Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. desember 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 236 - 8. desember 2008 tíðindi Stutt Sagt Eingin roykur í Hvítu Húsunum Barrack Obama vissaði fyrrakvøldið hyggjararnar hjá sjónvapinum NBC um, at hann fer ikki at roykja inni í Hvítu Húsunum, tá hann hevur tikið við for­ setaembætinum. Obama var stórroykjari, men legði næstan av, tá hann fór undir valstríðið. Í samrøð­ uni við NBS viðgekk hann, at hann stríðist við at leggja av, men at hann hevur fest sær í nakrar ferðir í seinastuni. ­ Jú, eg eri fallin fyri freistingini nakrar ferðir, segði hann við sjónvarpið. Hann legði tó afturat, at sjálvur heldur hann, at tað hevur gingið væl við royndini at leggja av, soleiðis sum umstøðurnar hava verið. ­Eg kann í hvussu er lova tykkum, at eg fari ikki at roykja í Hvítu Húsunum, segði tann komandi forsetin. Sarkozy og Dalai Lama hildu fund Myndugleikarnir í Kina eru sera misnøgdir við, at fanski forsetin, Nicolas Sarkozy, hitti andaliga leið­ aran hjá tibetanum, Dalai Lama, leygardagin. Kines­ isku myndugleikarnir siga, at avgerðin hjá forsetanum at hitta Lama er ein háðan ímóti kinesisku tjóðini og kann skaða viðurskiftini landanna millum. Nicolas Sarkozy hitti Dalai Lama í polska býnum Gdansk, hagar teir vóru komnir at hátíðarhalda, at 25 ár eru liðin, síðani Lech Walesa, fyrrverandi odda­ maður í Solidaritet og fyrr­ verandi forseti í Póllandi, fekk friðarheiðursløn Nob­ els. Í viðmerkingini úr Beij­ ing sigur kinesiska stjórnin, at viðurskiftini í Tibet eru eitt kinesisk innanríkismál, og tí eigur franski forsetin ikki at umrøða tey við­ urskiftini við ein politiskan útlagnan sum Dalai Lama. Á einum tíðindafundi royndi franski forsetin at sissa kinesisku stjórnina við at siga, at fundurin við Dalai Lama snúði seg als ikki um viðurskifti, sum hava við stjórnina í Beijing at gera. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit kunnu altíð tosa við Barrack Obama, tí hvørgin okkara er valds- ella krígsprofetur Fidel Castro útlond Grikkaland skelvir av ófriði, eftir at ein 15 ára gamal drongur doyði av skotum frá einum løgreglumanni Túsundtals ungdómar løgdu á bilar, handlar og bankar í Athen í nátt, og hóast tað var friðarligt í morgun, stúra myndugleik­ arnir fyri, at ófriðurin kykn­ ar aftur í dag, og at hann fer at breiða seg til aðrar býir. Ungdómarnir eru í øðini um, at ein 15 ára gamal drongur doyði av skotum frá einum løgreglumanni leygarkvøldið. Tann 15 ára gamli hevði saman við øðr­ um tveitt grót og brand­ bumbur eftir einum løg­ reglubili í Exarchia­býar­ partinum í Athen, har sam­ anstoytir millum ungdómar og løgregluna eru rættiliga vanligir. Men leygarkvøldið fór ein av løgreglumonnun­ um úr bilinum og lat nøkur skot av. Eitt av skotunum rakti ein 15 ára gamlan drong í bringuna, og hann doyði seinni. Í gjár komu fleiri túsund fólk saman í Athen at taka lut í einari mótmælisgongu ímóti løgregluni. Prokopis Pavlopoulos, innanríkisráð­ harri, heitti inniliga á mót­ mælisfólkið og bað tey ikki leypa framav, men áheitanin var nyttuleys. Tað byrjaði í býnum Thessaloniki, har ungfólk settu eld á bilar og bygning­ ar, og løtu seinni kyknaði ófriðurin í Athen, har fólk settu eld á bilar og lupu á handlar og bankar. Sam­ stundis skrivaðu grikskir fjølmiðlar, at ófriðurin hevði breitt seg til fleiri býir kring landið og til oyggjarnar Korfu og Kreta. Prokopis Pavlopoulos, innanríkisráðharri, hevur sagt, at løgreglumaðurin, sum rakti tann 15 ára gamla drongin, er tikin, og at hann fær harða revsing, kann tað prógvast, at hann leyp fram­ av. Innanríkisráðharrin hev­ ur boðið sær til at fara frá, men tað hevur Costas Kara­ manlis, forsætisráðharri, sýtt honum. 31 handlar og níggju bankar fóru upp í royk gjáranáttina Mynd: Polfoto Tað kostar at svika fyri meiri enn eina milliard krónur, og tí kann danski vinnu­ lívsmaðurin Stein bagger vænta sær langan fongsulsdóm Verður stjórin í fyritøkuni IT Factory dømdur sekur í so umfatandi sviki, sum danska ákæruvaldið sigur hann hava framt, kann hann vænta sær nógv ár handan rimarnar. Í Danmark kunnu fólk fáa fongsul í eitt ár og seks mán­ aðir fyri tað, sum verður rópt vanligt svik, men hesa grein­ ina kemur málið við Stein Bagger ikki undir. ­ Her er talan um so grovt svik, at Stein Bagger kann ákærast eftir greinini um grovt ella endurtikið svik, og so kann hann fáa upp í átta ára fongsul, sigur Søren Friis Hansen, professari, við danska kringvarpið. Stein Bagger hvarv í Dubai í síðstu viku, og aft­ aná kom fram, at hann hevði svikað fyri í hvussu er 1,2 mia. krónur sum stjóri í felagnum IT Factory, og felagið fór á húsagang alt fyri eitt. Hann bleiv eftir­ lýstur ígjøgnum Interpol, og fyrrakvøldið kom hann sjálvur á eina løgreglustøð í Los Angeles. Haðani hava donsku myndugleikarnir fingið at vita, at maðurin verður sendur til Danmarkar sum skjótast. Svikið hjá Stein Bagger hevur risastór tap við sær. Størsta einstaka missin eig­ ur Danske Bank, sum ætl­ andi missir einar 350 milli­ ónir krónur. Fleiri aðrir danskir bankar missa eisini pengar. Eisini fleiri privat­ persónar missa nógvar peng­ ar av svikinum og húsagang­ inum. Ein teirra er sjónleik­ arin og skemtarin Finn Nør­ bygaard, sum ætlandi missir alt, sum hann eigur. Men málið við IT Factory fær væntandi ikki bara avleiðingar fyri stjóran. Fleiri eygleiðarar í Danmark siga, at málið avdúkar, at tað er neyðugt at broyta ver­ andi lóggávu á ávísum økj­ um. Eitt nú er neyðugt at herða krøvini um virksemið hjá vinnufelagsnevndum og grannskoðaravirkjum, tí yvirhøvur er semja um, at bæði nevndin í IT Factory og grannskoðaravirkið hjá felagnum áttu at havt avdúkað svikið. Eygleiðar­ arnir undrast eisini á, at Danske Bank ikki varnaðist, hvat var á vási. Stein Bagger kann fáa átta ára fongsul Stein Bagger kann vænta sær nógv ár handan rimarnar Mynd: Polfoto Ófriðurin í Grikkalandi kann breiða seg