Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 236 - 8. desember 2008 tíðindi Tá Bjarni Djurholm umsat samferðslumál í landsstýrinum, var tað ein miljón krónur til ráðgeving, sum var orsøkin til, at ongar endaligar samráðingar komu í lag um Skálafjarð­ artunnilin. Nú standa og fella hesar samráðingar eftir øllum at døma aftur upp á eina miljón, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur søkt um til sama endamál Skálafjarðar­ tunnil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í innlendismálaráðnum ar­ beiða tey nú við einum upp­ riti um, hvussu farast skal fram í komandi samráð­ ingum millum landsstýrið og P/F Skálafjarðartunnilin um ætlaðu tunnilsverkætl­ anina undir Tangafirði. Annika Olsen, landsstýr­ iskvinna í innlendismálum, sigur, at enn hevur eingin formellur fundur verið millum partarnar. ­ Í innlendismálaráðnum eru vit nú í holt við at gera eitt upprit, sum skal seta út í kortið, hvussu farast skal víðari í hesum máli. Ætlanin er, at uppritið skal verða lið­ ugt innan stutta tíð, og síðan verður tað lagt fyri lands­ stýrisfund til støðutakan. Landsstýriskvinnan sigur seg vóna, at landsstýrið ikki fer at brúka langa tíð at koma til sættis um, hvussu gongdin í málinum skal verða. Annika Olsen hevur søkt fíggjarnevndina um eina miljón krónur til ráðgeving í sambandi við samráðingar við P/F Skálafjarðartunnilin, sum liggja fyri framman. ­ Hesin peningur skal nýtast til serkøna hjálp í sam­ bandi við hesar samráðingar, sigur landsstýriskvinnan. Tá Bjarni Djurholm á sinni sat sum landsstýris­ maður í innlendismálum fyri Fólkaflokkin, var tað eisini henda eina miljónin, sum ongantíð kom upp á pláss, og tískil vórðu ongar endaligar samráðingar mill­ um landsstýrið og P/F Skála­ fjarðartunnilin. Ætlaðu samráðingarnar komu tá í drag við tí úrsliti, at einki spurdist burtur úr. Løgtingsval varð útskriv­ að, og dagarnir hjá Bjarna Djurholm í Tinganesi vóru talir. Søgan umaftur? Vit spurdu tí Anniku Olsen, um vandi ikki er fyri, at tað sama fer at henda hesaferð – at sama miljónin heldur ikki hesaferð kemur upp á pláss á løgtingsfíggjarlógini. ­ Í løtuni bíða vit eftir upp­ skotinum frá fíggjarnevnd­ ini, men eg dugi illa at ímynda mær, at søgan fer at endurtaka seg. Henda játtan er ein grundleggjandi fyri­ treyt fyri, at vit kunnu fara víðari, leggur hon aftrat. Í sínari tíð varð Bjarni Djurholm, táverandi lands­ stýrismaður, nógv lastaður fyri, at hann ikki á ein ella annan hátt fekk hesa einu miljónina til ráðgeving upp á pláss. ­ Nei, eg dugi illa at ímynda mær, at málið aftur hesaferð fer at steðga í hesi eini miljónini, sigur lands­ stýriskvinnan. Fáa fígging Annika Olsen sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at landsstýrið fer í samráðingar við P/F Skálafjarðartunnilin um at fremja stóru verkætl­ anina við undirsjóvartunli millum syðra part av Eyst­ uroy og Suðurstreym. ­ Hóast fíggjarligu umstøðurnar eru broyttar, siga teir, sum standa aftan­ fyri felagið og stóru verk­ ætlanina, seg at fáa fígging. Eg vóni, at hetta er so, og eg havi onga ábending fing­ ið um, at hetta ikki heldur. Tað er hetta, sum vit hava at halda okkum til, leggur landsstýriskvinnan aftrat. Mangla miljón til Skála- fjarðartunnil Fólk bíða spent eftir av­gerðini um Skálafjarðartunnil. Eftir at ”spaki” er settur í, ganga umleið fýra ár, til koyrandi er undir Tangafirði Nógv fátæk børn í Danmark Altsamt fleiri donsk børn liva í fátækradømi. Tøl hjá Red Barnet vísa, at í 2002 livdu 50.000 donsk børn í fátækradømi, og at í dag er talið 59.000. Mimi Jakobsen, sum er aðalskrivari í Red Barnet, sigur í einum tíðindaskrivi, at gongdin er syrgilig, og tað kann als ikki góðtakast, at eitt so ríkt land sum Danmark hevur so mong børn, sum liva á minstamarkinum. Red Barnet stúrir fyri, at børn, sum veksa upp í fátækradømi, missa sambandið við sínar javnaldrar og koma í eina óhepna ringrás í uppvøkstrinum og seinni. Stuðla krabbameinssjúklingi Eitt málaravirki í Esbjerg hevur gjørt av at lata einari krabbameinssjúkari kvinnu avlopið, sum virkið fær í hesum mánaðinum. Virkið, sum situr Globe Malerfirma, hevur gjørt av, at tann krabbameinssjúka Susanne Style skal fáa avlopið av rakstrinum í desember. Sysanne Style er farin á eitt privatsjúkrahús í Kina at søkja sær hjálp, eftir at tað danska sjúkrahúsverkið hevur mist vónina um at hjálpa henni. Globe Malerfirma sigur við Jydske Vestkysten, at tey vóna at kunna savna 100.000 krónur til ta sjúku kvinnuna. Í landsstýrinum bíðar Annika Olsen, landsstýriskv­inna, eftir einari miljón krónum til ráðgev­ing, so samráðingar v­ið P/F Skálafjarðartunnilin kunnu byrja Fíggjarnevndar­ formaðurin, Anfinn Kallsberg, sigur, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2009 ætlandi verður lagt fyri tingið aftur í morgin, og hann væntar ikki, at henda eina miljónin til ráðgeving kemur at skilja partarnar Skálafjarðar­ tunnil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Anfinn Kallsberg sigur, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og soleiðis er eisini við fíggjarlógini fyri 2009, sum ætlandi verður løgd fyri tingið aftur í morgin. Hann vísir á, at landsstýr­ iskvinnan, Annika Olsen, hevur søkt um eina miljón krónur til ráðgeving í sambandi við komandi sam­ ráðingar við P/F Skálafjarð­ artunnilin. ­ Enn kann eg einki siga við vissu, men eg dugi illa at ímynda mær, at henda milj­ ónin, sum landsstýriskvinn­ an hevur biðið um, aftur fer at gera, at ætlaðu samráð­ ingarnar koma í drag. Anfinn Kallsberg sigur, at nú hetta árið skjótt er umliðið, er tað ikki relevant at útvega henda peningin í hesum árinum. ­ Men kemur henda upp­ hædd við á fíggjarlógina fyri 2009, sum landsstýriskvinn­ an skjýtir upp, er peningurin tøkur longu í byrjanini av komandi ári, sigur formaðurin í fíggjarnevnd løgtingsins. Sosialurin royndi eisini at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, men Jóannes Eidesgaard svaraði ikki tele­ fonini – og í fíggjarmála­ ráðnum vóru allar linjur upptiknar í langa tíð. Fær neyvan somu lagnu sum seinast