mánadagur 8. desember 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 236 - 8. desember 2008 ]
Brad Friedel setir
met hvønn dyst hann
spælir. 168 dystir
hevur hann spælt á
rað, og um vikuskiftið
var mótstøðuliðið
Everton, ið Aston
Villa eisini basti.
Hini fýra liðini
frammanfyri vunnu
eisini sínar dystir
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
168 dystir á rað. Tað hevur
eingin annar leikari í Prem
ier League megnað áður, og
tað ganga uttan iva nøkur
ár, áðrenn metið verður tik
ið av onkrum øðrum. Mað
urin, ið hevur sett hetta met,
eitur Bradley Howard Frie
del og er 37 ára gamal.
Brad Friedel umboðar í
løtuni Aston Villa, men av
teimum
168
dystunum,
amerikanski málverjin hev
ur spælt á rað, eru einans
16 fyri Aston Villa. Restina
av dystunum hevur hann
spælt fyri Blackburn, har
hann var í átta ár, áðrenn
hann valdi at skifta felag til
Aston Villa.
Amerikanarin
er
ikki
bara royndur, men eisini ein
nógv virdur málverji, sum
hevur verið víða um á
yrkisleið síni. Tað byrjaði á
University of Calfornia í
Los Angeles, har Friedel
gjørdi vart við seg sum ein
dugnaligur og støðugur mál
verji. Seinni varð hann
knýttur
at
amerikanska
landsliðnum burturav, sum
fyrireikaði seg til heims
meistarakappingina í fót
bólti í 1994.
Eftir hesa kapping gjørdi
Friedel sáttmála við New
castle, men orsaka av vant
andi
arbeiðsloyvi
varð
Friedel
leigaður
út
til
danska felagið Brøndby,
har Friedel fyri tað mesta
virkaði sum eykamálverji
fyri Mogens Krogh.
Síðani gekk leiðin til
turkiskan fótbólt, har Fried
el spældi eitt kappingarár
við stórfelagnum Galat
asaray, áðrenn hann flutti
aftur til USA og gjørdi sátt
mála við Columbus Crew.
Í 1997 fekk Liverpool
eyguni upp fyri evnunum
hjá Friedel, sum tá var mið
skeiðis í tjúgunum. Hann
kom um jóltíðir, og í februar
í 1998 fekk hann sína debut.
Mótstøðuliðið var hansara
núverandi felag Aston Villa.
Hóast smá trý ár í Liverpool
eydnaðist tað ongantíð Frie
del at býta seg fastan á lið
ið, og í 2000 var leikaraloyvi
hansara flutt til Blackburn,
sum tá var undir leiðslu av
Graeme Souness, ið eisini
var manager hjá Galatasaray,
tá Friedel var har.
Í Blackburn kom Friedel
veruliga til sín rætt, og har
var hann millum annað
valdur ársins leikari, skoraði
eitt mál og vann Carling
Cup í 2002.
Í summar valdi Friedel at
gera sáttmála við Aston
Villa, og soleiðis sum tað
gongur hjá Birmingham
felagnum, so iðrar hann seg
neyvan um hetta.
Sunnudagin bastu teir
Everton 23 á útivølli. Ash
ley Young gjørdi tvey mál
fyri Aston Villa og Steve
Sidwell eitt, meðan Juleon
Lescott gjørdi tey bæði mál
ini fyri Everton, ið einans
hevur vunnið ein heimasigur
í ár.
Seks tey fremstu
vunnu
Aston Villa varðveitti við
sínum sigri sítt fimta pláss.
Hull beint aftanfyri Aston
Villa vann ársins sjeynda
sigur, tá teir við einum sjálv
máli og einum brotssparki
frá King bastu Middles
brough 21. Málið hjá
Middlesbrough gjørdi turk
in Tuncay.
Longur frammi á stiga
talvuni vann Arsenal á Wig
an. Málið gjørdi Adebayor,
tá stívliga eitt korter var
spælt. Hetta var 100. ferðin,
at hann byrjaði inni fyri
Arsenal, og var tað eisini
ein hóskiligur máti at hátíð
arhalda hetta lítla jube
leumið við.
Eitt pláss longur frammi
ligur Manchester United.
Teir gjørdu eins og Arsenal,
og vunnu ikki meiri enn
hægst neyðugt. Verjuleikarin
Vidic skoraði, tá klokkan
hevði rundað teir 90 minutt
irnar, so tað var í tøkum
tíma, at United tryggjaði
sær tey trý týdningarmiklu
stigini, og harvið fylgja
Chelsea og Liverpool.
Tað var kortini hvørki
óuppiborið ella óvæntað, at
Manchester United vann.
Teir stýrdu dystinum frá
byrjan til enda, og haraftrat
hevur tað ongantíð eydnast
Sunderland at sigra á Old
Trafford.
Liverpool, sum ikki hevur
verið serliga sannførandi
teir síðstu dystirnar, gjørdi
júst tað, eitt oddalið skal
gera, um teir ynskja at varð
veita oddasessin. Á útivølli
bastu teir Blackburn 13.
Málini
syrgdu
Alonso,
Benayoun og Gerrard fyri.
Málið
hjá
ísraelanum
Benayoun
var
hansara
fyrsta í átta mánaðir. Santa
Cruz skoraði fyri Black
burn.
Chelsea setti
útivallarmet
Við
sigrinum
varðveitir
Liverpool oddasessin, men
Chelsea andar teir tungt í
nakkan. Teir vunnu nevni
liga 20 á Bolton við málum
frá Anelka og Deco. Sigurin
hjá Chelsea var tann 11. úti
vallarsigurin á rað, og har
við hevur Chelsea tikið 48
ára gamla metið frá Totten
ham.
Men við sigrinum hjá
Chelsea er spenningurin í
toppinum
av
Premier
League varðveittur. Tað er
hann eisini í botninum, har
West Bromwich, sum tað
einasta av liðunum undir
niðurflytingarmarkinum,
fekk stig.
Úrslitini um vikuskiftið
Everton - Aston Villa 2-3
West Bromwich - Portsmouth 1-1
Manchester United - Sunderland 1-0
Arsenal - Wigan 1-0
Newcastle - Stoke 2-2
Blackburn - Liverpool 1-3
Bolton - Chelsea 0-2
Hull - Middlesbrough 2-1
Fulham - Manchester City 1-1
Liverpool - West Ham 0-0
Celtic missir av leiðsluni
Tað gongur einki hjá skotska felagnum Celtic í løtuni. Herfyri
tapti felagið ímóti AaB í Champions League, og um vikuskiftið
tapti Celtic ímóti Hibernian í skotsku landskappingini. Celtic
spældi ímóti Hibernian, sum vann 20. Rangers vann sín dyst
heili 71, og nú er leiðslan hjá Celtic í toppinum minka niður í
fýra stig. Rangers er næstfremst.
Ribery vónsvikin
Í farnu viku var Cristiano Ronaldo valdur til besta spælara í Europa
farna árið. Franski Franck Ribery endaði á 16. plássi í
atkvøðugreiðsluni, og tað helt hann verða órættvíst. Skal eg var
erligur, so eri eg vónbrotin av mínari plasering. Eg hevði uppiborið
betur úrslit enn hatta. Men tað skal ikki steðga mær í at arbeiða hart í
framtíðini fyri at gerast betri, sigur Ribery við L’Equipe.
Amerikanarin setir met hvørja ferð
Støðan í
Premier
League
1 Liverpool 37
2 Chelsea 36
3 Manchester United 31
4 Arsenal 29
5 Aston Villa 28
6 Hull 26
7 Portsmouth 23
8 Everton 22
9 Fulham 20
10 Bolton 20
11 Wigan 19
12 Middlesbrough 19
13 Stoke 19
14 Manchester City 18
15 West Ham 18
16 Newcastle 16
17 Tottenham 15
18 Sunderland 15
19 Blackburn 13
20 West Bromwich 12
Friedel hevur bøtt um metið hjá David James, sum tann leikarin, ið hevur leikt flest Premier
League dystir á rað. James megnaði 166, Friedel hevur nú spælt 168 á rað
Mynd: Polfoto