, við krøvum um sparingar og rationaliseringar? Tøgn ella alment kjak Nógvir spurningar eru, sum tað kundi verið áhugavert at fingið eitt kjak um. Hetta skriv gerst ov langt, um eg skal koma inn á allar spurn­ ingarnar, sum eru fyri framman. Tí skal eg her bert nevna nakrar, sum eg haldi kundu verðið áhuga­ verdir at fingið eitt kjak um. Eg fari helst seinni at koma við mínum ískoyti til nøkur av hesum evnum. • Framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum frá 2005. Hetta hevur ongantíð verið í almennum kjaki. • Skipanin av sjúkrahús­ verkinum við einum super­ stjóra, sum nevnt í oman­ fyri nevndu frágreiðing. • 10 ára byggiætlan fyri Landssjúkrahúsið frá 2005, og sum er í ferð við at verða dagførd. • Út­ og umbygging av Klakvíkar sjúkrahúsi, sum nevnt í omanfyri nevndu frágreiðing. • Bygging av nýggjum psykiatriskum depli. • Tørvurin á serlæknum, kommunulæknum og tann­ læknum. • Fíggjarkanningin av sjúkrahúsverkinum frá 2008. • Útgreining av týdning­ inum av sjúkrahúsverki­ num í fyrstu deild ella á norðurlendskum støði: Hetta er eisini eftirspurt í fíggjarfrágreiðingini. Hetta eru áhugaverd evni av stórum týdningi fyri Føroya fólk, og sum áttu at tolað eitt alment kjak. Hetta er skrivað fyri egna rokning. Tøgn, larmandi tøgn depilsleiðari Jan á argJaboða Trupult er at meta um fram­ tíðina, tá ið vit vita so lítið um nútíðina og fortíðina. Herfyri vóru ein røð av stovnum, felagsskapum og ráðum biðin um at geva Løgtingsins fíggjarnevnd sítt íkast til, hvussu mett var, at búskaparligu útlitini eru fyri komandi ár. Samtak var við á hesum fundi, men sigast má, at tað er trupult at meta um útlitini fyri komandi ár, tí vit vita so lítið ítøkiligt um, hvørjir sannleikar fjala seg handan tey fáu arbeiðs­ marknaðar og sosialu hagtølini, ið vit hava í dag. Kortini ber sjálvsagt til at greiða frá inntøkugongdini hjá fólki, og at siga eitt sind­ ur um, hvussu støðan er í dag samanborið við undanfarin ár. Tað ber tó ikki til at siga nakað avgerandi um, hvussu livistøði er hjá fólki, tí tann vitanin ber ikki til at fáa, hvørki frá fakfeløgunum ella Hagstovu Føroya, sum ann­ ars hevur ein hagtalsbanka, sum er eitt frálíkt amboð. Hagtølini hjá fakfeløgunum Ein støðulýsing av inntøku­ og livikorum føroyinga er trupult at gera, tí vit vita ov lítið um støðuna hjá fólki. Til ber at lesa úr hagtølum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, hvørjar inntøkurnar eru. Tað ber til at síggja menningina seinastu árini, og hvussu inntøkurnar broytast hjá somu persónum, men hvørji onnur viðurskifti eru gald­ andi vita fakfeløgini ikki. At ein persónur hevur eina lága inntøku kann vera, tí viðkomandi hoyrir til ein láglønarbólk, men tað kann eisini vera at viðkomandi hevur inntøku aðrastaðni, og er partur av einum øðrum fakfelagi. Inntøkurnar hjá teimum ymisku fakfeløgun­ um eru ikki samankoyrd. Um hugt verður eftir hag­ talsbankanum hjá Hagstovu Føroya síggjast ein rúgva av áhugaverdum hagtølum, men enn eru hagtølini ikki nóg væl útgreinað fyri ar­ beiðsmarknaðin ella sosiala økið. Vit vita t.d. ikki, hvat veruliga tímalønin hjá fólki er, ella hvussu nógv ein ar­ beiðstími kostar arbeiðsgev­ aranum innan ávísar vinnur, tí tey hagtølini finnast ikki í løtuni. Av prosentgjøldun­ um, sum fakfeløgini fáa fyri t.d. trygging, ber til at siga eitt sindur um inntøkuna hjá fólki, men onki sæst um, hvussu nógvir arbeiðstímar liggja handan eina inntøku. Heldur ikki ber til greitt at siga, hví munurin millum inntøkurnar hjá kvinnum og monnum økist ella minkar. Hví forvinna kvinnur nógv minnið enn mennirnir? Er tað tí at tær arbeiða færri tímar? At tær ikki sleppa at arbeiða yvir? At kvinnur arbeiða niðursetta tíð? At kvinnur forvinna minnið um tíman, hóast tímalønin sambært sáttmálanum er tað sama? Spurningarnir eru nógvir, men svarini, sum vit kunna fáa úr teimum ymisku hagtølunum her á landi eru ov avmarkaði til, at til ber at gera greiðar niðurstøður og handlað samsvarandi. Lutfalsligt fátækradømi Tað hevði eisini verið sera viðkomandi at fingið stað­ fest, hvussu nógv fólk í Før­ oyum liva í lutfalsligum fátækradømi. Um til ber at fáa eina yvirskipaða mynd út frá nøkrum hagtølum, so átti tað eisini at verið lættari at gjørt ein skipaðan innsats á økinum. Í Danmark var fyri nøkr­ um árum síðani staðfest, at eini 50.000 børn vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi. Um tølini í Føroyum eru samsvarandi teimum don­ sku, so eru eini 500 børn í Føroyum í vaksa upp í lut­ falsligum fátækradømi í Føroyum. Vit vita bara ikki, um hetta er tað veruliga talið. Tað kundi verið nakað sum bendi á, at talið var hægri enn 500 børn, sum vaksa upp í lutfalsligum fátækradømi her á landi, tí livikostnaðurin her er hægri, tað er fáir bíligir bústað­ ir, sosialar veitingar eru ikki eins góðar í Føroyum, sum tær eru í Danmark, lestrar­ stuðulin er minnið, barna­ stuðulin til einligar forsyrgj­ arar er minnið, bústaðar­ stuðul er ongin í Føroyum o. s.v. Hinvegin kunna tað vera onnur viðurskifti, sum ávirka jaliga vegin í Føroyum. Sum støðan er í løtuni, so vita vit ov lítið um samfelag­ ið, og tí er tað og verður tað trupult hjá myndugleikunum at stýra, tí vitanin fyri at taka skilagóðar avgerðir er ikki nóg greitt til staðar. Í veruleikanum vita vit ikki, um tað eru 5 familjur, 50 familjur ella 500 familj­ ur, sum liva í lutfalsligum fátækradømi ­ vit vita ikki, hvussu nógv børn líða undir hesum. Í øllum londunum í Vesturheiminum hava tey nøkur kvalitativ hagtøl, sum m.a. siga eitt sindur um, hvussu húsarhaldsinntøkan er. Hesi tøl hava vit ikki í Føroyum, og hesi tøl fáa vit ikki, fyrr enn ein fólkateljing hevur verið. Fólkateljingin 2010 Bráfeingistørvur er á ar­ beiðsmarknaðarhagtølum og tølum yvir t.d. húsarhalds­ inntøkur o.a. Hesi tøl kunna fáast til vega við fólkatelj­ ingini, sum skal vera í 2010 umframt við at seta eina veiting av at fáa arbeiðs­ marknaðarhagtøl til vega. Ein umfatandi fólkateljing kundi fingið eina rúgvu av viðkomandi vitan um fólkið her býr. Í eini komandi fólka­ teljing kunna vit skráseta sosialu støðuna hjá fólki, útbúgvingar, bústaðarviður­ skifti, inntøkuviðurskifti og mangt mangt annað. Er fólkateljingin væl skipað og ikki minst, fær hon ta neyð­ ugu játtanina á fíggjarlógini, so kann hetta var tann sein­ asta fólkateljingin, ið neyð­ ug er at skipa í Føroyum. Tað eru meir enn 30 ár síðani at seinasta fólka­ teljingin var. Samtak heitir á løgtingið um at raðfesta tað frammar­ laga at fáa neyðugu vitanina til vega. Hetta er eitt týdning­ armikið amboð til at kunna gera støðuna upp, sum hon er í dag, so at vit kunna taka skilagóðar avgerðir fyri morgindagin. Í løtuni eru trupult at meta um útlitini hjá fólkinum í Føroyum, tí vit vita ov lítið um, hvussu støðan er her og nú. Eru fólk í Føroyum rík ella fátæk? Samtak viðmerkingar