Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 236 - 8. desember 2008 tíðindi Havið er sum ein psykopatur. Tú ánar ikki, hvar tú hevur tað, og veist ongantíð, um tað fer at kína tær ella geva tær ein logandi frammaná. Sum søgusigari kanst tú ikki ynska tær betri tilfar, heldur danski rithøvundurin Carsten Jensen Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Ótrygga tilveran hjá sjófólki er sum skapt til at skriva skaldsøgur um. Bara havið í sær sjálvum er so ræðandi og forførandi, at rithøv­ undurin skal leita leingi eftir betri tilfari. Tað heldur rithøvundurin Carsten Jensen, sum var eitt av høvuðsnøvunum á Bók­ mentadøgunum um viku­ skiftið. Carsten Jensen gjørdist av álvara kendur sum rithøvundur, tá hann gav út skaldsøguna Vi, de drukn­ ede fyri tveimum árum síðani. Søgan tekur støði í heimbýnum hjá høvund­ anum, lítla sjófararabýnum Marstal á Ærø í 1800 talinum. Haðani fylgja vit fýra ættarliðum av sjó­ monnum, sum settu sítt lív í váða á heimshøvunum ofta við ræðuligum avleiðingum fyri tey, ið sótu eftir heima. Sjúklinga spennandi Vi de druknede er ein skald­ søga um ógvusligar kenslur ­ um deyða, kærleika, hatur og longsul við skiftandi hetjum og bartrogum. Og fyri høvundan var tað næstan eyðsæð, at sjólívið skuldi vera karmur um hesi lívsins náðileysu stríð. ­ Sjólivið hevur ein innbygdan spenning í sær, snøgt sagt tí tú ongantíð veist, um sjómaðurin kemur heimaftur. Og um hann kemur aftur, hevur havið so broytt hann og á hvønn hátt? Og hvussu ávirkar tað tey, sum hava bíða eftir honum, ella er tað yvirhøvur nakar, sum hevur saknað hann?, sigur Carsten Jensen og vísir á, at í fleiri mátar er hetta eisini tað, sum er drívmegin í krígsromanum. Serliga er tað hendan støðuga óvissan, sum aftur og aftur kroystir menniskju út á eggina kensluliga, sum hugtekur høvundan. ­ Havið er sum ein psykopatur ­ forførari og bøðil alt í einum. Tú ánar ikki, hvar tú hevur tað, og veist ongantíð, um tað fer at kína tær ella geva tær ein logandi frammaná, áðrenn tú veist av. Tí er tað eisini okkurt sjúkliga spennandi við at vera saman við psykopatum, heldur rithøvundurin. Ongin smáligheit Carsten Jensen dylur ikki yvir, at fyri hann er bókin eisini eitt slag av heim­ staðarsøgu um býin hann kemur frá. Og her rennir sterka kenslan av felags­ skapi, bæði millum sjó­ menninar og fólkið í býin­ um sum ein reyður tráður gjøgnum søguna. Framhaldið av bókini, skaldsøgan Sidste rejse, snýr seg hinvegin um ein, ið fegin vil, men ikki sleppur inn í felagsskapin. Sjálvur flutti Carsten Jensen sum ungur frá Marstal til stórbýin, har hann tók sína útbúgving sum bókmenta­ frøðingur. Ikki óvæntað hava fleiri tí gitt, at seinna bókin er søgan um høv­ undan sjálvan, sum sveik heimbýin og tískil bleiv hildin uttanfyri felags­ skapin. Carsten Jensen ristir við høvdinum. ­ Als ikki. Víst er Marstal lítil, men býurin er ikki smáligur uppá handan mátan. Tá Vi, de druknede kom út skipaðu tey fyri stórum hátíðarhaldi við fløggum í gøtunum og borg­ meistararøðum og øllum. Eg minnist, at eg mitt í øllum trunkanum av fólki hoyrdi ein journalist spyrja ein sjómann, um hetta ikki var at gera í so nógv burturúr einum rithøvunda. Tað var týðiligt, at journal­ isturin fiskaði eftir smálig­ heitini, men hann fekk hvørki tað svarið ella ta yvirskriftina, hann vildi hava frá sjómanninum. So nei, eg kenni meg avgjørt ikki útihýstan frá felags­ skapinum í Marstal. Tvørt­ urímóti, sigur Carsten Jensen og leggur afturat, at faktiskt bleiv skaldsøgan í ávsísan mun til sum eitt felags projekt millum seg og fólkið í býnum. ­ Eg brúkti eini fimm ár um at skriva bókina, og so hvørt, kapitlarnir blivu lidnir, plagdi eg at lesa teir upp í bygdahúsinum, so fólk kundu fylgja við. Einferð fekk eg tað hugskot, at biðja tey koma við egnum ískoytum til søguna. Fleiri tóku av tilboðnum alt fyri eitt, so eg fekk heilt nógv tilfar uppá tann mátan, sigur Carsten Jensen, sum eisini fekk stóra hjálp til bókina frá lokala sjófarara­ savninum. Sum enn eina heilsan til bókina skipar ferðamanna­ skrivstovan í Marstal nú fyri gongutúrum gjøgnum teir partarnar av býnum, sum eru karmur um søgu­ gongdina í Vi, de druknede. Havið er psykopatiskt Hóast lagt var upp til kreppufund á Bokmentadøgunum um støðuna hjá bók­ mentunum, heldur Carsten Jensen ikki, at nøkur orsøk er at stúra. Bókmentir Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Skjótu miðlarnir og floym­ urin av lættisoppabókum verða støðugt sæð sum ein álvarslig hóttan móti bók­ mentunum. Evnið var eisini uppi at venda á Bók­ mentadøgunum, men danski gestahøvundurin Carsten Jensen noktaði at fara við í kórið av grenji um kreppu­ raktu bókmentirnar. ­ Veruleikin er, at tað verða seldar fleiri bøkur enn nakrantíð. Gamaní er alt ikki líka gott, men fyri tað kann tað verða pláss fyri øllum. Eg elski til dømis Harry Potter bøk­ urnar,og havi lisið tær allar á tamb, kunngjørdi Carsten Jensen, sum svar uppá spurningin um ikki nettup Potter bøkurnar boðaðu frá eini óhepnari gongd. Heldur enn at síggja slíkar bøkur og skjótu miðlarnar sum eina hóttan, heldur hann hesi tilboðini verða tekin um eitt óvanliga ríkt og blómandi mentanar­ lív, har skaparahugurin stór­ trívist. Carsten Jensen stúrir heldur ikki fyri, at sjálv­ hátíðarliga akademiska bókmentaumhvørvið fer at hava eydnuna við sær í royndini at stinga góða smakin út í kortið. ­ Hatta er eitt umhvørvið, har rithøvundarnir lata sum um, teir skriva bøkur til fólk, har forleggjararnir lata sum um, teir selja tær, men lesararnir nokta jú fram­ vegis at lata sum um, teir keypa tær, minti Carsten Jensen á. Sjálvur hevur hann onki ímóti at verða umrøddur sum ein, sum "skítir á tann góða smakin". ­ Eg eri fullgreiður yvir, at nógvir av mínum lesar­ arum eru alt annað enn littererir ­ at mín bók kanska er tann einasta, tey hava lisið í fleiri ár. Tey lesa bókina, tí tey hava hug og eru annars fúkandi líkaglað um, hvør eg eri, ella hvat fyri slag av bókmentum, eg umboði, sigur Carsten Jensen og leggur afturat ­ Uttan mun til, hvussu hótt ella trongligt, bók­ mentaumhvørvið er, so eri eg sannførdur um, at góðu søgurnar altíð fara at megna at sláa ígjøgnum. Onki grenj um bókmentir ” Tær bestu skaldsøgurnar vórðu skrivaðar, áðrenn vit uppfunnu allar reglurnar fyri, hvussu skaldsøgur skulu skrivast Carsten Jensen, rithøvundur - Sum søgutilfar hevur sjólívið ein innbygdan spenning í sær, tí tú ongantíð veist við vissu, um sjómaðurin kemur heimaftur, sigur Carsten Jensen, rithøvundur