Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 236 - 8. desember 2008 ] Stórsigur til hond- bólts- útisetar Eyðun Højgaard gekk á odda, tá før­ oysku hondbólts­ harrarnir vunnu stórt í gjár, meðan kvinnurnar ikki spæla fyrr enn týsdagin Hondbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 29-17 gjørdist úrslitið av dystinum, ÍF Føroyar og HIK spældu í gjár. Júst tað, føroysku menn- inir høvdu brúk fyri, eft- ir skuffandi javnleikin farna vikuskifti. Frá fyrsta bríksli lýsti viljin úr monnunum, og við einari sera væl- leikandi verju gav tað eisini nógv skjótálop og mál. Eftir tíggju min- uttum var støðan heili 13-4 til ÍF Føroyar, men so settu teir ferðina niður og hálvleiksstøðan gjørdist 17-8. Seinni hálvleikur byrj- aði eisini róliga, og hetta gav HIK bæði tíð og pláss, so munurin mink- aði niður í 19-13. Tætt- ari enn tað sama gjørdist tað ongantíð, tí ÍF Føroy- ar setti ferðina upp aftur, og við stórleikandi vong- unum, Eyðun Højgaard og Helga Justinussen, staðfestu føroyingarnir stórsigurin. Málskjúttarnir vóru Eyðun Højgaard 10, Helgi Justinusen 7, Hjalti Jacobsen 4, Leif Mikkelsen 2, Hanus Johansen 2, Rani Slætta- nes 2, Leif Hákun Jac- obsen 1 og Petur Óli Samuelsen 1. ÍF Føroyar liggur nú fremst við 13 stigum, meðan Team Nørrebro hevur tíggju stig og hev- ur spælt tveir dystir færri. Kvinnurnar hava frí- vikuskifti, men spæla útsettan dyst týskvøldi ímóti CBS Håndbold. Hoffenheim mátti lúta Toppdysturin í týskum fótbólti um vikuskiftið endaði við sigri til stóra felagið. Uppflytararnir Hoffenheim hava tikið øll á bóli í ár, og liðið lá á odda fyri toppdystin ímóti stórfelagnum Bayern. Hoffenheim legði seg á odda, men Bayern javnaði. Og í yvirtíðini av dystinum skoraði Luca Toni sigursmálið fyri Bayern, sum nú liggur undir liðini á Hoffenheim við 34 stigum. Aston Villa fríggjar til Henke Henrik Larsson er eftir øllum at døma á veg til enskan fótbólt. 37 ára gamli framherjin var annars farin heim til Helsingborg at spæla, men hann hevur hug at royna seg uttanlands aftur. Everton hevur sýnt áhuga fyri Henke, men nú skal Aston Villa var besta boðið. Venjari í Aston Villa er Martin O’Neill, sum áður hevur verið venjari hjá Henke í Celtic. Kyndi fekk ikki eitt bein til jørðina, tá tær vitjaðu í Vági Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Meðan Stjørnan ikki spælir fyrr enn í annaðkvøld, brúkti VB dagin í gjár til at økja munin til Klaksvíkar- kvinnurnar upp í trý stig. Kyndil var stigaleyst und- an dystinum í gjár, og satt at siga var ongan tíð nakað serliga sannlíkt, at tær skuldu fáa fyrsta stigið í gjár. VB setti seg frá byrjan á dystin, og hóast Kyndil fylgdi so hampuliga væl við fyrsta góða korterið ella so, so stóð greitt, at yvirvaldið var dekan av stórt hjá teim- um grønu. Seinastu løtuna undan steðginum tók VB eisini veru- liga dik á seg, og eftir steðgin var eingin bøn. VB vann seinna hálvleik ikki minni enn 13-4, og tað boðar frá tí muninum, sum eigur at vera millum topp og botn í deild- ini. Soleiðis heldur VB fram- vegis rimmarfast um odda- sessin, tó at munurin væl kann minka niður í eitt stig longu í annaðkvøld. Kyndil hevur hinvegin framvegis einki stig, og hjá teimum ræður um at sláa til, tá tær um viku vi ja á Skála. VB-Kyndil 29-13 (16-9): Oddaliðið gjørdi bart VB-Kyndil 29-13 (16-9) 10 min: 6-3 20 min: 9-7 40 min: 20-10 50 min: 27-12 Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 7, Daiva Toumaite 6, Laila Jespersen 3, Aukse Vysniaskaite 2(2), Una Egilsdóttir 2, Sára Samuelsen 2, Svava Vestergaard 1, Bára Mortensen 1 Kyndil: Ása Christiansen 4, Barbara Egilstrøð 3, Ronja Mikkelsen 2(2), Helena á Krákusteini 1, Beinta Laursen 1, Halla Midjord 1, Linda Johannesen 1 Brotskøst: VB 4, Kyndil 3 Útvísingar: VB 1, Kyndil 2 Blagoje Buha & Zeljko Jotic FAKTA um dystin Fyri steðgin kravdi tað framúr málmans­ spæl, men tá H71 eftir steðgin setti ferðina í topp, fingu strandingar ikki gjørt tað heilt stóra Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo H71 mest sum krøkti StÍF av oddastríðnum, tá liðini gjár dystaðust í Hoyvíkar- høllini. Strandingar hava annars hingið væl í oddaliðunum fyrsta fjórðingin av kapp- ingarárinum, hóast liðið hevur verið fleiri lyklaspæl- arar fyriuttan. Ikki minst báðar Justinusse-beiggjar- nar, og hetta var als ikki broytt sunnudagin. Levi var framúr Fyri steðgin gjørdi hetta tó ikki tann heilt stóra munin. Í álopspartinum megnaði liðið fyri tað mesta at bíða eftir møguleikanum, og eis- ini í verjupartinum gekk so heilt hampuliga væl. Tað var tó ein spælari á H71-liðnum, sum støðugt helt seg oman fyri stranding- ar. Leiv Nybo hevur støðugt ment seg til ein tann fremsta málverjan í landinum, og hóst Marian Cirloganescu hjá StÍF hevði sína vanliga stóru nøgd av bjargingum, so var hetta lítið móti teimum, sum Levi støðugt framdi í Hoyvíkarmálinum. Tí hildu hoyvíkingarnir seg eisini støðugt framman- fyri, og tá Janus Sørensen so veruliga tendraði kanónina seinna partin av fyrra hálv- leiki, fekk heimaliðið alt betri hug at renna avstað. Seks á rað Og hóttanin gjørdist eisini veruleiki, tá seinni hálvleik- ur byrjaði. H71 skoraði nevnliga fyrstu seks málini eftir steðgin, og so var tað ikki longur ein spurningur um, hvønn vegin sigurin skuldi fara. Eitt skifti stóð somikið nógv sum 22-12 á talvuni, og tað bendi veruliga á sorl. Og hóast StÍF slapp at pynta um úrslitið, so kom sigurin hjá heimaliðnum slettis ikki í vanda. Sigurin ber við sær, at H71 framveigs er ájavnt Neistanum í dystinum um annað plássi á stigatalvuni, so tað er veruliga lagt upp til grannabrak, tá Neistin vitjar í Hoyvík um eina viku. StÍF er nú hinvegin trý stig aftan fyri tey bæði liðini, so ráðini eru ikki til at missa so øgiliga nógv afturat, um teir framvegis vilja spæla við í oddinum. H71-StÍF 25-19 (12-10): Hoyvíkingar hanga í Borgar Danielsen hevur her gott tak á Danni Syhler, men í longdini megnaði StÍF ikki at fylgja við H71 Mynd: Álvur Haraldsen H71-StÍF 25-19 (12-10) 10 min: 4-3 20 min: 11-8 40 min: 18-12 50 min: 22-15 Málskjúttar H71: Janus Sørensen 7(1), Dánjal Tórgarð 6(2), Halgir Dahl Olesen 4(1), Regin Joensen 3, Gunnar Bláberg 2, Johnny Durhuus 1, Esbern Patursson 1, Niels Viggo Niclassen StÍF: Jørmund Joensen 4, Kári Horn 3, Alexandur Johansen 3, Mortan Hansen 3, Rúni Johansen 3, Borg- ar Danielsen 1, Arnhold Berg 1, Bárður B. Danielsen 1 Brotskøst: H71 5 Útvísingar: H71 2, StÍF 5 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA um dystin