Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 8. desember 2008 31 Andlát og jarðarferðir Súsanna Andreasen, Oyri, andaðist fríggjadagin á Røktarheiminum Mørkini í Streymnesi, 81 ára gomul. Bønarhald verður á Mørkini sunnukvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju mánadagin klokkan 14. Tey ið vilja minnast Súsonnu kunnu lata Norðskála kirkju eina peninga­ gávu, konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri maður, pápi og abbi Finnur Mikkjalsson Helmsdal andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 5. desember, 56 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mánadagin 8. desember kl. 17. Jarðarferðin verður úr Hoyvíkar kirkju týsdagin kl. 14. Vegna tey avvarðandi Jórun, Olga, Mikkjal, Samson, Olivur og Finnur Tey, ið vilja minnast Finn, kunnu lata eina gávu á konto í Eik Banka. Peningurin fer til 23 ára gomlu krabbameinssjúku Lenu, sum var Finni ein hollur stuðul undir viðgerðini í Kina. Vit hava mist ein serstakan vita í føroyskum politikki. Deyðsboðini av Finnuri Helmsdal køvdu ein lýsandi vita. Í politisku verðini tordi Finnur Helmsdal at standa sum óræddi vit­ in. Hvørki myrkur ella ódn køvdu blanka ljósið. Deyðin skuldi til. Nógvar leiðir eru at velja í polit­ ikki. Finnur Helmsdal valdi sína egnu. Hansara leið var eyðkend av dirvi, framfýsni og støðufesti. Hann tordi at standa við sítt, hóast tað rak beint ímóti. Leiðin var eisini eyðkend av teimum málum og miðum, sum lógu honum so sjálvsøgd. Langt áðrenn hann kom upp í pol­ itikk, kendu vit Finn Helmsdal, sum ein mann við sosialum medviti og einum stórum sosialum hjarta. Ein­ um stórum sosialum hjarta, ið hann ikki slepti fyri onkran hissini løtu­ vinning. Sama eyðkendi hansara politiska lív. Politikkurin, sum bygdi á sosialt medvit, lá altíð fremst. Hyggja vit aftur á slóðina, er einki løgið, at Finnur Helmsdal var millum teirra, ið stóðu á odda í stríðnum fyri at rætta samkyndum eina løgfrøðiliga hjálpandi hond. Hann var altíð til reiðar at rætta hondina móti teimum veikastu. Tí var tað sjálvsagt fyri Finn, at hann tók oddaábyrgdina á seg í hesum trupla máli. Øll, sum hava arbeitt saman við Finnuri Helmsdal – í øllum førum í politikki – kunnu ásanna, at hann var ein maður, sum var at líta á, tí hann seldi og keypti ikki, sum best bar til. Hann var bersøgin og segði sína meining, uttan at leggja fingr­ arnar ímillum, og so stóð hann við hesa meining. Hann var heldur ikki bangin fyri at ganga ímóti sínum egnu, um vælferðin hjá teimum veik­ astu varð hótt. Hann visti, hvar hann stóð og visti, hvar hann skuldi fara. At hann so ikki slapp at ganga leið­ ina lidna, er ein syrgiligur missur – fyri øll. Finnur Helmsdal var virkin og í nógvum leikum. Altíð heilur og til staðar sum menniskja. Tað, sum vit missa við Finnuri, kann tó ikki samanberast við tað, sum tit – kona, børn og abbasonur – hava mist. Lat Guð hjálpa tykkum at hava ljósið í vitanum lýsandi móti tykkum. Javnaðarflokkurin Ein viti er slóknaður Fríggjadagin 5. desembur, andað­ ist Finnur Helmsdal, løgtingsmað­ ur, bert 56 ára gamal. Tað er við góðum minnum og kensluni av virðing og takksemi, vit minnast løgtingsmannin, sum ikki var bangin fyri at siga sína hjartans meining, bæði við floksfelagar og partapolitiskar mótstøðumenn. Sárt kennist saknur, tá kappar falla. Tað tynnist í vinar skara Skjótt kunnu lívið og umstøðurnar broytast hjá okkum menniskjum. Tá tingfólk á Ólavsøku saml­ aðust til tings, eftir at hava verið í summarfrí síðani 31 mai, sást sjónliga, at ein av starvsfeløgum okkara, Finnur Helmsdal, var álv­ arsliga merktur av sjúku. Hann kendi støðuna og fall ikki í fátt, men hevði eina fasta vón um, at tað fór at ganga rætta vegin. Men, nú komið var út í advent, var tímaglasið hjá Finni útrunnið. Hann er ikki okkara millum long­ ur, og æviskeið hansara á fold gjørdist fimmtiseks ár. Finnur virkaði sum løgtings­ maður fyri Tjóðveldi frá 1998 til 2002, bleiv afturvaldur í 2004 og sat til miðan september 2008. Hann hevði útbúgving og stóra vitan um sosialmál, og fylti hetta eisini nógv í arbeiði hansara á løgtingi. Hann var nærlagdur, setti seg væl inn í málini, og tað var ein fragd at lýða á talur hans­ ara, eisini tí at hann var bersøgin og frá tingsins røðarapalli kundi siga tað óvæntaða, bæði við floksfelagar og partapolitiskar mótstøðumenn. Somu eginleikar komu eisini til sjóndar í leiklutinum sum ítróttarviðmerkjari í Útvarpi og bløðum. Hann hevði eina stóra og breiða vitan um ítrótt her­ heima og uttanlands. Eisini her var Finnur kontantur í sínum við­ merkingum og ofta beinrakin í sínum forsøgnum. Vit vóru ósamdir um ymisk mál, og stundum var orðadrátturin harður. Nú fjørðurin hjá Finni er rógvin, og ein hyggur í bakspegil­ in, er tað við góðum minnum og kensluni av virðing og takksemi. Vegna Sjálvstýrisflokkin skal eg takka Finni fyri gott samstarv og vinarlag. Tykkum, ið vara av, Jórun, børn og familju, vil eg ynskja Harrans signing og troyst í sorgini og sakninum. Vit eru mong sum drýpa høvur í sam­ kenslu við tykkum. Friður verði yvir minninum um Finn Helmsdal. Kári P. Højgaard, formaður Ein seinasta heilsan til Finn Helmsdal nøvn Dagurin 8. desember. Gitnaðardagur Mariu. Mariumessa, hildin til minnis um tá ið hon varð gitin í móðurlívi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)