mánadagur 8. desember 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 236 - 8. desember 2008
vanligt, meðan sproyturnar
enn bara hoyra festivalunum
til.
- Men á festivalunum er
tað eisini nógv til av tí. Á G!-
festivalinum mátti løgreglan
fínkanna alt teltøkið fyri
sproytur,
áðrenn
fólkini
sluppu inn at rudda eftir
festivalgestunum, og tað var
ikki einki, teir funnu, leggur
Beinta Joensen dent á.
Fyribyrgja ikki
nóg væl
Tann myndin, Beinta Joen-
sen fekk av støðuni undir
átakinum, er ræðandi.
- Hetta er ræðandi, tí tað
eru børn í 8.-, 9.- og 10.
flokki. Tey eru børn í aldri-
num 13 til 17 ár, og tey eru
øgiliga tilvitaði um øll hesi
rúsevnini, vísir Beinta Joen-
sen á.
Samstundis sum tað vísir
seg at tey ungu verða alt
meira von við at umgangast
hørð rúsevni, hevur Fyri-
byrgingarráðið lagt seg
eftir
dellunum
og
á
sigarettirnar.
- Tað undrar meg at tey
ikki geva rúsevnunum gætur.
Tað hevur eydnast væl hjá
Fyribyrgingarráðnum
við
royking og feitti, men tað
átti at verið flutt fokus,
áðrenn hetta veruliga verður
ein stórur trupulleiki, tí tað
er ein trupulleiki, sigur
Beinta Joensen, sum heldur
tað vera sera spell, at Fyri-
byrgingarráðið er farið so
langt
burtur
frá
rús-
evnunum.
Mugu legalisera
prátið
Tað einasta, ið kann gerast,
er at kunna um rúsevnini.
So bersøgin er Beinta Joen-
sen.
- Fólk eru skeptisk tá tað
kemur til kjak um hørð rús-
evni, og halda at tað er
einki at tosa um, tí at her
eru eingi hørð rúsevni. Men
vit eru rættiliga naiv tá vit
halda
tað.
Debattirnar
heima eru tað effektivasta.
Vit mugu legalisera prátið
um rúsevni, tí forboðin
frukt smakkar altíð best, og
soleiðs hevur tað verið síð-
an tíðarinnar morgun. Vit
mugu kunna um hesi ting-
ini. Tað er púra skeivt at tú
ikki tosar við børnini um
tað, tí informatión um rús-
evnini kann forða teimum í
at royna tað, stendur tað
teimum í boði, greiðir Bein-
ta Joensen frá.
Einaferð kann
vera nokk
Vandarnir við rúsevnunum
eru rættiliga nógvir og
ræðandi.
- Tað eru nógvar latentar
sálarsjúkur,
sum
kunnu
bróta út av rúsevnunum.
Tær kunnu vera arvaligar,
og liggja og bíða eftir einari
orsøk til at bróta út, og tað
kann vera sjokk av millum
annað brádligum deyðsfalli.
Tað brýtur kanska ongantíð
út, men tað kann brádliga
bróta út at onkrum so
óskyldigum sum eitt lítið
sindur av stoffum, har tú
kanska hevur fingið for
nógv av onkrum, vísir Bein-
ta Joensen á.
- Bundinskapurin er so
ræðuliga nógv størri og
ógvusligari við rúsevnunum,
enn við alkoholi. Ikki tí at
bundinskapurin av alkoholi
er nakað lítið í sær sjálvum,
men tað setur kanska tingini
í størri samanhang, leggur
Beinta Joensen dent á.
Fakfólk serliga útsett
Tað er eftir øllum at døma
ikki bert ung, ið rúsa seg
við hørðum rúsevnum. Tað
vísir seg tó at tað eru ofta
børn at karrierufólkum,
sum enda úti í rúsevnamis-
nýtslu. Ofta verða tey útsett
fyri umsorganarsvik og lei-
ta sær tí aðrastaðni eftir
hjálp, tá trupulleikar stinga
seg upp.
- Tey ungu, sum koma
inn á Blákrossheimið, hava
ofta eina øgiliga bakgrund.
Umsorganarsvik og annað
eru sera vanlig hjá teimum.
Men rúsevnismisnýtslan er
eisini útbreidd millum fak-
fólk, har stress-faktorurin
er høgur. Tað er kent, at
serliga læknar, ið hava lætta
atgongd til rúsandi evni,
brúka tey til at halda seg
dubbaðan og til at arbeiða
yvir evni. Í Danmark hava
tey stórar trupulleikar av
hesum, nevnliga »morfinist-
um«, sum rúsaðu læknarnir
verða
kallaðir,
greiðir
Beinta Joensen frá.
Orsøkin til at læknar
ongantíð síggjast í hagtølun-
um er, at tað verður viðgjørt
innanhýsis, tá trupulleikin
er til staðar.
Beinta
Joensen,
sum
hevur arbeitt á Blákross-
heiminum, sigur tó at tað
eru fleiri og fleiri fakfólk,
ið noyðast til viðgerð fyri
rúsevnismisnýtslu.
- Næstan øll tey undir 35
ár, sum koma inn til við-
gerð, skulu viðgerast fyri
misnýtslu av rúsevnum, og
ofta eru tað blandingsmis-
brúkarar, ið eisini eru mest
vanligir í Føroyum, tí at tað
er ikki nóg nógv til á mark-
naðinum til at tú kanst
halda teg til eitt rúsevni.
Samstundis eru hesir eisini
teir ringastu at viðgera, sig-
ur Beinta Joensen.
lum ung
- Tey hørðu rúsevnini eru allastaðni, og tað eru børn í aldrinum frá 13 til 17 ár, sum eru
sera tilvitaði um hesi rúsevnini, sigur Beinta Joensen, fyribyrgingarráðgevi við serkøni innan
rúsevnismisnýtslu.
Moby the Pink Pilot er Føroya besti
nýggi bólkur
Argjabólkurin Moby The Pink Pilot vann tónleikakappinigina Fm08 leygarkvøldið í
Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Nummar tvey gjørdist Eysturoyarbólkurin Collapse og
á triðja plássi kom bólkurin 3st. Vinningurin til Moby The Pink Pilot er 5 dagar í studio
Oyravox við teknikara, umframt møguleikan at spæla á Summarfestivalinum, G!
festivalinum og á Føroya Festivalinum 2009. Tað eru teir tríggir Fróði Hansen, sang og
trummur, Niels Jákup í Jógvanstovu, bass, og Bartal Augustinussen á gittara, sum
manna Moby The Pink Pilot
Heroin, kokain og ecstasy eru
eftir øllum at døma alt meira
vanlig millum ung í dag