Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 236 - 8. desember 2008 ] Scolari krevur álopsspælara Hóast boðini hava verið, at Chelsea ikki ætlar sær at brúka pengar, tá flytingarvindeygað letur upp í januar, so hevur venjarin sína hugsan um hetta. Luiz Felipe Scolari krevur, at Chelsea keypir ein álopsspælarar afturat sum skjótast. - Eg havi brúk fyri einum álopsspælara. Um vit fáa fleiri skaðar afturat, so kann skjótt brúk verða fyri einum álopsspælara, sigur Scolari. Hildið verður, at fíggjarkreppan fer at avmarka møguleikarnar hjá Chelsea at keypa nýggjar spælarar júst nú. Pól Johannus í B68 Pól Johannes Justinussen, sum í ár skifti úr NSÍ til B68 at spæla, heldur fram á Toftum næsta ár. Heimasíðan hjá B68 skrivar, at tað hevur gingið nakað av tíð at fáa alt uppá pláss, tí Pól Jóhannus hevði sáttmála við NSÍ eisini næsta ár og var leigaður til B68. Nú eru partarnir so komnir ásamt at skriva ein sáttmála fyri komandi ár, og Pól Jóhannus er samstundis loystur frá tí sáttmálanum. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Sum væntað fekk Neistin bæði stigini, tá kollfirðingar vitj­ aðu í høllini á Hálsi leygardagin. Tað var ikki fyrr enn seinasta løtuna, at sigurin varð staðfestur Hondbóltur Uni Holm Johannesenuni@ sosialurin.fo Tað var einki óvæntað í, at Neistin fekk bæði stigini leygardagin. KÍF hevur, eins og í fjør, havt tað trup- ult í hesum kappingarári- num. Stigatalvan gav greið- ar ábendingar um, hvar sig- urin skuldi fara – og Neistin fekk eisini fult. Høllin var ikki meira enn hálvfull, tá bláu havnar- menninir seinnapartin leyg- ardagin staðfestu sína støðu í oddanum. Stóru nøvnini hjá Neistanum høvdu leingi trupulleikar av kollfirðing- unum, sum stríddust mann- liga. Men í seinastu løtu staðfesti breiddin hjá heima- liðnum rættvísa sigurin. Misnýttu Varð hugt at dómaraseðli- num undan dystinum, so skuldi verið vist, at sigurin til Neistan fór at verða tryggur. Finnur Hansson, Áki Mørk, Ingi Olsen, Tróndur Kragesteen og Carl Herup Olsen eru allir før- oyskir landsliðsleikarar, meðan danski David Ed- vardsen og serbiski Jugoslav Djumic longu hava staðfest seg sum ein av føroya bestu á sínum plássum. Men tað løgdu kollfirðingar líka í. Liðini fylgdust allan vegin, og tá bríkslað var til hvílidna var KÍF á odda við einum máli – 16-15. Heimaliðið hevði torført í fyrra umfarinum at gera sær dælt av uppløgdum støðum. Fleiri møguleikar vóru misnýttir, og tað gagn- nýttu gestirnir við skjót- álopum. Hóast bæði málverjarnir – Óla Kristian Djurhuus úr KÍF og Magnus Matras úr Neistanum – stóðu væl, so var verjuspælið ikki serliga sannførandi. 31 mál eftir hálvum tíma siga alt. Breiddin sigraði Leikgongdin var him sama eftir hvíldina. Neistin legði bragdliga fyri, og vann sær skjótt eina leiðslu á tvey mál, sum teir varðveittu leingi. Tað tóktist sum, at tá heimaliðið setti ferð á bólt- in, høvdu kollfirðingarnir trupult at fylgja við. Serliga var vongurin í høgru, Carl Herup Olsen, stórspælandi í seinna hálvleiki. Saman við Áka Mørk tók hann av álvara ábyrgd, og við sínum 10 málum var hann besti málskjútti hjá Neistanum. Hann var ósvikaliga trygg- ur, tá hann slapp leysur móti Óla Kristiani Djur- huus. Seinastu løtuna dróg heimaliðið av álvara frá gestunum. Tað skyldaðist mest, at orkan hjá kollfirð- ingum gekk undan, meðan Neistin allatíðina hevði gott fólk at seta inn. Fyrstu 50 minuttirnar var munurin annars ikki stórur, men so loysnaði. Tá avtornaði vann heimaliðið við fýra málum, 33-29. Hóast liðini eru í hvør sín- um enda á stigatalvuni, so sást tað ikki aftur. Styrkin hjá Neistanum liggur heilt vist í breiddini, hóast teir – sæð eftir nøvnunum – eiga at avgerða dystirnar áðrenn. Men stigini eru tey mest týdningarmiklu, og fram- vegis er høvuðsstaðarfelagið við í oddanum. Og tað skulu teir eiga rós fyri. KÍF liggur í tungum sjógvi. Aftur í ár eru teir í botnstríðnum, og tað er einki sum bendir á, at tað verður øðrvísi. Men nógv ungt og dugnaligt fólk er í felagnum, sum borgar fyri góðari framtíð. Neistin-KÍF 33-29 (15-16): Neistin greiddi sína skyldu Neistin-KÍF 33-29 (15-16) 10 min: 4-5 20 min: 8-8 40 min: 22-20 50 min: 27-25 Málskjúttar Neistin: Karl Herup Olsen 10, Áki Mørk 7(2), Jugoslav Djumic 5, Tróndur Kragesteen 5, Finnur Hansson 2, Blagoje Buha 1 KÍF: Damir Oros 6(1), Arnbjørn T. Hansen 6, Rógvi Weihe 4, Jákup Trygvason 3, Tony Weihe 2, Andrieas Nielsen 1, Regin Petersen 1 Brotskøst: Neistin 3, KÍF 1 Útvísingar: Neistin 3, KÍF 2 Diskvalifikatión: Neistn 1 (beinleiðis reytt) FAKTA um dystin Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 8 7 - 0 - 1 224 173 51 14 2 Stjørnan 7 5 - 1 - 1 188 143 45 11 3 Tjaldur 8 4 - 2 - 2 211 183 28 10 4 Neistin 8 3 - 3 - 2 204 185 19 9 5 StÍF 7 1 - 0 - 6 159 213 -54 2 6 Kyndil 8 0 - 0 - 8 137 226 -89 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 6 - 0 - 1 192 171 21 12 2 H71 7 5 - 0 - 2 184 159 25 10 3 Neistin 7 5 - 0 - 2 215 200 15 10 4 StÍF 7 3 - 1 - 3 165 166 -1 7 5 KÍF 7 1 - 0 - 6 165 191 -26 2 6 Kyndil 7 0 - 1 - 6 164 198 -34 1 Leingi fylgdu kollfirðingar væl við, men Tróndur Kragesteen og liðfelagarnir í Neistanum megnaðu tó at greiða sína skyldu leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen