Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 236 - 8. desember 2008 Tórbjørn Jacobsen Tað var eitt vónríkt lið av ungum og eldri politikkarum, sum mann­ aðu tingbólk Tjóðveldisins, táið vit í 1998 høvdu skipað fullveld­ islandsstýrið og ítøkiliga fóru undir at virka fyri teimum frælsu Føroyum. Annað og triðja ættar­ liðið eftir tjóðskaparpolitiska vit­ an Erlend Patursson og valaliðið í hansara meingi. Tíggju ár seinri er hetta onnur ferðin, at vit bera ein teirra út á seinasta leiðið. Fyrst Finnbogi og nú Finnur. Fyrst hin royndi og durkdrivni pragmatikarin, sum vísti okkum torgingnu loynistíggjarnar og legði okkum lag á og nú sosial­ politiski chefideologurin par exellance, ið var so lívsneyðugur í tjóðskaparpolitisku strembanini. Finnur endurvann Tjóðveldinum eitt sosialt andlit, tað kendist næstan, sum at maður og profilur gingu saman í eitt. Kanska eitt ættarbregði. Finnur Helmsdal var alkendur maður. Tað tykist, sum hevur hann altíð verið til, tí heilt frá ungum árum hevur hann verið frammi í almenna ljósinum, í ymsum høpum. Kendi hann heilt frá barni av, táið eg tíðum vitjaði mostir mína á Tinghúsvegnum og seinri í Hoydølum og hesi seinastu árini á politiska pall­ inum, har vit eru farnir ígjøgnum manga íðuna saman, samdir og ósamdir, men felagsfatanin í stór­ um málum var ekvivalent, eisini tí skeiklaðist vinskapurin ongan­ tíð, hóast tað mangan øtlaði og var rusk í sjónum. Temperamentið hjá báðum stóð manga royndina, skal sigast. Hann var sonur Oliviu, sum var slektað úr Miðvági og lands­ verkfrøðingin Mikkjal. Ein av mongum ungum føroyingum, ið setti sær fyri at byggja landið eft­ ir stríðsárini. Við ófatiliga víð­ skygninum og eini ómetandi framskrúvu, runnu stovnurin og maðurin saman í eitt. Ein bræðin institutión. At oddviti á slíkum stovni megnar at leggja eina heila tjóð í eitt infrastruktuelt kervið, í egnari starvstíð, man vera eindømi í heiminum, og boðar frá megi, visiónum og eini mentalari styrki, ið sigur spar tvey til alt annað, og sum hevur staðið upp ímóti uppganginum frá fleiri ættarliðum av politikk­ arum. Drangur í brimi. At vera sonur ein so máttmiklan stovn er ikki bara lætt. Sakførarin Carl Madsen hevur lýst hetta fyri­ brigdið so væl í endurminningum sínum. Hetta skismaði. Spenn­ ingarnar. Tvídráttin. Dialektikk­ ina. Í hansara føri, táið bóndin og íhaldni vinstramaðurin ikki skilir, at sonurin gerst sakførari og kommunistur. Onkursvegna stendur tú í mun til upphavið, líkamikið hvat tú annars velur at takast við her í lívinum. Finnur miðaði av nýggjum, fótaði sær væl og vegaði rás á øðrvísi stíggj­ um. Við sínum góða forstandi gekk leiðin niðan í Hoydalar, har Erik og Haraldsen og aðrar góðar kreftir royndu at temja hendan krappa og bráðræsna ungdómin, við teimum nógvu eyðsýndu talentunum. Tey flestu minnast hann frá leik­ vøllunum kring landið og uttan­ lands. Stórur, langlimaður, skjót­ ur. Góða skotstyrki við trivaligu skøvningunum. Íðin og kom­ promisleysur. Frísuta hárið flákr­ aði í ferðini, og einaferð sigst, at hann í eini infight, í hondbólts­ landsdysti, skrædlaði sær lógvarnar so illa, at blóðið dreiv úr beninum, men tað forðaði hon­ um ikki í at streva víðari fram fyri heiðurinum og tjóðini. Vit minnast hann ikki bara tí, at hann plagdi leika í hálvhosum, eitt slag av pátrúgv sigst, sum fleiri tá høvdu ælið á seg, og er einasti føroyingurin, sum hevur spælt ein landsdyst í skipstroyggju, í hondbólti, men heldur tí, at hann revolutioneraði spælið onkurs­ vegna. Serliga fótbóltin. HB fekk nógv burturúr honum í tíð­ ini, táið spælið var í serliga stór­ ari menning, um tað mundið táið Pelé og Cruyff vóru uppi á døg­ um og kanska serliga Becken­ bauer defineraði spælið av nýggj­ um. Liberoin – aftasti maðurin – stabiliteturin – strategurin ­ sum savnar upp og stingur út í kortið av nýggjum. Skipar rang­ støðuna hjá mótstøðuliðnum, vit plagdu at arga hann við, at hann uppfann felluna, og ger eina reina glíðandi takling, har hon krevst. Soleiðis minnast vit Finn, og soleiðis dugnaði hann barn­ dómsfelagnum í mong ár. Á fyrstu parkett. Í broddi fylkingar. Í hondbóltinum kom hann at spæla saman við frægastu leikar­ um okkara, síðani spælið kom higar til lands, og eisini har hevur hann fylt upp í kyndilsskápini skínandi steyparúgvir. Hann var gjøgnumbrotssterkur álopsspæl­ ari og rættiliga stinnur verjuleik­ ari. Táið hann var í lestrarørindum í Esbjerg spældi hann við besta liðnum hjá Kvik, sum var frammalaga í næstfremstu deild­ ini í Danmark tey árini. Landslið­ ini hava eisini verið leskað við hansara ásýniligu dygdum. Og kanska guvaði ein stór borðtenn­ isstjørna burtur í tíðarmeldrinum, tað heldur í hvussu er the grand old man av Tvøroyri, Sverri Mid­ jord, sum í seinasta valskeiði var kollegi hansara á tingi. Appropos landsverkfrøðingsstov nurin, ella stovnar yvirhøvur, so kom Finnur at vaksa upp í hesi merkiligu tíðini, sum ongin annar nakrantíð kemur at uppliva, enn júst tað ættarliðið, sum var í besta blóma, táið ungdómsbylt­ ingin stóð í vøkstri, og fór sum ein grasfløtubrandur um allan vesturheimin. Uppreisturin móti autoritetunum. Stadnaðu stovn­ unum. Og vit eru ivaleyst mong, sum minnast hendan høgleitta mannin í havnargøtum, við eyð­ kendum fjakkandi síðum hári, víðum brókum og palestina turri­ klæði. Ein sjarmerandi fýrur við tí eitt sindur nonchalentu attitu­ duni, sum var so vanlig tá. At síggja til, eitt slag av einum bohemi. Ómetaliga vinsælur táið vit hittust í havnargøtum, hevði altíð stundir til eitt prát. Ella ein kaffisopa inni á Kondittarínum. Eisini, hóast tað tíðum var langt ímllum, serliga eftir at mann var farin til skips. Ein serliga karis­ matiskur maður, sum hevði greið sjónarmið um stóru og smáu samfelagsmálini. Ein gjørdur politikkari. Hann gjørdi upp við klassiska rákið, at elta fótasporini hjá undanfarnum ættarliðum, og setti sær fyri, av hugsjónaðarligari drívmegi og hjarta, at dugna tí veikara partinum av samfelag­ num. Sum avlærdur sosialráðgevi virkaði hann í mong ár í al­ mannaverkinum m.a. saman við legenduni Klaus Hermann, mað­ urin, sum fakliga hevði hægstu tign í hugaheimi hansara. Við tí viðførinum fór hann ígjøgnum skipanina, og til endans gjørdist hann leiðari á Barnaheimi Før­ oya. Sum skyldkonan hjá konuni fekk at renna upp úr turrari jørð frá byrjan. Samfelagsviðurskifti høvdu yvirhøvur hansara stóra áhuga. Serliga korini hjá teimum, sum onkursvegna ikki eru so væl útborin, at tey megna at standa uppi av sær sjálvum, í einum heimi hvørs ferð bara tekur alt meira dik á seg. Ein materiellur galopperandi gangari, sum ikki hakar í nakrastaðni. Sum slettir øll tey minni treystu úr leypinum á alfaravegi. Tí kom tað neyvan óvart á nakran, at maðurin fór at snodda til politisku skipanina, og sum vinstrahallur nationalistur, varð tað sjálvsagt, at hann valdi Tjóðveldisflokkin sum botn, fundament, í sínum virki. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í býráð­ num í Havn og táið fullveldis­ FINNUR HELMSDAL – lívlátin er kompromis HB-liðið sum vann steypakappingina í 1976, Finnur Helmsdal stendur uttastur til vinstru nøvn