mánadagur 8. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 236 - 8. desember 2008
Hassj víkír fyri
ecstasy-tablettum,
og heroin- og
kokainbanar eru
alt meira vanligir,
meðan sproytur-
nar enn bara hoyra
festivalunum til.
– Tað er ein myta,
at eingi stoffir eru í
Føroyum. Vit hava
onga hilling av,
hvussu nógv stoffir
eru her, sigur Beinta
Joensen, fyrrverandi
fyribyrgingarráðgevi
Rúsevni
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað eru tey heilt hørðu rús
evnini, ið vinna frama mill
um ung í dag. Næmingar í
framhaldsdeildunum
í
Føroyum hava í dag ta
fatan, at tá tú roykir hassj,
sniffar heroin ella kokain
ella tekur tablettir, so
hevur tú tamarhald á
støðuni.
Tað vísti seg at slíkt
sum tendraragass og lím
ræddust tey eitt sindur
enn, men eg fekk eina
hilling av at rúsevnini,
eisini tey heilt hørðu, eru
allastaðni, greiðir Beinta
Joensen frá.
Beinta Joensen hevur
verið fyribyrgingarráðgevi
hjá Bláa Krossi. Í mars
mánaði fór hon undir eitt
upplýsingarátak, »Valið er
títt«, har hon saman við
dananum Christian Werlo,
ið er fyrrverandi stikk
narkomanur,
vitjaði
á
skúlum og aðrastaðni, og
upplýsti um rúsevni og
rúsevnismisnýtslu.
Beinta Joensen hevur ta
fatan, at tað nyttar einki at
peika fingrar eftir teimum
ungu. Tí fór hon undir verk
ætlanina »Valið er títt«, har
endamálið var at kunna tey
ungu um rúsevnini, heldur
enn at fortelja teimum hvat
tey mega og ikki.
Við sær hevði hon fyrr
verandi
stikknarkomanin,
Christian Werlo, ið greiddi
teimum ungu frá síni lívs
søgu, og er hon somikið
ótrúlig, at tey veruliga
lurtaðu og lótu upp fyri
nøkrum filtrum, ið annars
eru væl afturlatin.
Tað var undir hesi verkæt
lan, at Beinta Joensen fekk
eina hilling av, hvussu
støðan er millum ung í
Føroyum í dag, og má sigast
at støðan ikki er tespilig.
Hørð rúsevni
allastaðni
Tað vísti seg, at á øllum
skúlunum, har hon vitjaði,
kendu tey ungu til hørðu
rúsevnini. Sum partur av
verkætlanini »Valið er títt«
vóru summir lutir brúktir,
eitt nú eitt bókamerki, har
nøkur ung sita við eitt borð
og á borðinum liggja øll
sløg av rúsevnum, frá alko
hol til banar, tablettir og
sproytur.
Tað vísti seg so, at tey
ungu kennast við øll rús
evnini.
Tað vísir seg at vera alla
staðni. Í Suðuroy er TB
húsið eitt stað, har sterku
rúsevnini veruliga trívast. Í
Havn kennast tey eisini við
alt, og banar av heroin ella
kokain eru blivnir alt meira
vanligir í Havn, samstundis
sum tablettirnar, eitt nú
ecstasy, eisini eru blivnar
vanligar,
greiðir
Beinta
Joensen frá.
Allastaðni har hon vitjaði,
vísti tað seg á sama hátt.
Tað er í Klaksvík, í
Eysturoynni, í Suðuroy og í
Havn. Hini støðini náddu
vit ikki at vitja, men eg eri
vís í at rúsevnini eisini eru
har, sigur Beinta Joensen.
Á ferðini fekk hon ta fat
an, at hassj er blivið »ytt«
millum ung í dag, og at tey
fullkomiliga
hava
mist
respektina fyri hassji. Sam
stundis er tað at sniffa
heroin og kokain, umframt
at taka tablettir alt meira
Nógv hørð rúsevni mil
Byggja stóran ísbrótara
Tíggju lond í Evropa hava tikið seg saman í eina felags
ætlan at byggja heimsins størsta ísbrótara. Skipið, sum
fær navnið “Aurura Borealis”, verður 65.000 tons stórt og
sostatt tvær ferðir størri enn teir størstu russisku
ísbrótararnir, sum eru teir størstu í heiminum í dag.
Ísbrótarin skal byggjast á finsku skipasmiðjuni Wärtsilä
og skal eftir ætlanini fara í gerð í 2012 og á sín fyrsta túr
í 2014. Men fyrst skulu londini semjast um, hvussu tey
skulu fíggja verkætlanina, ið er mett at kosta 6,5 mia.
krónur.
Feminisman blómar
í islam
Í løtuni er islamska feminisman í vestur
heiminum meira livandi en vesturlendska
feminisman sjálv. Hetta fer at fáa stóra ávirkan
á islam og Miðeystur, sigur egyptiski
professarin á Harvard, Laila Ahmed. Laila
Ahmed hevur fyri stuttum skrivað bókina
"Kvinder og Køn i islam – historiske rødder til
en moderne debat”, sigur Javnstøðunevndin.