mánadagur 8. desember 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 236 - 8. desember 2008 ]
Neistin og Tjaldur
deildu stigini sína
millum, tá tey hittust
í høllini á Hálsi um
vikuskiftið. Úrslitið
hevði við sær, at hvørki
av teimum otaðu seg
nærri oddanum
Hondbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Undan hvørjum kappingarári
eru
gitingarnar
nógvar,
hvussu leikur fer komandi
mánaðirnar.
Soleiðis
var
eisini í ár. Tey flestu vóru á
einum máli um, at Stjørnan
fór at verða í oddanum, har
VB, Neistin og kanska
Tjaldri skuldu kappast við
klaksvíkskvinnur. Og tað sær
út til at passa rættiliga væl.
Neistin og Tjaldri eru
trýst í løtuni. Tær hava
meira ella minni mist sam
bandið við oddan, og stig
skulu fáast til høldar sum
skjótast. Tað vistu bæði
liðini undan dystinum leyg
ardagin. Og tær samdust
um, at hvørgin skuldu
sleppa úr støðuni. Dysturin
endaði við javnleiki, og tað
broytti lítið á stigatalvuni.
Tjaldri byrjaði væl
Tað vóru gestirnir úr Runa
vík sum løgdu bragdligari
fyri. Serliga høvdu tær úr
Neistanum trupult at verja
fyri
stórspælandi Adina
Petra. Hon stóð fyri fimm
av teimum fyrstu 10 málun
um hjá Tjaldrinum, har hon
eisini átti fleiri málgevandi
avleveringar.
Hon
var
toppskjútti við 12 málum.
Gestirnir høvdu leiðsluna
í stórum løtum av fyrra
hálvleiki.
Neistin
kom
ongantíð av álvara ígongd,
har Annika Ljósstein við
nøkrum málum syrgdi fyri,
at leiðslan ikki gjørdist ov
stór.
Støðan í hálvleikinum
var 1715 til Tjaldri.
Neistin burdi vunnið
Liðini fylgdust eisini í
seinna hálvleiki. Tað var
ein góð løta, har lítið riggaði
hjá Tjaldrinum. Tær gjørdu
fleiri mistøk í álopspartinum,
men tað dugdu neistakvinnur
illa at gagnnýta. Hóast tær
fleiri ferðir vóru fríar móti
málverjanum, so vunnu tær
ikki
leiðsluna,
sum
runavíkskvinnur høvdu. Tá
seinna umfari var hálvliðið
var Tjaldri á odda 2219.
Eingin
megnaði
at
avgerða dystin, sum endaði
við javnleiki 2727. Eitt
úrslit, sum hvørki hóvaði
Neistanum ella Tjaldrinum.
Nú verður trupult
Tað er alsamt meira sum
bendir á, at stríðið um gull
krónurnar fer at standa mill
um VB
og
Stjørnuna.
Neistin og Tjaldri eru í
løtuni ávikavist fimm og
fýra stig eftir oddaliðið úr
Vági, og komandi viku
skiftið
skulu
fýra
tey
fremstu liðini hittast. Tjald
ur spælur í Klaksvík móti
Stjørnuni, meðan Neistin
skal til Vágs. Tað verður
eitt sera týdningarmikið
vikuskiftið fyri bæði liðini,
har teirra leiklutur í odda
num í føroyskum kvinnu
hondbólti skal avgerast.
Vestmenningar
halda enn ferðini í
somu øði. Í klassik
aranum var ivin
ongan tíð tann stóri
sunnudagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Spenningurin
um
stóra
klassikaran hevur mangan
verið størri í Vestmanna, enn
hann var tað sunnudagin.
VÍF hevur í ár hildið til
har, sum teir helst vilja
vera, meðan tað hjá Kyndli
hevur sæð heilt øðrvísi út.
Tí var VÍF stórfavorittur
undan dystinum, og fyri
steðgin settu teir eisini tað
mesta upp á pláss. Seinna
partin av fyrra hálvleiki
vundu teir á heimaliðnum
veruliga burtur úr mótstøð
uni, og hóast Kyndil royndi at
reisast eftir steðgin, so skaptu
teir ongan tíð av álvara
spenning í aftur dystin.
Við
sigrinum
halda
vestmenningar fast í góðu
gongdini, og enn eru teir
tvey stig framman fyri bæði
H71 og Neistan. Kyndil er
hinvegin
framvegis
við
botni við einum stigi.
Neistin-Tjaldur 27-27 (15-17):
Renna aftaná oddanum
Tjaldur helt heilt leingi munin móti Neistanum, men kortini
munnu tær ikki vera heilt ónøgdar um javnleikin, sum tær
fingu við sær
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-Kyndil 31-25 (16-9):
VÍF vikast ikki
VÍF-Kyndil 31-25 (16-9)
10 min: 4-1
20 min: 11-5
40 min: 21-13
50 min: 23-20
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 9(2), Niels Andreasen 9, Áki G. Olsen 5, Sámal Joensen 3, John Zachari-
assen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Dávur Magnussen 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 7(2), Bárður Johannesen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 6(1),
Høgni Klein 3, Tummas Pauli Hanusarson 2, Andreas Sólsker 1, Rói Lamhauge 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 8, Kyndil 3
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
FAKTA
Neistin – Tjaldur 27-27 (15-17)
10 min: 7-6
20 min: 8-14
40 min: 18-20
50 min: 23-23
Neistin: Annika Ljósstein 7 (3), Stine Mikkelsen 4, Nico R.
Hansen 4, Trine Mayland 3, Anja Heinadóttir 3, Unn Krag-
esten 2, Heidi Maria Akselsen 2, Rakul Augustinusen 2
Tjaldur: Adina Petrea 12 (3), Jacoba Langgaard 5, Patru
Marinela 3, Heidi Sevdal 3, Jóhanna í Króki 2, Elinbjørg
Hammer 1, Annika Thomsen 1,
Útvísingar: Neistin 3 – Tjaldur 4
Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen
FAKTA
StÍF-Stjørnan týsdagin
Eftir skipanini skuldi dysturin millum StÍF og
Stjørnuna í Sunsetkappingini spælast sunnudagin.
Leygardagin sendi Hondbóltssambandið tó fráboðan
um, at dysturin varð útsettur. Ístaðin verður spælt
týskvøldið, og tá hevur Stjørnan so møguleika at
minka um munin upp til VB.
Ronaldo ongan veg
Cristiano Ronaldo var støðugt partur av yvirskriftum kring alt
Europa í summar, men nú sigur hann, at hann als ikki ætlar sær úr
Manchester United. – Eg havi nú spælt her í fimm ár, og eg kenni
meg heima í felagnum. Eg havi vunnið nógv við felagnum, og eg
eri fegin um at vera her, segði Ronaldo, eftir at hann um vikuskiftið
fekk handað gylta bóltin frá France Football. Verandi sáttmálin hjá
Ronaldo við Manchester United gongur fram til 2012, men tað
hevur ljóðað, at spælarin longu nú ynskir sær eina lønarhækkan.