Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 236 - 8. desember 2008 ] Ferguson væntar nógv av Agger Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, roknar við, at danski verjuspælarin Daniel Agger hevur ein stóra yrkisleið fyri framman. - Hann er ein góður spælari, og sum vinstrabeintur verjuspælari verður altíð áhugi fyri honum. Hann hevur verið darvaður av skaðum, men eg rokni við, at hann hevur ein stóra yrkisleið fyri framman í enskum fótbólti, sigur Alex Ferguson við Ekstrablaðið. Barca í serflokki Tað var næstan skelkandi at síggja munin millum Barcelona og Valenica í dystinum teirra millum um vikuskiftið. Barca er fremst í sponsku kappingini, og Valencia var nummar 3. Men sera stórur munur var millum liðini. Barcelona sat á tí mesta og vann dystin 4-0. Franski framherjin Thierry Henry skoraði trý av málunum hjá krútsterka oddaliðnum. Annika Vang var í løtum í heimsflokki og vann uttan stór­ vegis hóvasták fyrstu face to face kappingina hjá recurvunum. Hjá compuondunum vann Kaj Johannesen. Í báðum førum var talan um fyrsta sigurin í ár bogaskjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í fyrstu face to face kapp- ingini í Føroyum í fleiri ár, vísti tað seg, at tað skuldu vera tvey ung, ið fóru allan vegin. Face to face er ein variantur av bogaskjóting, ið vindur alsamt meira uppá seg kring knøttin. Helst tí tað alla tíðina er talan um dystir, har ein pílur avgerð alt, og hetta verður mett sum mest spennandi part- urin av bogaskjóting. 12 píl- ar, ein kappingarneyti, ein vinnari og ein tapari. Fyrri parturin er tó ikki so avgerandi. Talan er um eitt slag av bólkaspæli, har allir skjúttarnir skjóta ímóti teimum tey eru í bólki sam- an við. Har verða síðani stig givin. Tvey fyri vunnan dyst, eitt fyri javnleik og onki fyri taptan dyst. Van- liga eru tveir bólkar. Úr hesum bólkum fara at enda nummar eitt og tvey víðari til hálvfinalurnar, har nummar eitt í einum bólki skjýtur ímóti nummar tvey í hinum bólkinum. Recurve Annika Vang, dóttir Schan- dorff og Sigrid Vang, legði seg tíðliga klárt á odda í sínum bólki. Hon vann allar dystirnar og kom tí víðari sum fremsti skjútti. Á veg- num skeyt hon tvey nýggj føroysk met, so illa kann sigast annað enn, at babyVang, ið var millum ringastu skjúttarnar seinasta vikuskiftið hevur tikið seg saman, og nú veruliga vísir evnini hon altíð hevur havt. Hin, ið kom víðari í fyrra bólkinum var Jógvan Magnus Andreasen. Í hálvfinaluni skeyt Jógv- an Magnus Andreasen ímóti Torfinni Hansen. Torfinn Hansen vísti seg sum ein stórur biti at slíka hjá Jógvan Magnusi Andreasen, tí Torfinn Hansen vann dystin, hóast hann var sera javnur, og umskjóting tvær ferðir var á skránni. Í hinari hálvfinaluni skutu Annika Vang og Absa- lon Hansen, ið aftur var at síggja í skjótihøllini, eftir ein longri steðg frá skjót- ingini. Annika Vang gjørdi skjótt av við Absalon, og vann dystin 3-0. Hetta er størsti sigur, ið til ber, í hálvfinalunum í face to face, har tann besti út av fimm vinnur dystin. Um triðja plássið skutu Absalon Hansen og Jógvan Magnus Andreasen. Absa- lon Hansen vann dystin 4- 3. Í finalunum skjýtur mann best út av sjey dystum. Tað var líkt til, at tað sum ávirkaði Absalon Hansen í hálvfinaluni nú var burtur, tí hann megnaði at skjóta frá 25-28 stig – út av 30 – í hvørjum umgangi, í mun til 20-25, ið hann skeyt í hálvfinaluni. Í finaluni skutu Torfinn Hansen og Annika Vang. Annika Vang megnaði við skjóting, ið ikki heilt rakk til støði hennara fyrr á deg- num, at vinna kappingina. Hon vann finaluna 4-2, og hóast sigurin sá út til at vera í vanda eina lítla løtu, var ongantíð veruligur ivi um, at Annika Vang hevði uppi- borið at vinna kappingina, við hennara javntgóðu skjót- ing og tveimum føroyskum metum fyri kvinnur, hevði uppiborið at vinna fyrstu kappingina í longri tíð. Compound Ungu skjúttarnir í com- poundbólkinum síggja bara út til at gerast sterkari og sterkari. Eldru skjúttarnir kláraðu seg ikki illa, men tá tað til stykkis kom, vóru tveir ungir mans á fyrsta og øðrum plássið. Sigrid Vang vildi heldur ikki, at dóttirin skuldi gerast tann einasta við føroyskum metið, so mamman syrgdi fyri at skjóta eitt sjálv eisini. 114 stig av 120 møgu- ligum fyri 12 pílar. Hetta er samstundis eitt stig minni enn, hvat Annika fekk í recurvebólkinum, so mann kann gita sær til, hvat tær tosa um. Ungu skjúttarnir vístu frá byrjan ein góðan innstilling til kappingina, og megnaðu rímiliga ofta at vinna ímóti eldru kappingarneytunum. Tá komi var í hálvfinal- una, vóru tveir ungir skjútt- ar eftir og so tey bæði, Sigrid og Schandorff Vang. hálvfinalurnar vóru báðar rímiliga spennandi, har Kaj Johannesen gjørdist næsti skjútti í ár at vinna ímóti venjaranum, Schandorffi Vang. Úrslitið gjørdist 3-2 til Kaj Johannesen, sum kom í sína fyrstu finalu nakrantíð fyri vaksin. Í hinari hálvfinaluni skutu Sigrid Vang og Magn- us Andreassen. Magnus Andreassen vann 3-1, og kom sostatt, júst sum Kaj Johannesen, í sína fyrstu finalu. Um triðja plássið skutu Schandorff Vang og Sigrid Vang. Maðurin vann 4-0, men talan var ikki um nakr- an ójavnan dyst, tí í fýra umgangum mátti umskjót- ing til. Í finaluni skutu Kaj Jo- hannesen og Magnus Andreassen. Illa kundi hon verið meiri jøvn, og ein tað var í veruleikanum bert ein pílur, ið avgjørdi dystin. Hesin pílur var til fyrimuns hjá Kaj Johannesen, ið tískil vann sína fyrstu kapp- ing. Sum heild kann mann siga, at tað var ein kapping, sum var jøvn og spennandi, hóast fasilitetirnir í skjóti- høllini í Havn ikki eru so góðir til face to face skjót- ing. Áhugavert var, at skjútt- ar við talentið, men sum ikki hava skotið so væl í ár sluppu framat, og veruliga vístu mentala styrki. Mentalt sterkir ungdómar Annika Vang – í miðjuni – hevur veruliga tikið seg saman og skeyt í løtum í heimsflokki. Nummar tvey og trý gjørdust Torfinn Hansen og Absalon Hansen (t.v.) Kaj Johannesen – í miðjuni – vann sína fyrstu kapping. Magnus Andreassen hevur heldur ikki klárað seg nakað serligt í ár, men fekk eitt sannførandi annað pláss. Á triðja plássinum var Schandorff Vang, (t.v.) ið helst er ímyndin av føroyskari bogaskjóting