Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 236 - 8. desember 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Góði Finnur. Óluksáliga væl kempað! Óluksáliga væl kempað til seinasta bríksl. Og so burturúr órættvíst og syrgiligt, at tú ikki skuldi vinna hendan seinasta og allartruplasta dystin. Hóast tú hevði tað besta liðið at stríðast saman við tær í Jóruni, Olgu, Mikkjali, Samsoni, Olivuri, lítla Finni, familju og vinum. Tað vart tú eisini innarliga takk­ samur fyri. Og tí stríddist tú eisini alt, tú yvirhøvur vart mentur. ­­­ Men tú vanst so nógvar aðrar sigr­ ar, tíni bert 56 ár á foldum. Júst tí tú kempaði so óluksáliga væl í øll­ um tí margfalda virksemi, tú vígdi títt lív, títt arbeiðssemi og títt hjarta til. Tordi altíð tað trupla. Breyt mørk og setti krøv. Fírdi ongantíð fyri at siga tína erligu hugsan og standa við hana, hóast tað kundi geva tær sløg, prus og meira stríð. Sættaðist ongantíð við status quo, men kravdi broyting og menning í øllum, tú fekst við. ­­­ Sum ítróttarmaður vart tú bæði í hondbólti og fótbólti millum fremstu leikarar í teirri stóru menn­ ing, sum føroyskur hondbóltur og fótbóltur var fyri frá sjeytiárunum og frameftir. Vart millum teirra, ið høvdu ein treytaleysan altjóða sjónarring og vildi menna føroyska ítróttin í altjóða samstarvi og læra av fremstu arbeiðshættum og hug­ sjónum í heiminum. Á sama hátt og við somu hug­ sjón virkaði tú sum venjari í bæði hondbólti og fótbólti hjá tínum barndómsfeløgum, Kyndli og HB, men eisini í fleiri ymsum feløgum kring Føroyar. Sum nevndarlimur og formaður í Hondbóltssamband­ inum og í Kyndli og HB. Sum ein av drúgvastu, mest nærløgdu og eisini hvassastu ítróttarskrivarum í Føroyum – har tú hevur myndað føroyskan ítróttarpolitikk í eitt heilt ættarlið. Og við bókaútgávum um fótbóltslandsliðið og um ítrótt, sum ikki eru tiknar í dygd. Altíð frælsur í tínum virksemi og í tíni skriving. Við stórum hjarta fyri øllum tú fekst við, samansett við greiningarevnum og støðugt at krevja nýggj mál og broytingar til tess at røkka teimum. Føroyskur ítróttur fer at sakna teg sáran, meðan tann slóðbrót­ andi týdningurin, tú hevur havt, og alt tað, sum tú hevur sátt, fer at liva víðari og kasta av sær. ­­­­ Í samfelagsviðurskiftum og í pol­ itikki vart tú sami frælsi Finnur, ið valdi at stríða títt stríð fyri hug­ sjónum, málum og broytingum. Sum sosialráðgevi. Leiðari av andveikraverndini. Leiðari á Barnaheiminum. Í Javna. Í norð­ urlendskum samstarvsnevndum fyri menningartarnað. Har strídd­ ist tú fyri hugsjónini um, at øll hava sama rætt og frælsi at virka, velja og verða vird. Og at tað er uppgávan hjá felagsskapinum – samfelagnum – at tryggja hesi rættindi og umstøðurnar at upp­ fylla tey eftir samhaldsføstum leisti. Ikki eitt einstaklingastríð, har hvør sætar sær og hin sterk­ asti vinnur. Tíbetur valdi tú eisini at fara inn í politikk, og í Tjóðveldinum fanst tú júst hesa hugsjón, har tú kundi stríðast fyri tínum málum. Tú vart gløðandi loysingarmað­ ur sambært somu hugsjón um, at eisini tjóðir hava sama rætt og frælsi at virka, veljar og verða virdar í heiminum. Og tú legði alla orku í at berjast fyri javnrætt­ indini hjá minnilutabólkum og umstøðunum hjá teimum veik­ astu samfelagsbólkunum. Eisini her standa sigrar og varð­ ar eftir teg: Skúlatilboð til ung við breki, stuðul til stakar uppihaldarar, at lyfta lægstu fyritíðarpensjónistar upp, bøtt endurbúgving, avtøka av karensdøgum á privata arbeiðs­ marknaðinum, stuðul til stakar uppihaldarar, uppskot til pensjóns­ reform og mangt, mangt annað. Og í 266b málinum vart tú und­ angongumaðurin. Tvær ferðir mátti roynast, áðrenn tað eydn­ aðist – og tað kostaði sanniliga nógv knoss bæði innanfloks, á tingi og í almenninginum. Men hetta var liður í sama hug­ sjónarstríði fyri fólkaræði. Og eg minnist serstakliga, tá vit tveir­ einir sótu á Gamla Apoteki og tos­ aðu um júst kjarnina í fólkaræð­ inum. Har vit komu ásamt um, at fólkaræði snýr seg ikki bert um, at meirilutin ræður, sum so ofta verður framhildið. Men hinvegin um at tryggja rættindini hjá minni­ lutum og at hava fastar manna­ gongdir fyri at viðgera ósemjur og skapa rættartrygd. Og at vit kunnu als ikki tosa um frælsi, um vit ikki virða frælsið hjá næstanum – so leingi hann ikki ger seg inn á frælsið hjá okkum og øðrum. ­­­ Havi kent teg frá fótbólti og ítrótt­ arskriving, síðani eg var smá­ drongur. Havi kent teg betur í hondbólti – bæði sum mótstøðu­ leikara, mótstøðuvenjara og havt teg sum venjara, tá tú vandi H71. Og enn betur lærdi eg teg at kenna sum politiskan felaga og sum granna. Og minnini troðka seg fram og standa klár eins og snarljós fyri eygunum. Tær ótrúliga góðu løturnar, tá vit sótu í veitslulag og reypaðu, argaðu hvønn annan og enda­ vendu heimsstøðuni, føroyskum politikki og mentan. Tá ið vit eina­ ferð sótu í stovuni hjá tykkum á Móritsarvegi og onkur av teimum harðmæltastu í tingbólkinum róptu so hart, at tú vildi vera við, at hundarnir hjá tykkum fingu nervasamanbrot og noyddust at taka heilivág eftir hetta. Hvussu vit flentu, tá tú greiddi frá tíni ferð fyri Tjóðveldi til ST­ aðalfundin í New York. At fyrsta røðan, tit hoyrdu á aðalfundinum, var frá Yassir Arafat, og at tú reisti teg upp og klappaði, tá hann var liðugur at røða. Og fann út av, at tú stóðst púra einsamallur í stóru forsamlingini og klappaði – tí tað var als ikki siður at reisa seg og geva lógvabrestir! Hetta var bara eitt dømi um, at tú legði ótrúliga lítið í óskrivaðar konvensjónir og reglur. Einaferð kærdi onkur um, at tú vart í skipstroyggju á tingsins røðarapalli – og vit argaðu teg javnan við, at tú spældi hondbólt í hálvhosum og altíð við blusuni uttaná buksunum. Hvussu tú elskaði at øsa teg og svara aftur, hóast tú visti, at onkur arbeiddi uppá teg við argandi søg­ um um HB, Chelsea ella Kyndil. Og øsa teg, kundi tú sanniliga – ikki minst um politikk, polit­ iskar avgerðir og grundgevingar. Vit høvdu sanniliga nógvar sam­ anbrestir, tí tú vart mangan dundr­ andi ósamdur við politiskar avgerðir og meiningar hjá mær. Og tú segði tað hart og týðiliga, og tosaði tíbetur ongantíð fólki eftir munninum. Tú vart eisini her frælsur. Onkur hevur sagt, at tú vart illsintur, men tað er blóðskeivt. Tú vart kensluborin og snarsintur í politiska arbeiðinum. Tú kundi liggja á sofuni á Gamla Apoteki og loysa eina krossorðagátu, og so knappliga leypa sjóleysur upp, um onkur sat við borðið og segði okkurt, sum tú helt vera burtur úr vón og viti. Og skjótt komu vit eftir, at tú reageraði hart, tá talan var um órættvísi, hykl ella ósannar upplýsingar. Og tað sama gjørdi seg galdandi á tingsins røðarapalli: Um onkur mótstøðumaður grund­ gav fyri órættvísari og ólíka viðferð av samfelagsbólkum ella legði skeiv orð í munnin á tær, so fleygst tú upp við nýtiligum orðum til aftur­ svar og rættingar. Drívmegin var sama rættvísiskenslan, sum fekk teg at fara inn í politikk. Hinvegin sýndi tú stór diplo­ matisk evni, tá onkur annar av okkum í tingbólkinum hevði hug at leypa uppfrá – og fekk mangan skapt semjur, ið annars tóktust truplar at finna. ­­­ Arbeiðssemið hjá tær var sera stórt sum tingmaður – bæði í samgongu og í andstøðu. Fá ting­ fólk hava arbeitt so neyvt við fyrispurningum, álitum og ting­ uppskotum – og fáar røddir hava talað so greitt søk teirra veikastu, sum tú, Finnur. Hetta prógvaði tú, tá tú sjálvt undir sjúkuviðgerðini í Kina, fylgdi við í øllum, sum hendi her heima, og skrivaði lesarabrøv við tínum meiningum um polit­ isku málini, so seint sum fyri fáum vikum síðani. ­­­ Nú er rødd tín tagnað. Men hon fer framvegis at hoyrast. Og alt, ið tú hevur sett eftir teg, livir víðari og fer at vaksa. Tá ið Kyndil vinnur síni næstu føroyameistaraheiti, fer myndin at standa klár av tær, tá ið tú spældi í grønari blusu – altíð utt­ aná buksunum – og í hálvhosum. Tá ið HB spælir í Gundadali, hoyra vit tínar viðmerkingar frá beinkinum ovast uppi í bakkanum millum “elstaráðið”, og vit síggja teg við langum hári og pannu­ bandi á vøllinum við tínum eyð­ kenda renningarlag. Tá ið Chelsea aftur fer at vinna eitt meistaraheitið, fara vit at hoyra teg frøast. Tá ið føroyska fótbólslandsliðið fer at vinna sín næsta sigur í altjóða kapping, fara vit at síggja tínar greinar fyri okkum, endur­ lesa bókina hjá tær og Jóannesi Hansen um landsliðið og ímynda okkum, hvat tú hevði skrivað í tín­ um ummæli og tíni næstu bók. Tá ið ST­ sáttmálin um rættindi teirra brekaðu fer at verða settur í gildi og nýggj framtøk verða gjørd fyri fólk við menningartarni, fara vit at senda tær mildar tankar. Tá ið minnilutabólkar fara at fáa økt rættindi og frælsi at virka og liva, fara vit at hoyra teg fyri okkum fegnast. Tá ið Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð, fara vit at síggja teg ljóslivandi fyri okkum og fegnast um, at okk­ um var unt at samstarva við teg. ­­­ Góðu Jórun, Olga, Mikkjal, Sam­ son, Olivur og lítli Finnur. Tit kunnu í allari sorgini vónandi finna ugga í, at Finnur hóast alt sítt virksemi í samfelagnum, har hann hevði hjartað á røttum stað, legði størsta plássið í hjartanum av til tykkara. Hann var errin av tykkum og tit kunnu vera errin av honum. Høgni Hoydal Finnur Frælsi Finni Mikkjalsson Helmsdal til minnis 20. apríl 1952 – 5. des. 2008